• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Angola

Angola kundi verið ímillum tey lond í Afrika, har framburðurin var størstur. Stórir partar í landinum eru fruktagóðir; fyri norðan eru stórir regnskógir, fyri sunnan víðar, turrar grasfløtur. Dyrkað verður so mikið, at landið er sjálvbjargið við mati, ríviligt av øðrum tilfeingi er eisini, bæði olja og gass og alskyns steinsløg, ið veita landinum góða inntøku. Men drúgva og harða borgarakríggið, ið vardi í 20 ár, hevur armað landið. So at siga eingir landspartar sluppu óskalaðir undan krígnum. Túsundtals fólk lótu lív, og uppaftur fleiri vórðu meiðslað.

Tá ið portugisar fóru úr Angola í 1975, brast borgarakríggj á. Kríggið stóð ímillum frælsisrørsluna MPLA, sum Soyjetsamveldið og Kuba stuðlaðu, og UNITA, sum Suðurafrika og USA stuðlaðu. Í 1991 fekst vápnahvíld í lag. Stutt eftir var val, MPLA vann, og so brustu bardagarnir á aftur. Í 1994-95 samdust partarnir um at binda frið, men seint hevur gingið at seta avtaluna í verk.

Havnabýurin Luanda er høvuðsstaður og størsti býur í landinum. Portugisar bygdu býin í 1576, og í fleiri hundrað ár var hann trælamiðstøð, haðan trælir vórðu avskipaðir til Brasil, sum tá var portugisiskt hjáland. Portugisar bygdu eitt verndaivirki, og mong onnur prýðilig hús, ið nú standa síð um síð við nýmótans háhús. Í útryðjuni í býnum búgva túsundtals fólk í fátækrabýlingum.

Cabinda er lítil angolskur landslutur beint norðan fyri Angola. Her eru funnar nakrar av størstu oljukeldunum í Afrika. Hildið verður, at í hesari oljuleið, stutt úr landi, eru einar 1,5 mia. tunnur av olju og ovurnógv gass. Í landnyrðingspartinum eru av størstu diamantlindum í heiminum, og syðri í landinum høgga teir jarnmálm og onnur steinsløg. Drúgva borgarakríggið hevur oyðilagt nøkur nám og ídnaðarvirki.

Benguelajarnbreytin varð latin upp í 1931. Hon varð løgd at flyta kopar og onnur steinsløg eftir úr námunum í Sambia og Demokratiska Lýðveldinum Kongo til havnabýirnar Benguela og Lobito í Angola. Mangir angolar arbeiddu á jarnbreytini og í havnabýnum, men mangir teirra gjørdust arbeiðsleysir, tá ið jarnbreytin varð oyðiløgd í borgarakrígnum. Eftir vápnahvíldina í 1991 eru partar av jarnbreytini gjørdir aftur.

Humbiar í Útsynningsangola nýta vanligan boga sum ljóðføri. Hann, ið leikar, heldur boganum inn at munninum við aðrari hond. Við hinari hondini slær hann á bogastreingin við einum pinni, og tá koma ymiskir tónar, meðan leikarin flytir varrarnar eftir boganum.

Syðra Afrika

Søgan hjá teimum átta londunum, ið eru í syðra Afrika, líkist nógv. Øll hava verið undir evropeiskum hjálandastýri, og næstan øll londini máttu stríðast til tess at fáa sjálvstýri. Í flestu londunum hava verið drúgv og hørð kríggj. Nú eru øll londini fræls og fólkaræðislig, og í øllum londunum er fólkið nógv blandað, og øll hava javnbjóðis rættindi. Veðurlagið syðst í hesum londum er temprað, fyri norðan er tropiskt veðurlag. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, regnskógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll. Ovurstórur munur er eisini á vælferð og lívskorum fólksins. Í Suðurafrika ríkir ídnaðarharrar og stórbøndur; í Kalaharioyðimørk veiðifólk og savnarar.

