• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

'Samfelagið og vit' til áttanda

16.08.2018
Onnur bók í bókarøðini ”Samfelagsfrøði til hádeild” er komin út.

Bókin er ætlað undirvísing í samfelagsfrøði í 8. flokki. 

Bókin er býtt upp í 5 partar. Bókin fevnir um hesi evni: 
- Brúkarasamfelagið
- Rúsdrekka, rúsevni og tubbakk
- Lógarbrot og revsing
- Arbeiði og útbúgving
- Politiskar skipanir og val

Hvør partur inniheldur fjølbroytt tilfar, ið leggur upp til ymiskar arbeiðshættir. Hvør partur byrjar við eini keipumynd og einum inngangi, sum benda á, hvat parturin snýr seg um. Umframt frágreiðandi tekstin eru eisini ein rúgva av dømum, myndum, hagtølum, modellum og brotum av ymiskum tekstasløgum. Sostatt ber til hjá næmingunum at venja ymiskar samfelagsfrøðiligar førleikar.

Til allar partarnar eru arbeiðsuppgávur og ein samandráttur.

Umframt bókina er tilhoyrandi portalur: snar.fo/samfelagid

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018