• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Orkukeldur

OLJA, GASS OG KOL

Umleið 80% av koltvíiltuútlátinum á jørðini stava frá nýtslu av fossilum brennievnum (olju, gassi og koli). Mett verður at síðani seinasta heimsbardaga er orkunýtslan á jørðini fimmfaldað. Av tí at meginparturin av hesi orku stavar frá olju, gassi og koli, er útlátið av koltvíiltu til lufthavið hækkað samsvarandi. Koltvíiltan, sum verður útleidd til atmosferuna í dag, hevur áður verið í lofthavinum, men varð bundin í teimum fossilu brennievnum, sum vit brúka í dag. Umbroyting av koltvíiltu í lofthavinum fer spakuliga fram (50-200 ár) og tann umbroytingin kann als ikki fylgja við nýtsluni av fossilum brennievnum (olju, gassi og koli), sum fer fram í dag.

Fleira sløg av olju eru til. Í Føroyum brúka við í høvuðsheitum 4 oljusløg:

Tungolja

Tungolja verður brúkt til streymframleiðslu (SEV), til framleiðslu á virkum, og av fiski- og ferðamannaskipum. Tungolja er tað slag av olju sum hevur hægst útlát av koltvíiltu (talva 1).

Dieselolja

Dieselolja verður brúkt til upphiting av sethúsum og virkum, og sum brennievni í bilum og skipum. Dieselolja hevur eitt heldur lægru útlát av koltvíiltu í mun til tungolju (talva 1).

Bensin

Bensin verður brúkt sum brennievni í akførum (bilar. lastbilar, bussar ..)

Jet olja

Jet olja verður brúkt sum brennievni í flogførum. 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2015