• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fólkatalsfrøði á Wikipedia

Wikpedia er heimsins størsta alfrøði. Hon byrjaði á enskum í 2001 og er bara á netinum. Flestu greinar eru á enskum. Hin føroyska Wikipedia byrjaði í 2004. Í februar í 2017 eru 12.440 greinar í føroysku útgávuni.

Um fólkatalsfrøði á Wikipedia

Undir leitorðinum fólkatalsfrøði kunnu vit lesa, at hetta eru vísindini um gongdina í fólkatalinum, um fólkasamanseting við atliti at kyni, aldri og borgarastøðu, um landafrøðiliga býtið í íbúgvatali og samanseting, og um tær broytingar í íbúgvatali og samanseting, sum koma av gongdini í føðitíttleika, deyðstíttleika, tilflyting og fráflyting.

At enda í greinini á Wikpedia verður víst til Hagstovuna sum keldu og ensku orðabókina Merriam Webster at lýsa týdningin í orðinum fólkatalsfrøði.

Uppgávur:

Er Wikipedia ein brúkilig kelda? Grundgev fyri svarinum.

Hví verður víst til Hagstovuna? Hvørjar upplýsingar kunnu vit finna har?

Hví skulu vit hava dagførdar upplýsingar um fólkatalsfrøði?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017