Politikkurin í Suðurafrika hevur ávirkað alt syðra Afrika. Frá 1948 førdu myndugleikarnir rasuskilnaðarpolitikk, nevndur apartheid-politikkur. Suðurafrika royndi at steðga menningini í grannalondunum, ið vóru ímóti apartheid. Landið stuðlaði uppreistrarliðum, sum bardust ímóti stjórnini í Angola og Mosambik og hjálpti teimum, ið vórðu ímóti, at tey svørtu fingu politiska valdið í Simbabvi og Namibia. Tá ið apartheidpolitikkurin varð tikin av í 1994, batnaðu viðurskiftini ímillum Suðurafrika og grannalondini. Til 1994 vóru javnan mótmælisgongur í øllum Suðurafrika ímóti hvíta apartheidstýrinum í Pretoria.
 
Okavangooyrarnar eru ikki sum aðrar oyrar, ið leggjast við havið ella vøtn, men renna út í oyðimørk. Áin vellir upp í Angola og rennur í landsynning ígjøgnum Namibia, til hon ger oyrarnar í Kalaharioyðimørk í Botsvana. Stóru mýrarnar og áirnar eru stívliga 22.000 km2 í vídd og tilhaldsstaður hjá sonnum dýra- og plantumeingi. Fólkið, ið býr við oyrarnar, siglir í oyrunum í holaðum kanoum, nevndar mokoro.

Landslagið í syðra Afrika er fjølbroytt. Fyri vestan og miðskeiðis í londunum eru turrar oyðimerkur; fyri norðan er tropiskur regnskógur; og víða um miðskeiðis og serliga fyri eystan eru víðar grasfløtur við stórum dýrameingi. Her eru t.d. heimsins minsta antilopa, dik-dik, og størsta dýr uppi á landi, afrikanski fílurin. At verja hótt dýr eru stór øki løgd av sum friðingarøki og tjóðgarðar. Cape Town á Høvdanesi í Suðurafrika er undir stórsligna Taffelfjallinum. Á Høvdanesi vaksa mangar plantur og blómur, sum ikki vaksa aðrastaðni í heiminum. Ferðafólk úr øllum heiminum koma til syðra Afrika at síggja sjáldsama dýrameingið og fagra, stórsligna landslagið.

Í syðra Afrika eru ógvuliga nógv steinsløg. Meginparturin av øllum gulli, diamantum, urani og kopari kemur hiðan, og hetta hevur broytt korini hjá fólki og búskapin í londunum nógv. Í Botsvana eru steinsløg høvuðsstuðulin undir búskapinum; næstan 80% av øllum inntøkunum í landinum eru frá diamantvinnuni. Suðurafrika er tað landið í heiminum, ið høggur mest gull, og í Namibia eru størstu urannám í heiminum. Kol er týdningarmesta brennievni í syðra Afrika. Í Suðurafrika, Simbabvi, Botsvana og Mosambik er ógvliga nógv kol.

Í øllum syðra Afrika fara fólk av bygd til býirnar at fáa arbeiði. Í Johannesburg í Suðurafrika búgva nú fleiri enn 9 milliónir fólk, og hann er næst størsti býur í Afrika. Keiro er størstur. Í høvuðsstaðnum í Mosambik, Maputo, varð fólkið tvífaldað frá 1975 til 1983; nú býr hálv onnur millión fólk í býnum.

Í Afrika hevur verið vanligt, at konufólkið hevur havt ábyrgd av at hildið hús, umframt at dyrka jørðina. Mong mannfólk í Afrika eru heiman upp í eitt og tvey ár í senn og arbeiða í námum og í býunum, tí eru næstan bara konufólk eftir í bygdunum. Tey fáa tí alt meiri ábyrgd av húsi og heimi.

Sanfólkið í Kalaharioyðimørk er eitt av fáu fólkunum í Afrika, ið liva sum veiðifólk og savnarar. Tey búgva og arbeiða saman í smáum samfeløgum við føstum ættarbondum. Í øldir hava tey farið úr einum staði í annan í oyðimørkini og tikið skordýr og henta plantur at eta og við eiturørvum veitt smá dýr. Nú gevast mong við gamla lívsháttinum og búgva fast í bygdum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Luanda

Vídd: 1.246.700 km2

Fólkatal: 13.068.161

Alment mál:
portugisiskt

Átrúnaður:
kristindómur 53% (katolikkar 38% og protestantar 15%) afrikanskir átrúnaðir 47%

Stýrislag:
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: kwanza (AOA)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017