• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Bókavørður til Nám

09.05.2017
Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum bókavørði

 

Vilt tú vera við til at styrkja og menna savnsøkið í Námi? Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum bókavørði frá 1. august 2017 í føstum starvi. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, Office 365 og gevur út undirvísingartilfar. Savnið, sum bókavørðurin er partur av, vendir sær til skúlaverkið og dagstovnaøkið og er ein sýnisgluggi, har nýggjasta føroyska og útlendska undirvísingartilfarið verður víst fram til kunningar, íblástur og útlán. Í savninum eru eisini yrkisbókmentir og flokssett við fagurbókmentum á føroyskum,

donskum og enskum.

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning við skiftandi uppgávum.

 

Arbeiðsøkið fevnir um:

• Samskifta og hava avgreiðslu í savninum og umvegis telefon og teldupost.

• Skráseta nýtt tilfar.

• Skipa savnið.

• Hava ábyrgd av DantekBooking útlánsskipanini.

• Ymist annað fyrifallandi.

 

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

• Útbúgving innan økið – skúlabókavørður ella bókavørður við góðum innliti í skúlaverkið.

• Viðkomandi royndir innan økið.

• Góðan teldukunnleika og kunnleika til mál – serliga føroyskt umframt danskt og enskt.

• Góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Regin Marnersson, stjóra í Námi á tel. 555 150 ella teldupost reginm@nam.fo. Umsókn - merkt bókavørður - saman við avriti av prógvum, CV og

møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. mai 2017 og skal sendast við telduposti til Regin Marnersson, stjóra, á reginm@nam.fo.

 

 

 

|
Atknýtt tíðindi
Nýggj skeiðsskipan
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017