• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Norðurlendsk bókasavnsvika 13. – 19. november 2017

27.10.2017
Komið við á Norðurlendsku bókasavnsviku 13. – 19. november 2017
Tendrið livandi ljós og lesið saman við øllumNorður- og Baltalondum!

 

Í novembermyrkrinum tendra vit livandi ljós, og saman við meiri enn 2000 skúlum, bókasøvnum , dagstovnum og øðrum mentanarstovnum fara vit øll um sama mundi at lesa upp úr norðurlendskum bókmentum av bestu dygd. Kom og ver við, tá vit fyri 21. ferð skipa fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni og melda stovnin hjá tykkum til longu í dag. Tað er einfalt og ókeypis at skipa fyri størsta upplestrartiltaki í Norðurlondum!

Ársins úrvaldu bøkur fyri børn, ung og vaksin!

Fyri børn: Skattaoyggin eftir Mauri Kunnas

Fyri ung: Maresi eftir Maria Turtscaninoff

Fyri vaksin: Is eftir Ulla-Lena Lundberg

Fáið tykkum íblástur til upplesturin!

Brot úr bókunum at lesa upp í ár liggja tøk á øllum norðurlendskum og baltiskum málum á heimasíðu okkara www.bibliotek.org .

Har kanst tú lesa meira um ársins úrvaldu bøkur umframt rithøvundarnar. Á heimasíðuni finnur tú eisini lista við fleiri bókum, ein hugskotslista við nógvum góðum hugskotum til hvat, ið tit kunnu gera, ársins plakat, ið kann skrivast út, tilfar um ársins evni «Oyggjar í Norðurlondum», umframt nógv annað áhugavert.

Hevur tú hug at fáa meiri at vita? Far inn á www.bibliotek.org og melda tykkara skúla, bókasavn, dagstovn ella stovn til longu í dag og ver við at fagna norðurlendskum bókmentum og at halda í hevd at siga frá søgum!

Fylg okkum á Facebook undir Nordisk biblioteksuge og Instagram Nordisk_biblioteksuge.

Ver við í myndakapping!

Marka tínar myndir við #nordbib17 og send tær bestu myndirnar frá Norðurlendsku bókasavnsvikuni til okkara Instagram og Facebook.

Föreningarna Norden skipa fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni, sum Norðurlendska ráðharraráðið fíggjar.

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017