Hettar er vendispæl við myndum frá føroysku søvnunum. Stuttligt hjá næmingunum at loysa eftir at hava vitjað søvnini. Tað ber til at taka tíðina og kanna, hvussu skjót/skjótur tú ert at para myndirnar. Tú fært eisini stig fyri avrikið.
Myndirnar eru frá Náttúrugripasavninum, Fornminnissavninum, Listasavninum og Sjósavninum. BergurNet við Bergi Dalsgaard hevur framleitt spælið. Spælið er ætlað sum íkast til Savnsfagnaðin, men kann sjálvandi spælast alt árið.
Tvey smá læruspøl á BBC, sum kunnu hjálpa at læra "tabellirnar"..
Samvirki tilfar frá Discovery Channel.
Her kanst tú interaktivt læra um mumiir og hvussu lík vóru mumifiseraði. eisini kanst tú ferðast runt í grøvini og síggja teir lutir, ið vóru grivnir saman við tí deyða.
Samvirki tilfar.
Her kanst tú interaktivt læra um mumiir og hvussu lík vóru mumifiseraði.
Spæl frá BBC History.
Tað var nógv at taka støðu til tá ið ein pýramida skuldi byggjast. Her er møguleiki hjá næmingum at royna seg sum pýramidubyggjarar. Næmingarnir skulu m.a. taka støðu til hvar pýramidan skal standa, hvussu vinkulin skal vera, úr hvørjum tilfari hon skal byggjast og mangt annað.
Spæl frá history.com
Ger tín egna miðaldarprofil. Møguleiki er eitt nú at vera riddari og víkingur.
Her eru 4 smá spøl:
Abc spælið er ein nýggjur unikur máti at læra bókstavirnar uppá. Til hvønn bókstav er ein tekning, sum stular undir skapið á bókstavinum. Á tann hátt fær barnið hjálp til at minnast í myndum. Við Abc spælinum gerst tað lætt hjá øllum at læra tað, ið áður tóktist ógvuliga torført. Tað einstaka barnið lærir, hvussu bókstavirnir eita, hvussu teir síggja út og hvussu teir verða úttalaðir. Abc-spælið inniheldur fýra aktiviterir innan trý torleikastig: Skapið á bókstavinum, ljóðið á bókstavinum, navnið á bókstavinum og skap og ljóð á bókstavinum. Ein amboðskassa har mann kann seta abc-spælið upp so, at tað stuðlar undir stið og tørv hjá tí einkulta barninum.
Svara 10 spurningum um søgu, tú fært 20 sek til hvønn spurningin. Skjótari tú svarar, fleiri stig fært tú.
Slóð frá history.com
Plussið ella minusið tølini saman. og setið síðan størri enn, minni enn ella líkatekni millum.
Pluss-, minus- og faldastykki. Pluss- og minustykkini hava tøl upp til hundrað. Faldastykkini eru at venja lítlutabel.