• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Býargerð

Býargerð er tann tilgongd, tá vit í stórum tali flyta av bygd í bý at búgva, saman við einum skifti frá landbúnaðarvinnu til ídnaðarvinnu, tá umræður arbeiði.

Hóast býargerð er sjónligast í stórum londum úti í heimi, kann henda gongd eisini síggjast hjá okkum. Til dømis tá fiskivinna tók seg upp, og skapti arbeiði á landi fyri meir enn hundrað árum síðan. Í dag ber til at hyggja eftir, hvar fólk velja at búseta seg. Ofta er tað har, sum ferðslan er lagaligast til og frá arbeiði.

Samvirkið heimskort, sum vísir býargerðina frá 1950 til 2030

Í hesum heimskortið frá 2015 hevur bretska avísin The Economist gjørt eitt yvirlit, ið vísir býargerð í øllum heiminum frá 1950 til 2030.

 

Uppgávur:

Nær er avísin The Economist stovnað? Met um kelduvirðið.

Í filminum Urbanisation er størsta talvirði rural. Hvat merkir hetta heiti?

Hvussu broytist talið fyri tey, sum búgva í øki, sum er rural frá 1950 til 2030?

Hvør er orsøkin til hesa gongd úti í heimi?

Sæst henda gongd eisini í Føroyum?

 

 

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017