• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Um landafrøðirøðina

Vælkomin á heimasíðuna til Landafrøðirøðina til fólkaskúlan. Á hesi heimasíðu eru fílur, leinkjur og annað til bókarøðina.

Harumframt er ætlanin, at hetta skal vera tykkara stað til vitanardeiling. Tit, bæði næmingar og lærarar, kunnu senda okkum tilfar, sum er viðkomandi fyri ávíst arbeiðsøki í landafrøðibókunum ella annað arbeiði í lærugreinini 'landafrøði' í fólkaskúlanum.

Bókarøðin fevnir um tríggjar næmingabøkur umframt lærarabók, sum ókeypis kann takast niður sum pdf.

Røðin leggur dent á at geva næmingunum kunnleika, sum byggir á innlit og evni at síggja sambond.  Í tilgongdini verður dentur lagdur á at lýsa og greina og at eggja næmingunum til at finna svarini sjálv.  Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.

Landafrøði 1 viðger náttúrulandafrøði í fýra pørtum: Jørðina og kortini, Jarðarskorpuna, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini.

Landafrøði 2 viðger mentan og samfelag; hvussu menniskju brúka og broyta jørðina. Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka, og at enda Landafrøði og politikkur.

Landafrøði 3 viðger heimspartarnar  í seks pørtum: Evropa, Asia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika og Osiania.

Lærarabók við m.a. uppgávum og uppskot um arbeiðshættir er til hvørja útgávu.

Lis Mortensen hevur týtt Landafrøði 1 og Elin Henriksen hevur týtt Landafrøði 2 og 3 úr svenskum eftir Peter Kinlund og Maria Bergman.

Landafrøðin og menniskjan
Skúlablaðið nr. 2/2015 eftir Elina Henriksen

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018