• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Krampus er skuggin hjá gamla jólamanninum Sankta Niklas, sum er fyrimyndin, tá vit í dag tosa um jólamannin, ið gevur gávur. Serliga í Eysturríki eru søgur um Krampus. Meðan jólamaðurin gevur fittum børnum gávur, er Krampus illur við børn, ið ikki akta. Myndir eru av Krampusi við børnum, sum hann hevur tikið og koyrt í posan. Til minnis um gamla Sankta Niklas hava vit niklasarmessu 6. desember.

Gamalt er, at ljós og myrkur møtast á jólum. Vit hava myrkasta og stytsta dag beint undan jólum, og so vinnur sólin á myrkrinum og vit fáa ljósari tíðir. Tá halda vit veitslu.

Gongdin í nátturuni, har ljós vinnur á myrkri, kann eisini førast yvir á kristnu trúnna. Vit siga, at Jesus var føddur og vann á myrkrinum. Aðrir átrúnaðir hava eisini somu siðir, har tey fegnast um ljósið, sum vinnur á myrkrinum.

Í søguni hjá Charles Dickens Eitt jólaævintýr hoyra vit um gíriga mannin, sum aldri hevur unt nøkrum nakað. Men nú vil hann broyta hetta og verða blíður og gávumildur. Bókin fæst sum floksett í Námi.

Á jólum møtast mótsetningar.

Disney teknifilmurin Lend a Paw (1941) er ein jólaklassikari, sum í 8 minuttir lýsir munin millum gott og ilt. Vit eru inni hjá Mickey Mouse, ið hevur hundin Pluto, sum verður freistaður av illamanni, ið er grønur. Men ein góður andi er eisini. Báðir líkjast Pluto, men vilja ávirka hann báðar vegir. Lurtið eftir, hvat teir báðir siga við Pluto. - Hvør vinnur í kuldanum á jólum, hin góði ella illi Pluto?

Í filminum um skuggan hjá jólamanninum, Krampus (2015), hoyra vit um húskið hjá Max. Tey klandrast illa og Max ger av at venda jólunum bakið. Hann tímir ikki at halda jól. Men hann veit ikki av, at nú verður Krampus óður. - Hvussu fara jólini hjá Max og teimum at verða, nú Krampus er eftir teimum?

Her er ein annarleiðis jólakalendari, har vit m.a. hitta Krampus. 

Les meira um Krampus á Wikipedia.

 

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017