SNAR.fo

Heimurin – Nýtt heimsatlas til skúla og almenning

Nýggja heimsatlasið er nú komið so væl áleiðis, at vit í Námi hava samlaða kortavalið til atlasið. Nøkur av kortunum eru á tekniborðinum í løtuni og væntast liðug í vár. Men vit hava samlaða navnatilfarið til atlasið í fyribils umseting, ið fer til viðgerðar hjá fakfólki og í málnevndini.

Vit vilja við hjálagda navnalista eisini geva almenninginum høvi at koma við viðmerkingum, ið vit vóna kunnu vera við til at gera nýggja heimsatlasið enn betur.

Nám vil taka allar viðmerkingar frá almenninginum við í endaligu niðurstøðuna av navnatilfarinum saman við viðgerðini frá serfrøðingunum og málnevndini.
Viðheft síggjast í bókstavarað øll tey staðarnøvn í Føroyum og úti í heimi umleið 22.000 í tali, sum verða leitorð í nýggja heimsatlasinum hjá Námi.

20.000 av hesum eru staðarnøvn úti í heimi og 2000 eru á landi og sjógvi í og kring Føroyar.

Av staðarnøvnunum úti í heimi eru túsund umsett. Tey síggjast á kortunum og í leitorðalistanum aftast í atlasinum. Í leitorðalistanum verða umsettu staðarnøvnini ofta víst við ymsum stavihættum, so øll, ið brúka atlasið, hava besta møguleika at finna støð, uttan mun til um tey brúka føroyska stavseting ella tey brúka útlendska stavseting.

Tá ið ræður um tey túsund umsettu nøvnini hevur reglan verið, at bara landanøvn verða umsett. Í øðrum lagi verða eisini landafrøðilig fyribrigdi, ið fara um landamark, umsett. Aftast í atlasinum er ein landafrøðilig alfrøði.

Heimsatlasið, ið fær heitið Heimurin – Atlas til skúla og almenning  verður gjørt í samstarvi við undirvísingardeildina hjá forlagnum Harper Collins og ætlast at vera liðugt í mai í 2013. Atlasið fær harða permu, og síðutalið er 248. Forlagið Harper Collins er fremsti framleiðari av kortum, ið verða nýtt í atlasum um allan heim. Føroyska útgávan byggir á Collins Student World Atlas. Málbólkurin er næmingar úr 9. flokki upp í miðnám. Øll, ið hava onkra viðmerking til tey staðarnøvn, ið her eru at síggja, kunnu skriva til atlas@nam.fo og greiða frá.

Navnalisti - allur heimurin

Navnalisti - Føroyar

Nýtt heimsatlas

Føroya Skúlabókagrunnur er farin undir at fyrireika nýggja útgávu av ’Heimsatlas’. Tí taka vit ímóti øllum fakligum, námsfrøðiligum og málsligum viðmerkingum um nýggju útgávuna.

Eins og undanfarna atlas, skal nýggja útgávan eisini venda sær til almenningin, bæði í skúla og heima.

Kjakfundur um nýtt atlas

Í 1993 kom fyrsta og higartil einasta føroyska heimsatlas. Á almennum fundi í Miðlahúsinum 19. mai 2010 kl 19:30 verður spurt, um vit skulu hava eitt nýtt heimsatlas og um so er, hvat skal standa í einum nýggjum føroyskum atlassi.

Tíðindaskriv frá Føroya Skúlabókagrunni:

Skrá:

  • Niels Petersen, stjóri í Føroya Skúlabókagrunni: Um almennu uppgávuna hjá Føroya Skúlabókagrunni og um grundsjónarmið fyri navnagávu í ‘Heimsatlas’ (1993) 10 min
  • Jógvan í Lon, formaður í Føroysku Málnevndini: Um móðirmál í undirvísing og almennum undirvísingarmiðlum 10 min
  • Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum: Týðningurin av nýggjari orðagerð í bókútgávum 10 min

Pallborð: Eitt er kort at lesa...

Orðstýrarar: Dorit Hansen ritstjóri og Birgir Kruse ritstjóri

  • Rúni Bjarkhamar, lærari, um brúksnyttu í ‘Heimsatlas’ 5 min
  • Sámal Matras Kristiansen, form. í lesiætlanarnevnd, um brúksnyttu í ‘Heimsatlas’ 5 min
  • Uni Arge journalistur, um at brúka nýggj landafrøðilig nøvn 5 min
  • Ernst S. Olsen, lærari og málfrøðingur um føroysk staðarnøvn í Føroyingahavnini 5 min


Áhoyrarar kunnu seta røðarum og pallborðsluttakarum spurningar um heimsatlas og nýggja orðagerð 30 min

Endi:

Niels Petersen, stjóri í Føroya Skúlabókagrunni, tekur saman um 10 min Framsýning: Høvi verður at síggja nýggj heimsatlas úr Norðanlondum, Bretlandi og Týsklandi. Ókeypis kaffi fæst eisini. Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.

Heimsatlasið

Í 1993 kom fyrsta og higartil einasta føroyska Heimsatlas. Í formælinum verður greitt frá, hvussu útgávan er gjørd, hvussu tey landafrøðiligu kortini eru vald út, hvussu navnagávan hevur verið gjørd og hvørjir myndugleikar hava samstarvað við Føroya Skúlabókagrunn um útgávuna.

Heimsatlas, sum higartil er seld í 11.000 eintøkum, sæst á Snar og í Google Book Search, har øll kortini síggjast.

Sig tína meining!

Sig okkum tína greiðu meining um eitt nýtt føroyskt heimsatlas.

Tín meining kann vera landafrøðilig, námsfrøðilig, málslig, grafisk ella okkurt annað, sum vit ikki vita um, fyrr enn tú gert vart við teg.

Ring 316100, ella send tína greiðu meining til ritstjóran birgir@(if you can see this please update your browser)fsg.fo.

Útgávur

 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo