Skip to main content

Fólkaræði sum stjórnarskipan

 

Fyri um leið 2500 árum síðan varð gamla Grikkaland sett saman av býarríkjum, ið stýrdu sær sjálvum. Athen verður nevnt ”vøggan hjá fólkaræðinum”, tí tað var her, at fólkið á fyrsta sinni fekk atkvøðurætt og politiskt vald, uttan at tað afturfyri varð kravt, at fólkið skuldi eiga pengar ella aðrar ognir. Nú á døgum halda tey flestu, ið búgva á okkara leiðum, at tað er fólkið í einum landi, sum eigur at sita við valdinum, og at besta stjórnarskipanin, ið til er, er fólkaræði.

 

Áðrenn Jesus varð føddur livdu fleiri kendir heimspekingar í Gamla Grikkalandi. Teir hugsaðu nógv um, hvør átti at stýra landinum. Ein av teimum kendu heimsspekingunum æt Platonphd thesis on inflation targeting literature review importance. Hann livdi 427-347 f.kr. Hann helt ikki, at vanliga fólkið megnaði at stýra einum landi, men at valdið skuldi heldur latast heimspekingunum. Teir høvdu gingið longst í skúla, hugsaðu nógv, og teir høvdu eisini lært nógv av veruligum royndum í lívinum.

 

Aristoteles, sum livdi 384-322 f.kr., - var ein annar kendur grikskur heimspekingur. Hann helt, at tað var best at finna ein millumveg. Hann helt, at man skuldi geva miðalstættini meira vald enn tey, ið vóru ríkari og fátækari enn miðalstættin.

 

Hóast hetta tá varð roknað sum fólkaræði í grikska høvuðstaðnum, Athen, so vóru tað nógv fólk, sum ikki sluppu at vera við at taka avgerðir. Bara vaksnir og frælsir menn sluppu at atkvøða og at taka avgerðir. Kvinnur, børn, trælir og tilflytarar høvdu ikki atkvøðurætt. Men grikska fólkaræðið gav hóast alt nýggjum og fleiri fólkabólkum vald, soleiðis at valdið ikki longur var knýtt at aðalinum ella at, hvussu ríkur tú vart. Hetta slagið av fólkaræði gjørdist fyriboðan um tað nútímans fólkaræði, sum vit kenna tað nú á døgum.

 

· Ein stjórn frá fólkinum merkir: Fólkið hevur valt onkran at stýra vegna seg sjálvt. Í einum fólkaræði hevur fólkið vald. Í Føroyum velja tey, ið eru 18 ár og eldri, onkran at stýra landinum. Uppgávur verða loystar við samstarvi. Ein kommuna verður stýrd av: borgarstjóra, samgongu, andstøðu – kommunustýri; landið verður stýrt av løgtingi og landsstýri og rættarskipanini.

 

· Ein stjórn við fólkinum merkir: at allir borgarar í einum landi eiga at taka lut í fólkaræðinum.

 

· Ein stjórn fyri fólkið merkir: at stjórnin skal tæna fólkinum og syrgja fyri, at fólkið hevur tað gott. Stjórnin skal hugsa um at byggja sjúkrahús og skúlar, men eisini syrgja fyri, at tey, ið treingja hjálp, fáa hjálp. Tá hava vit eina stjórn, sum tænir fólkinum.

 

Myndirnar ovast og niðast eru frá Ungdómstingi á Føroya Løgtingi í 2015. Álvur Haraldsen tók myndirnar. Mittasta myndin er av Grikkalandi og býnum Athen í Atlasinum hjá Námi (2014).