• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Burundi

Til Burundi og Ruanda fingu sjálvstyri í 1962, vóru londini eitt land. Í báðum londum búgva tutsiar og hutuar, og stríðið ímillum hesi bæði fólkasløgini er eisini farið illa við Burundi. Í 1972 drupu tutsiar einar 10.000 hutuar. Ógvuliga mong fólk eru flýdd higar úr krígsherjaða Ruanda; hetta hevur stórar trupulleikar við sær, tí at Burundi er líka fjølbygt og líka fátækt sum granni sín fyri norðan.

Flestu fólk í Burundi liva av landbúnaði. Á fruktabesta lendinum býr so nógv fólk, at hvørt húski eigur bara so mikið avjørð, at tey so dánt fáa breyðføtt seg góð ár. Óár er stórur vandi fyri hungursneyð.

Jarðartýning er stórur trupulleiki, tí nógvur skógur verður ruddaður at fáa dyrkilendi.

Í Burundi verða frásagnir, sangur og tónleikur borin ætt eftir ætt av mannamunni, júst sum á okkara leiðum í gomlum døgum. Fólkadansur tutsianna verður hildin at vera ímillum tað besta, afrikonsk mentan eigur.

Miðafrika - Eystari partur

Høg fjøll, djúpir dalar, rivur, gosfjøll og ovurstór vøtn skera seg ígjøgnum londini norðan úr Uganda og suður í Malavi. Hetta sermerkta landslagið er partur av ovurstórari rivu í jarðarskorpuni, nevnd Stóri Rivudalur. Hægsta fjall í Afrika er Kilimanjarofjall, eitt gosfjall, sum liggur í dvala í tí partinum av Stóra Rivudali, sum er í Tansania. Annars er mesta landslagið í hesum parti í Afrika slættar grasfløtur, nevndar savanna. Dýralívið á savannuni er tiltikið, og á hvørjum ári koma mong ferðafólk úr øllum heiminum at síggja tað. Hetta er vorðin týðandi vinna hjá londum sum Kenja og Tansania. Te og kaffi eru vorðin góð inntøka hjá teimum sjey londunum, ið eru her. Námsvinna og smáir bóndagarðar hava altíð havt stóran týdning, og aðrar vinnur taka seg upp nú.

Á savannuni veksur gult, sítt gras, onkustaðni 4 metrar høgt. Har regnar bara stutta tíð á árinum, og tí vaksa grasrøturnar ógvuliga djúpt niður í jørðina, at tær kunnu taka vætu úr jørðini í turrtíðini. Bløðini á akasiutrænum, sum er leyvtræ, eru næstan sum nálirnar á nálatrøum, so vatnið guvar ikki burtur. Baobabtræið goymir vatn í uppbólgnaða buli sínum. At verja landslagið og stórbæra dýralívið eru stór øki á savannuni friðað. Tvey av hesum stóru friðingarøkjum eru tjóðgarðarnir Serengeti í Tansania og Masai Mara í Kenja.
 
Stórir flokkar av giraffum, fílum, antilopum og sebrum reika um á savnnuni eftir beiti og vatni. Í hølunum á teimum eru altíð ránsdýr, gepardar, leyvur, leopardar, sum bíða eftir at taka tey veikastu dýrini burturúr. Skamt haðan bíða rægammar og sjakalar til reiðar at fáa sær ein bita av rænum.

Flestir bøndur her á leiðini royna bara at føða seg og húski sítt, annaðhvørt velta teir ymsa grøði ella halda teir neyt. Í hálendinum, har veðurlagið er vátt, men ikki so heitt, er fruktagóð gosøskujørð, og her eiga búnaðarfyritøkur stórar lundir, har tær dyrka te og kaffi til útflutnings. Sum fólkið er fjølgað, eru mangir garðar so smábýttir, at bøndurnir hava verið noyddir at velta niðan í brøttu líðirnar; tað ger, at í nógvum avfalli loypur oman, og soleiðis er nógv lendið oyðilagt.

Te verður gjørt av blaðnum á terunninum. Hentararnir mega skotra seg fram ímillum tøttu runnarnar, at henta nýsprotnu bløðini; tí eru teir í gummisvintu.

Stóri Rivudalur er 7.000 km norðan úr Sýria í Asia og suður í Mosambik. Í nógvar milliónir ár hava rørslur ímillum tvær plátur í jarðarskorpuni skapað hetta stórsligna landslagið. Sumstaðni hava rørslurnar gjørt djúpar dalar við brøttum líðum, sum t.d. Maulíðirnar í Kenja. Aðrastaðni hava gosfjøll og rivugos gjørt stórar háslættar. Athiháslættarnir í Kenja vórðu soleiðis til.

Suður ígjøgnum allan Stóra Rivudal eru mong ovurstór vøtn; har er nógvur fiskur. Mong fólk liva her av fiskiskapi, mest verður fiskað í Albertsvatni, Malavivatni og Taganganyikavatni. Vanligasti reiðskapurin eru smá gørn, nót, rúsa og skutil.

Á láglendinum í eystara parti í Miðafrika, har avfallið er so lítið, at illa ber til at dyrka jørðina, liva flakkfólk, sum fara um hetta víðføra lendið eftir beiti og vatni við neyta-, seyða- og geitafylgjum sínum; summi teirra hava eisini kamelar og asnar. Í lendinum sunnan fyri Nairobi tætt við markið ímillum Kenja og Tansania halda masaiarnir til. Teir eru flakkfólk og halda sebuneyt. Høvuðskostur teirra er mjólkin undan kúnum og blóð. Blóðið tappa teir av neytunum við æðralating.

Masaikrígsmenninir og masaikonurnar ganga við stórum prýðum, vanligu prýðini eru perlukragar, stórir oyrnaríngar og kopararmbond. Flestu masaimannfólkini hava fleiri enn eina konu. Hvør kona hevur sini egnu hús og býr har saman við børnunum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Bujumbura

Vídd: 27.830 km2

Fólkatal: 9.863.117

Alment mál: kirundi og franskt

Átrúnaður:
kristindómur 67% afrikanskir átrúnaðir 32% og islam 1%

Stýrislag: lýðveldi

Gjaldoyra: burundiskur frankur (BIF)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017