• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Bergtóra Hanusardóttir (1946-)

Bergtóra Hanusardóttir var fødd í Havn í 1946, og har vaks hon upp. Hon fór til Danmarkar at lesa til tannlækna og er nú sertannlækni.

Bergtóra hevur verið virkin á ymsum økjum, t.d. í studentafeløgum, ítróttafeløgum, í uttanflokkaðum, samfelagspolitiskum arbeiði, so sum í friðarrørsluni og í Fólkafylkingini móti EEC. Serligan stóran dent hevur hon lagt á kvinnupolitiskt arbeiði. Hon var ein teirra, sum stovnaði Kvinnufylkingina, var í blaðstjórnini á Kvinnutíðindum og hevur umboðað Føroyar á kvinnuráðstevnum ymsastaðni í heiminum. Eisini hevur hon sitið í javnstøðunevndini.

Hon hevur skrivað prosayrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur. Hon viðger ofta samfelagsligu støðuna hjá kvinnum í sínum skaldskapi. Hon knýtir saman bæði tað persónliga og tað samfelagsliga.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2014