Skip to main content

Fyrilestrar á læraradegnum 2022

 

Jenis av Rana - Landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Thomas Illum Hansen - Kannandi bókmentaundirvísing
Lydia Didriksen, Sissal M. Rasmussen og Turið Kjølbro - Kvalitativ lesivanakanning
Asta Wolles - PISA-lesivanar
Andrew av Fløtum og Páll Mohr Joensen - Relatiónir og munadygg menning
Marthe Øidvin Burgess - Kritiskt lesiføri
Ingi Højsted - Støddfrøðiligt lesføri
Pálin Olsen - Kom og les raðið!
Hjálmar Dam - Undirhald

Skrá

Tak skránna niður sum PDF

Kl. 8:00Innskriving og morgunmatur
Kl. 9:00 Vælkoma
Kl. 9:30

Felags fyrilestur 1  
Kannandi bókmentaundirvísing  
Thomas Illum Hansen (DK), ph.d.,  granskingarstjóri á UCL Erhvervsakademi og Professionshøjskole  
Í fyrilestrinum kemur Thomas Illum Hansen inn á lyklahugtøk, sum eru grundfest í kannandi frálærufrøðini í bókmentum. Heldur enn at leggja orkuna í at arbeiða við lesisnildum verður dentur lagdur á tulkingarsnildir. Kannandi tilgongdin til arbeiðið við fagurfrøðiligum tekstum gevur lærarum og næmingum eitt felags mál og nýggjar møguleikar, sum rúma øðrvísi sjónarringum, fremmandum frásjónum og avbjóðandi listasniðum.

Kl.10:15 Kaffisteðgur
Kl.10:45

Felags fyrilestur 2
Kvalitativa lesivanakanningin
Lydia Didriksen, námslektari
Turið Kjølbro, ritstjóri
Sissal Rasmussen, ph.d., adjunktur

Í 2018 var stór kanning av lesivanum hjá føroyskum børnum gjørd. Aftan á kanningina gjørdi lesikanningarbólkurin uppskot um átøk at fremja lesihugin. Eitt av uppskotunum var at gera eina kvalitativa kanning av lesivanum í 6. flokkunum kring landið. Endamálið við hesi kanningini var at fara aftur um summi úrslit, ið komu fram í lesivanakanningini, og at lýsa hesi nærri. Í hesi kvalitativu kanningini, sum nú verður løgd fram, verður ljós varpað á tey nýggju úrslitini, har børnini lýsa sín lesihugburð og sínar lesivanar.

Kl. 11:30Døgurðasteðgur
Kl. 12:30

Verkstova 1: 
PISA – lesivanar
Asta Wolles, ráðgevi í føroyskum
Í PISA-kanningunum í 2009 og í 2018 var høvuðsøkið lesiførleiki. Eykatilfarið um bakstøðið hjá næmingunum legði dent á lesing og lesivanarnar hjá næmingunum. Summir av hesum spurningunum og svarunum verða løgd fram, og tosað verður um, hvørjar ábendingar vísa seg í svarunum.

Verkstova 2: 
Máltøka
Sissal Rasmussen, ph.d., adjunktur
Áhugin fyri máltøku hjá børnum er vaksin nógv tey seinnu árini, og tað kemst serliga av, at gransking vísir tætt samband millum málsligu menningina, og hvussu væl børnini seinni duga at lesa. Fyrilesturin um máltøku tekur støði í føroyskum dátum, og serligur dentur verður lagdur á orðfeingi og týdningin, sum orðfeingi hevur fyri lesiførleikar.

Verkstova 3: 
“Kom og les”
Pálin Olsen, lesivegleiðari og lærari
Í verkstovuni verður greitt frá tilfarinum og skeiðnum, sum er partur av “Kom og les”-átakinum. Átakið hevur til endamáls at styrkja lesing, og tilfarið kann brúkast til at menna lesingina hjá næmingunum í 3. – 6. flokki. “Kom og les” er samstarv millum Føroyar lesa og Lesivegleiðarafelagið.

Verkstova 4: 
Relatiónir og munadygg menning
Andrew av Fløtum og Páll M. Joensen, lærarar
Í verkstovuni verður greitt frá, hvussu arbeitt verður við at fáa næmingar á Skúlanum á Trøðni at fóta sær í skúlahøpi. Námsfrøðiliga grundarlagið byggir á góðar, sunnar og nærverandi relatiónir, so næmingarnir hvønn dag uppliva at læra og trívast persónliga og saman við øðrum.

Verkstova 5: 
Støddfrøðiligt lesføri
Ingi Højsted, ph.d., adjunktur
Seinastu 20 árini hevur hugtakið støddfrøðiligt lesføri (litterasi) vunnið seg fram í undirvísingarheiminum. Úrslit frá PISAkanningum hava elvt til nógvar broytingar í undirvísingarverkunum í fleiri londum. Men hvat merkir støddfrøðiligt lesføri? Hvør er upprunin til hugtakið? Og hvussu samsvarar hetta við støddfrøði sum lærugrein í Føroyum? Spurningar sum hesir verða viðgjørdir í verkstovuni.

Kl. 13:15Kaffisteðgur
Kl. 13:45

Felags fyrilestur 3
Kritiskt lesføri
Marthe Øidvin Burgess (NO), lektari í norskum Universitetet Sørøst-Norge
Kritiskt lesføri kann lýsast sum eitt øki í undirvísing og gransking við tveimum aðaltáttum. Annar snýr seg um at menna røddina hjá næmingunum. Hin snýr seg meira ítøkiliga um at menna málsligu og tekstligu førleikarnar hjá næmingunum. Hesir báðir tættirnir eru støðið undir granskingarverkætlanini CritLit, sum hevur trý høvuðsmál: 1) at kortleggja núverandi undirvísingarvanar, 2) at menna námsfrøðiligar leistar og læriamboð, og 3) at menna og breiða út granskingargrundaða vitan um kritiskt lesføri í fólkaskúla, á miðnámi og í læraraútbúgvingini. Í fyrilestrinum verður kunnað um verkætlanina, ymisk háttaløg, fyribils úrslit og dømi.

Kl. 14:30Undirhald
Kl. 14:50Samanumtøka

Læraradagur

Í døgunum 8., 9. og 10. november verða læraradagar í Norðurlandahúsinum. Fyriskipari er Nám.

Høvuðsevnið er lesing, og er hetta framhald av verkætlanini Føroyar lesa, sum fór av bakkastokki í august 2020.

Skráin er tann sama allar tríggar dagarnar. Hon er rættiliga fjølbroytt og tryggjar, at einstaki lærarin kennir seg og sínar lærugreinar aftur og fær brúkt innihaldið í degnum sum íblástur og víðari menning. Talan er um tríggjar høvuðsfyrilestrar, sum eru ætlaðir øllum luttakarunum, og fimm verkstovur/fyrilestrar, sum einstaki lærarin velur ímillum.

Á hesi síðuni er skráin við kunning um fyrilestrar, verkstovur og framløgur.

Vinaliga setið tykkum í samband við Nám, um spurningar ella ivamál eru. Tit kunnu ringja ella skriva beinleiðis til Dorthe Pedersen, 555175 ella dorthe@nam.fo.

Undanfarin ár