• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins tøl

Fyri tvey túsund árum síðan vóru 250 milliónir fólk í øllum heiminum. Fólkatalið vaks ógvuliga spakuliga, tí lívskorini vóru ikki serliga góð, og nógv fólk gjørdust ikki gomul.

Í árinum 1800 varð heimsins fólkatal ein milliard. Góð hundrað ár seinni varð fólkatalið tvífaldað, tvær milliardir. Men longu í 1961 var heimsins fólkatal tríggjar milliardir, og í 1999 var talið dupult so stórt. Í 2011 fór fólkatalið upp um sjey milliardir.

Framrokningar benda á, at fólkatalið veksur so mikið, at miðskeiðis í 2030’unum verða vit 8,4 milliard, og 9,6 milliard miðskeiðis í 2050’unum.

Í nógvum londum, har fólkatalið veksur skjótt, eru vánalig lívskor, meðan onnur lond, ið hava lítlan fólkavøkstur, hava góð lívskor.

Í fólkatalsfrøði merkir heimsins fólk tað samlaða talið av fólki, sum nú eru á lívi. Í august í 2016 varð mett, at 7,4 milliard fólk vóru á jørðini. Sameindu Tjóðir meta, at í árinum 2100 fer fólkatalið at verða 11,2 milliardir.

Netstaðurin Worldometers vísir okkum hagtøl meðan vit lesa. Vit kunnu síggja heimsins fólkatal, meðan tað veksur, og hvussu nógv hava fartelefonir og annað mangt.

Far til heimasíðuna Worldometers

 

Uppgáva:

Hvør er týdningurin í at hava atgongd til hagtøl alla tíðina?

Hava summi hagtøl størri týdning enn onnur?

Hvat kunnu vit brúka hagtøl til?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017