• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Um temasíðuna
Á hesi temasíðuni um jól og undirsíðunum eru tilfar og slóðir, sum hava við jólini at gera, savnaðar á einum stað. Hava tit jólatilfar liggjandi og hava hug at leggja tað á Snar, eru tit vælkomin at senda tað til snar@snar.fo. Eisini eru tit vælkomin at senda okkum góðar jólaslóðir.
Jólatónleikur
Í skúlanum eru jólini merkt av sangi og tónleiki. Á Spotify kunnu vit ókeypis stroyma og lurta eftir mest sum øllum sangi og tónleiki, sum til er. Vit kunnu leita sangir fram og goyma teir í eini mappu, sum vit kunnu kalla jól. Tað kann verða hent, tá vit skulu venja ein sang til jólahaldið, ella bara til hugna, tá vit møtast at klippa og gera jólapynt. Til ber eisini at venja flokkin at leita í savninum hjá Spotify, og so geva hvørjum einstøkum næmingi til uppgávu, at finna ein nýggjan jólasang til eitt ávist høvi nakrar ferðir í advent. Sangir hjá føroyska plátufelagnum Tutl eru eisini á Spotify. Her er dømi um eitt savn við jólasangum á Spotify: .
 

Jólasiðir í Evropa

Um gott og ilt á jólum

Krampus er skuggin hjá gamla jólamanninum Sankta Niklas, sum er fyrimyndin, tá vit í dag tosa um jólamannin, ið gevur gávur. Serliga í Eysturríki eru søgur um Krampus. Meðan jólamaðurin gevur fittum børnum gávur, er Krampus illur við børn, ið ikki akta. Myndir eru av Krampusi við børnum, sum hann hevur tikið og koyrt í posan. Til minnis um gamla Sankta Niklas ... les meira 

Teknifilmur um jólamannin fyri børn í øllum aldrum. Filmurin, sum hevur føroyska talu, varð sýndur í KvF í 2001 í sambandi við jólasendingina "jólagøtan"

 

Jólabøkur - flokssett

Jólabøkur í flokssetti:

Arro & Kruusval: Gubbagreytur og jólastjørnur
Bilsen & Wilkeshuis: Hin besta gávan
Bolliger Zavrel: Hirðaljóð
Capek: Eitt barn er føttCharles Dickens: Eitt Jólaævintýr
Clementsen: Jólatræ í Kúluvík, Jólavættraleikir, Jólavættrarnar og eg, og Veitsla í Vættravík
Dahl: Hóri letur upp
Jostein Gaarder: Jólagátan
Krenzer & Dusikova: Søgan um jólaklokkuna
Lindgren: Hygg, Dikka, tað kavar; Jólafrí er eitt gott hugskot, segði Dikka; Søgur úr Dundurdali og Vætturin
Michelsen: Jólagávur
Nordquist: Pettson fær vitjan á jólum
Pilkington: Besta jólagávan
Simon: Herviligi Henry heldur jól
Stein & Fagerberg: Loyniligur jólaaftan hjá vættrunum
Sturgis: Jólini hjá Sólju
Widmark & Willis: Gistingarhúsgátan
Øyen & Skeie: Gleðilig jól

Hesar bøkur kunnu lænast sum flokssett. Aðrar stakar bøkur um jól eru eisini í Námi.

Jól í orðabókini

- Hvussu siga vit gleðilig jól og hvussu benda vit orðið jól? Orðabókin gevur okkum altíð góða vegleiðing - eisini um jól. Omanfyri sært tú, hvussu jól eita á ymsum málum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017