• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Mennandi sálarfrøði - bókaframløga

25.01.2018
Bókin Mennandi sálarfrøði – sálarheilsa og trivnaður í verki løgd fram í Miðlahúsinum.

Á Kyndilsmessu verður bókin Mennandi sálarfrøði – sálarheilsa og trivnaður í verki løgd fram í Miðlahúsinum. 

Gitte Klein og Ann-Britt Fríðheim Mortensen hava skrivað bókina, sum er tann fyrsta av sínum slagi á føroyskum. Bókin byggir á ástøði í positivari sálarfrøði, menningarsálarfrøði og neurosálarfrøði. Hon gevur boð upp á, hvussu til ber at arbeiða øðrvísi við sálarheilsu og trivnaði í verki og harvið betra trivnað og sjálvsvirði hjá børnum og ungum – geva teimum betri sálarheilsu. 

Bókin er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri trivnaði hjá børnum og ungum, foreldrum, námsfrøðingum, lærarum og øllum øðrum, sum eru um børn í tí dagliga. 

Á framløguni fara høvundarnir at greiða stutt frá innihaldinum, somuleiðis fara landsstýriskvinnurnar Sirið Stenberg og Rigmor Dam at siga nøkur orð.

Høvi verður at keypa bókina fyri serprís og fáa hana signeraða av høvundunum.

Øll eru vælkomin til bókaframløguna, sum verður í Miðlahúsinum 2. februar kl. 16.00. 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018