• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Janus Djurhuus (1881-1948)

Janus Djurhuus var føddur í Áarstovu í Havn í 1881. Hann var eldri bróður Hans Andreas Djurhuus. Janus fór ungur á Borgundarhólm at ganga í studentaskúla og tók prógv í løgfrøði í Keypmannahavn 1911. Hann arbeiddi stundum í Danmark og stundum í Føroyum sum sakførari.

Janus var fyrsti føroyingur, sum gav út yrkingasavn á prenti. Tað var í 1914, men longu í 1901 sást hansara fyrsta yrking í Tingakrossi. Janus breyt upp úr nýggjum innan føroyska yrking og er ein av okkara mætastu yrkjarum. Umframt yrkingasøvnini, sum hann gav út, var hann framúr týðari. Hann týddi fornan grikskan skaldskap til føroyskt, eitt nú Ilionskvæði. Hann týddi yrkingar hjá mongum gitnum yrkjarum til føroyskt.

J. H. O. Djurhuus

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Lívssøga:
Hann varð borin í heim í Áarstovu í Havn í 1881. Hetta var skaldaætt, langabbin var Sjóvarbóndin, Jens Chr. Djurhuus.

Janus gekk í realskúla í Havn og tók prógv har í 1897. Seinasta skúlaárið var Jákup Dahl lærari hansara, og sjálvur hevur Janus greitt frá, at ávís hending gjørdi sítt til at vekja hann málsliga og tjóðskaparliga. Tað var, tá Jákup las upp yrking Jóannes Paturssonar »Nú er tann stundin komin til handa« fyri næmingunum.

Meðan Janus var skúladrongur í Havn var danin Emil Bruun prestur í Suðurstreymoy og búði í Sandagerði. Til hansara gekk Janus at læra latín og grikskt mál. Frálíka næmur var hann, áhugaður og spurin. Prestur vildi fegin, at hann skuldi lesa víðari, so tá Emil Bruun í 1897 fekk starv á Borgundarhólmi, bar hann tað so í bandi, at drongurin árið eftir varð skrivaður inn í Rønne latínskúla. Janus kundi so vitja prestafólkini, tá ein løta var.

Hann tók studentsprógv ár 1900 og tók sama ár upp lestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, las eitt skifti læknafrøði, annað skifti málfrøði, fór so 1904 undir lógfrøðislestur og tók lógfrøðisprógv í 1911. Eitt skifti arbeiddi hann í Danmark, flutti so heim til Føroya og setti seg niður sum sakførari.

Ymisk viðurskifti høvdu við sær, at hann í 1928 misti loyvi sítt at arbeiða sum sakførari, hann fekk dóm og leitaði tá aftur til Danmarkar, uttan iva við tí í kvittanum ongantíð at koma heim aftur. Tíðin lekti tó mong sár, góðir vinmenn veittu honum uppreisn, hann vann sakførararættindi síni aftur í 1938, og sama ár flutti hann heim til Føroya. Her búði hann seinasta tíggju-ára-skeiðið av lívinum til hann andaðist í 1948.

Bókmentaverk:
Fyrsta yrking Janusar kom á prent í Tingakrossi í 1901, og øll sóu brátt, at her steig fram ungur endurnýggjari í føroyska skaldaheiminum, bæði tá hugsað verður um snið og innihald.

Mál hansara var meira mergjað og vælljóðandi, hann legði stóran dent á fasta uppseting og nýtti nógv stavrím:
 
»Hevjið í homrum
harðmælta kvæðið, villu
valkyrjur, vetrarins børn,
tit mínar frælsu,
froysandi hvirlur, føddar
av ódn.


Hastið í hernað
hamranna døtur, vekið til
veldis vilt glaðustrok;
gravið frá grunni
goysandi orrusturok«.

Innihaldsliga nýskapanin er fleirtættað.
Janus er maðurin, ið førir forna grikska søgu og mentan inn í føroyskan skaldskap; — eitt dømi er »Kvæði til Apollon«, sum eisini í sniði fylgir fornum grikskum yrkingarhátti:

»Óhugnað barst tú mær, gudur
við silvurboga, Apollon, slongdi í
heim meg, har toka og
regn og Boreas valdar, stroyddi
mær iva í sál — hin
virðistýnandi tvídrátt — dró fram til
sjóndar sum skugga í
Hades hin høvding Akilleus.
 
