• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Botsvana

Botsvana er eitt av fáu londunum í Afrika, har tað hevur gingið støðugt framá búskaparliga. Tá ið Botsvana gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1966 var tað ørfátækt landbúnaðarland, fólkið livdi av sjálvbjargnisbúnaði. Rættilig ferð kom á búskaparligu menningina, tá ið diamantar vórðu funnir í 1967. Ein onnur týdningarmikil vinna eru stóru neytagarðarnir, sum eru komnir síðan 1970-árini. Í Botsvana er trygt fólkaræðiligt stýri.

Tá ið Botsvana gjørdist sjálvstøðugt ríki, var eingin høvuðsstaður, tí at tað hevði verið stýrt úr Mafikeng í Suðurafrika. Nýstovnaða ríkið bygdi tí nýggjan høvuðsstað, Gaborone. Um 200.000 fólk búgva nú í býnum (2010), sum umframt at vera høvuðsstaður eisini er miðdepil fyri ídnaði og samferðslu.

Tsvanar, ið er fjølmentasta fólkaslagið í Botsvana, hava í øldir skipað seg í høvdingadømi. Hvørt høvdingadømi hevur egið høvdingasetur, og uttan um tað eru garðarnir, ið hoyra til tað. Hvørt húskið býr á sínum garði. Garðurin er eini 3-4 hús við laðaðari girðing uttanum. Túnið innan fyri girðingina verður nevnt lolwapa.

Syðra Afrika

Søgan hjá teimum átta londunum, ið eru í syðra Afrika, líkist nógv. Øll hava verið undir evropeiskum hjálandastýri, og næstan øll londini máttu stríðast til tess at fáa sjálvstýri. Í flestu londunum hava verið drúgv og hørð kríggj. Nú eru øll londini fræls og fólkaræðislig, og í øllum londunum er fólkið nógv blandað, og øll hava javnbjóðis rættindi. Veðurlagið syðst í hesum londum er temprað, fyri norðan er tropiskt veðurlag. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, regnskógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll. Ovurstórur munur er eisini á vælferð og lívskorum fólksins. Í Suðurafrika ríkir ídnaðarharrar og stórbøndur; í Kalaharioyðimørk veiðifólk og savnarar.

Politikkurin í Suðurafrika hevur ávirkað alt syðra Afrika. Frá 1948 førdu myndugleikarnir rasuskilnaðarpolitikk, nevndur apartheid-politikkur. Suðurafrika royndi at steðga menningini í grannalondunum, ið vóru ímóti apartheid. Landið stuðlaði uppreistrarliðum, sum bardust ímóti stjórnini í Angola og Mosambik og hjálpti teimum, ið vórðu ímóti, at tey svørtu fingu politiska valdið í Simbabvi og Namibia. Tá ið apartheidpolitikkurin varð tikin av í 1994, batnaðu viðurskiftini ímillum Suðurafrika og grannalondini. Til 1994 vóru javnan mótmælisgongur í øllum Suðurafrika ímóti hvíta apartheidstýrinum í Pretoria.
 
Okavangooyrarnar eru ikki sum aðrar oyrar, ið leggjast við havið ella vøtn, men renna út í oyðimørk. Áin vellir upp í Angola og rennur í landsynning ígjøgnum Namibia, til hon ger oyrarnar í Kalaharioyðimørk í Botsvana. Stóru mýrarnar og áirnar eru stívliga 22.000 km2 í vídd og tilhaldsstaður hjá sonnum dýra- og plantumeingi. Fólkið, ið býr við oyrarnar, siglir í oyrunum í holaðum kanoum, nevndar mokoro.

Landslagið í syðra Afrika er fjølbroytt. Fyri vestan og miðskeiðis í londunum eru turrar oyðimerkur; fyri norðan er tropiskur regnskógur; og víða um miðskeiðis og serliga fyri eystan eru víðar grasfløtur við stórum dýrameingi. Her eru t.d. heimsins minsta antilopa, dik-dik, og størsta dýr uppi á landi, afrikanski fílurin. At verja hótt dýr eru stór øki løgd av sum friðingarøki og tjóðgarðar. Cape Town á Høvdanesi í Suðurafrika er undir stórsligna Taffelfjallinum. Á Høvdanesi vaksa mangar plantur og blómur, sum ikki vaksa aðrastaðni í heiminum. Ferðafólk úr øllum heiminum koma til syðra Afrika at síggja sjáldsama dýrameingið og fagra, stórsligna landslagið.

Í syðra Afrika eru ógvuliga nógv steinsløg. Meginparturin av øllum gulli, diamantum, urani og kopari kemur hiðan, og hetta hevur broytt korini hjá fólki og búskapin í londunum nógv. Í Botsvana eru steinsløg høvuðsstuðulin undir búskapinum; næstan 80% av øllum inntøkunum í landinum eru frá diamantvinnuni. Suðurafrika er tað landið í heiminum, ið høggur mest gull, og í Namibia eru størstu urannám í heiminum. Kol er týdningarmesta brennievni í syðra Afrika. Í Suðurafrika, Simbabvi, Botsvana og Mosambik er ógvliga nógv kol.

Í øllum syðra Afrika fara fólk av bygd til býirnar at fáa arbeiði. Í Johannesburg í Suðurafrika búgva nú fleiri enn 9 milliónir fólk, og hann er næst størsti býur í Afrika. Keiro er størstur. Í høvuðsstaðnum í Mosambik, Maputo, varð fólkið tvífaldað frá 1975 til 1983; nú býr hálv onnur millión fólk í býnum.

Í Afrika hevur verið vanligt, at konufólkið hevur havt ábyrgd av at hildið hús, umframt at dyrka jørðina. Mong mannfólk í Afrika eru heiman upp í eitt og tvey ár í senn og arbeiða í námum og í býunum, tí eru næstan bara konufólk eftir í bygdunum. Tey fáa tí alt meiri ábyrgd av húsi og heimi.

Sanfólkið í Kalaharioyðimørk er eitt av fáu fólkunum í Afrika, ið liva sum veiðifólk og savnarar. Tey búgva og arbeiða saman í smáum samfeløgum við føstum ættarbondum. Í øldir hava tey farið úr einum staði í annan í oyðimørkini og tikið skordýr og henta plantur at eta og við eiturørvum veitt smá dýr. Nú gevast mong við gamla lívsháttinum og búgva fast í bygdum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Gaborone

Vídd: 381.730 km2

Fólkatal: 2.029.307

Alment mál:
enskt

Átrúnaður:
kristindómur 72% afrikanskir átrúnaðir 18%

Stýrislag:
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: pula (BWP)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017