• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

SKAM undirvísingartilgar til flamhaldsflokkar

10.11.2017
Norska ungdómssendirøðin SKAM er sera vælumtókt millum norðurlendskan ungdóm – tí bjóðar undirvísingarportalurin nordeniskolen.org nú spennandi frálærutilfar við útvaldum kutum úr SKAM til 7.-10. flokk.

Tilfarið kann brúkast í grannamálsfrálæruni, móðurmálsfrálæruni og til tvørfakligar verkætlanir um ungdómsmentan í Norðurlondum.

Sí SKAM-tilfarið her.

SKAM tekur upp ektaðar spurningar og tosar um teir í einum máli, ið hevur gjørt norskt kul sum ongantíð fyrr millum ung í hinum Norðurlondum. Og fyri nógv ung hevur SKAM eisini havt við sær, at tey í dag hava eina sterkari kenslu av at vera partur av einum felags norðurlendskum mál- og mentanarfelagsskapi.

Tað er bakgrundin fyri, at nordeniskolen.org nú kemur við nýggjum frálærutilfari um SKAM, har næmingar úr øllum Norðurlondum fáa møguleika fyri at koma tættari at norskum máli og norskari mentan, samstundis sum tey skulu taka støðu til vandamál, ið tey kenna frá teirra egna lívi.

Nordeniskolen.org er ein partur av tilboðunum, sum Norrønu Feløgini hava til borgarar í Norðurlondum. SKAM-tilfarið er fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum og Norðurlendsku Málsamskipanini.

Sjey hendingar

Tilfarið umfatar sjey hendingar við filmskutum úr SKAM, ið seta sjóneykuna á dirvið til at tora at hava sínar egnu meiningar, at pallseta seg sjálvan, feminismu, hevndarporno, samkyndleika, rasismu og ábyrgd og frælsi hjá ungdóminum.

Til hvørja hending eru nakrar uppgávur, har næmingarnir menna størri fatan av norskum máli og norskari mentan, samstundis sum tey grunda yvir ungdómsins vandamál og gera brúk av egnum royndum. Næmingarnir fáa eisini stuttligar skapandi uppgávur á vegnum.

Thomas Henriksen, leiðari fyri verkætlanini, sigur:

"Við SKAM-tilfarinum vilja vit geva lærarum í øllum Norðurlondum møguleika fyri at arbeiða við grannamálum á ein spennandi og viðkomandi hátt, sum er í eygnahædd við tær avbjóðingar, ið næmingarnir kenna frá teirra egna gerandisdegi. Tí kann tilfarið brúkast í mállærugreinum og í tvørgangandi verkætlanum um ungdómsmentan í Norðurlondum."

Ein gáva til grannamálsfrálæruna

Tilfarið er ment í samstarvi við tveir pedagogiskar ráðgevarar, Trine Ferdinand og Dorte Haraldsted, ið siga:

SKAM er ein gáva til frálæruna í grannamálum, tí SKAM setir fokus á tað, ið hevur týdning og er áhugavert fyri ung at tosa saman um, og tí SKAM gevur møguleika fyri at suma inn bæði til tað serliga norska og tað, sum ung í Norðurlondum hava til felags, málsliga og mentanarliga. Vit hava tí valt 10 filmskut við uppgávum, ið kunnu brúkast sum útgangsstøði fyri greiningum, kjaki og skapandi tulkingum, sjálvt um ein ikki hevur sæð alla sendirøðina."

Nýggja tilfarið um SKAM sæst á nordeniskolen.org, sum síðan 2013 hevur bjóðað ókeypis frálærutilfar til lærarar og næmingar á fólkaskúlum í øllum Norðurlondum. Í dag brúka 10.000 lærarar portalin.

Sí SKAM-tilfarið her.

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017