Flytjast skal kortini lovkvæði tær
og vígd hekatomba. Fyrst, tí til
fosturland Føroyar tú 
gavst — hinar tindfríðu oyggjar.
Harnæst, tí kørg Afrodite ei var,
ei heldur Athene. Allarmest tó, tí til 
skaldskap  og
streingjaleik alsk tú mær unti.


Tú grøddi lund við hábornu sjón og
marmor í Hellas«.

Í øðrum lagi er Janus í fosturlandsyrking ella lat okkum siga í politiskari yrking nýskapari. Hann lýsir fegin glæsiligu forntíðina, harmast myrku miðøldina, fegnast um tjóðskaparliga veking — hertil er hann ikki øðrvísi enn aðrir fosturlandsyrkjarar — men munurin er, at hann er víðskygdari. Hann hevur longu sæð ólívssárið, tjóðin fekk, tá klandur kom í tjóðskaparrørsluna og vit fingu politiskt floksbýti á tingi í 1906:


»Krúpandi er lívið mans,
ormatos í runudíki, ljótir troða
dvørgar dans, krátutir í
trælalíki.

Aldri reiggjast brandar meir,
steðgað er øll stórmanstala, Føroya
dalar, klettar teir nú bert tjúkkar
ormar ala.

Neyðars, neyðars Føroyaland, brunnið
tvøst, tað var títt merki! Nær vil
Sjúrður brýna brand, birta herróp,
kappin sterki?«
 
Men í svartskygninum livir vónin:

»Kanska  tó   onkra   landnyrðings-
nátt aftur sæst oyggjalands ørn —
brynjaður statt tá á borgargátt, herróp
læt dynja í fjøllum hátt, ungdómur,
oyggjalands vørn!«
 
Í triðja lagi sæst nýskapanin í hansara persónliga merkta lyrikki: ástarkvæðunum, minniskvæðunum og yrkingunum, ið spruttu úr útlegdarárunum 1928-38.

Sum týðari var Janus framúr, og vit bíta alt fyri eitt merki í, at hann velur at týða yrkjarar, sum heima í egnum landi eru serliga kendir fyri vælljóð og rímsnildi: Poe úr USA, Baudelaire úr Fraklandi, Goethe og Schiller úr Týsklandi og Fröding úr Svøríki.

Fyrsta yrkingasavn Janusar — samstundis fyrsta yrkingasavn á føroyskum — kom út í 1914. Tað bar heitið »Yrkingar«, og Hitt føroyska studentafelagið gav út. Onnur   og   økta   útgáva   kom   út   í 1923, og tá vóru komnar aftrat fleiri av størstu yrkingum hansara, m.a. tær báðar »Móses á Sinaifjalli« og »Atlantis«.
Í 1938 komu »Nýggjar yrkingar«, í 1941 »Carmina« og í 1944 »Moriendo«. Í 1961 gav Studentafelagið út »Yrkingar í Úrvali«.

Høvuðstýðingarverk hansara er »Ilions kvæði«, ið ikki kom á prent fyrr enn í 1967. Harumframt týddi hann úr grikskum: »Verjurøðu Sokratesar — Kriton Faidon« 1931 og »Gorgias-Symposium« 1935.

Janus skald, hesin málsligi slóðbrótarin hevur verið mongum av teimum, ið seinni fóru at yrkja á føroyskum, lýsandi fyrimynd.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Nýskapan í bundnum máli

Yrkingarnar, føroyingar áttu undan aldaskiftinum, vóru rættiliga eintáttaðar, sum áður nevnt ein føgur mynd av føðilandsins náttúru, eitt lovkvæði til málið, ein eggjan til at bera seg at, soleiðis at móðurlandið fekk av tí frama.

Fyrsti yrkjari, ið trein fram sum endurnýggjari, var Janus skald, hann var samstundis fyrsti føroyingur, ið gav yrkingasavn út á prenti.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2014