• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Um krabbabøkurnar

Krabbabøkurnar eru lættlisnar bøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva út í felag.

Krabbabøkurnar eru lesifrøðiliga viðgjørdar, og eru ætlaðar at fáa glið á lesingina hjá næmingum, ið nýliga hava lært at lesa, og bøkur, ið eru lættar at lesa hjá næmingum, ið ikki hava so lætt við at lesa.

Krabbabøkurnar eru skrivaðar á einfaldan hátt við stuttum orðum og stuttum setningum.

Endamál

Endamálið við krabbabókunum er:

  1. at stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa
  2. at stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa
  3. at stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa
  4. at kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018