• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Algeria

Algeria er frá Miðjarðarhavsstrondini og langt suður í Saharaoyðimørk og er næststørsta land í Afrika. Landið vann sær sjálvstýri undan fronskum yvirræði í 1962. Frælsisbardagin stóð við í átta ár og týndi eina millión mannalív. Meðan fraklendingar ráddu, búsettu hundraðtúsundtals evropearar seg í Algeria, men mangir teirra fóru av aftur landinum, tá ið landið fekk sjálvstýri. Síðan tá hevur Algeria havt týðandi leiklut í heimspolitikkinum sum limur í ST , Arabiasamgonguni og Arabisku Liguni.

Alger, høvuðsstaðurin í Algeria, er størsti býur í landinum og týdningarmesti havnabýur. Muslimar úr Arabia grundaðu býin í 10. øld. Turkar tóku býin í 1518, og fraklendingar tóku hann frá turkum í 1830. Í nýggjaru býlingunum fram við Algervík er byggisniðið týðiliga merkt av franskari ávirkan. Elsti býarparturin við smølum gøtum, moskum og marknaði er bygdur niðan eftir Shaelheyggi.

Olja og gass eru hjartatátturin í búskapinum í Algeria, og landið eigur ógvuliga stórar olju- og gassleiðir inni í Sahara. Oljuvinnan tók seg upp í 1958, og í 1979 vórðu vunnin 1,2 milliónir føt um dagin. Fallandi oljuprísur á heimsmarknaðinum í 1980-og 1990-árunum hevur havt við sær, at minni verður vunnið av olju nú, men teir vinna meiri gass enn áður. Algeria selur bæði Fraklandi og Spania gass.

Algeria megnar ikki at dyrka nóg mikið av grøði til fólkið, ið fjølgast skjótt. Landið má flyta inn 75% av matinum, landinum tørvar. Kortini livir helvtin av fólkiniim av landbúnaði. Høvuðsgrøði er korn, aldinfrukt, vínber, oljuber og tubbak; fikur og dadlur eru eisini týðandi grøði. Algeria er ímillum tey lond í heiminum, ið dyrka mest av dadlum og gera mest av tundri. Dadlur verða etnar feskar, turkaðar ella malnar til mjøl. Brendir og malnir dadlusteinar verða nýttir til dadlukaffi.

Í 2011 breiddi arabiska várið seg um londini í Norðurafrika og Miðeysturi. Meðan summi lond vórðu kollvelt, varð Algeria ikki so hart rakt. 

Í 2016 varð mett, at fólkatalið í Algeria var 40,4 milliónir fólk. Hóast arabar eru í stórum meiriluta, er fimtingurin av fólkinum berbar, fólkið, ið var undan arabum. Arabiskt er alment mál, og islam er høvuðsátrúnaður. Um ein millión evropearar búsettu seg í Algeria, meðan fraklendingar ráddu har, men nú eru bara nakrir fáir túsund eftir. Flestir teirra eru ættaðir úr Fraklandi, Spania og Italia.

Útnyrðingsafrika

Í útnyrðingshorninum í Afrika eru tey fyra londini Marokko, Algeria, Tunesia og Libya. Hesi lond hava eina gamla og fjølbroytta søgu, tí at tey eru á markinum ímillum hini londini í Afrika, Vesturevropa og Miðeystur. Flestu fólk eru muslimar, tala arabiskt og eru ættað frá fólki úr Miðeystri. Frá 1530-árunum til 1830-árini vóru londini partur í Osmannaríkinum. Síðan løgdu hjálandaveldini Frakland, Spania og Italia londini undir seg, til tey fingu frælsi miðskeiðis í 20. øld. Londini í Útnyrðingsafrika eru lutfalsliga rík, tí at her er nógv olja og nógv gass.

Eitt hitt størsta vandamálið í Útnyrðingsafrika er bráði fólkavøksturin. Bara í Algeria fjølgaðist fólkið úr 12 milliónum upp í 25 frá 1966 til 1990, og úr 25 uppí 34 milliónir frá 1990 til 2010. Fleiri milliónir fólk eru flutt av bygd til býirnar at arbeiða. Hetta hevur elvt til stórt íbúðartrot inni í býunum og ovfólkaðar fátækrabýlingar í býarútryðjunum.

Meginparturin av teimum 85 milliónum fólkunum í Útnyrðingsafrika búgva í smala strandgeiranum út ímóti Miðjarðarhavi og Atlantshavi. Her er veðurlagið lýtt og slavið um veturin og heitt og turt um summarið; tí er strandalendið betur egnað til landbúnað enn lendið inni í landinum. Týdningarmesta grøðin er aldinfrukt, dadlur, oljuber, tomatir og blómur. Stóru býirnir eru eisini í lendinum.

Arabisku hertøkurnar í 7. og 11. øld hava sett sjónlig merki eftir seg í Útnyrðingsafrika. Arabar gjørdust brátt fjølmentari enn upprunafólkið, berbar, sum gjørdu uppreistur ímóti nýggju valdsharrum sínum. Arabar settu skjótt bæði mál sítt (arabiskt) og átrúnað sín (islam) í gildi í øllum fýra londunum. Hóast hesi lond seinni komu undir evropeiskt yvirvald vóru og eru tey enn partur í arabiska heiminum, tá ið talað verður um mál, mentan, átrúnað og byggilist.

Mesta øki í Útnyrðingsafrika er glóðheit oyðimørk - Sahara - sum tíverri veksur ógvuliga skjótt, tí at ov nógvur fenaður er uppiá í graslendinum í útryðjunum í oyðimørkini. Yvirskipanin ger, at lendið verður rótbitið, svarðlosnar og verður til dust og sand. Hóast hitin um dagin fer upp um 50°C, hóast náttarfrost og turk í mong ár, liva her dýr, sum hava lagað seg til hesar ómildu lívsumstøður.

Fá fólkasløg hava lagað seg til at búgva í Sahara. Eitt av hesum harðbalnu fólkasløgum eru tuaregar, sum í øldir hava livað sum flakkfólk og eru gitnir fyri at fara langar leiðir ígjøgnum oyðimørkina á marknaðirnar við salti. Reiðdýr teirra er kamelur, og av honum fær fólkið eisini mjólk, kjøt, ull og húðir. Alt fleiri tuaregar gevast nú við at liva sum flakkfólk og búseta seg í býunum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Alger

Vídd: 2.381.741 km2

Fólkatal: 40.400.000 (mett 2016)    

Alment mál:
arabiskt

Átrúnaður: 
islam 99% aðrir 1%

Stýrirlag: 
lýðveldi

Gjaldoyra: 
algerskur denarur (DZD)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017