• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Ekvatorguinea

Fólkið í Ekvatorguinea hevur tolt nógv, og búskapurin hevur ligið í sori av harðræðisávum. Øll 1970-árini stýrdi eirindaleysi einaræðisharrin Macias Nguema landinum, men í 1990-árunum tók hóvligari stýri við valdinum. Hetta lítla, fagra landið - har eisini fimm oyggjar eru uppií, má nú stríðast til tess at fáa búskapin á føtur aftur.

Lýggja veðurlagið og fruktagóða gosøskujørðin í størstu oynni Bioko gera, at oyggin er væl egnað til landbúnað, men vegirnir eru fáir, og verkafólkið veit einki um nýggjar dyrkingarhættir. Mesta lendið er lagt inn til kakaolundir, tískil er næstan eingin jørð eftir, har fólkið kann dyrka mat.

Vanligt er enn, at fólk í Afrika týða til gomul heimaráð fyri sjúku. Dýraleggir, sniglaskeljar og trærøtur verða nýtt vanliga í almennum halgihaldum. Grøðarin dansar uttan um sjúklingin og syngur uppi yvir honum, til tess at ákalla andarnar um hjálp.

 

Miðafrika, vestari partur

Í Miðafrika báðumegin Miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld; síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond. Londini tóku loysing í 1960-árunum, men striltið hevur gingið at sett fólkaræðiliga stýrisskipan í gildi. Ójavnt er, hvussu londini eru fyri; í Kamerun hava politisku viðurskiftini verið trygg, men í Miðafrikalýðveldinum hava harðrend hernaðarstýri rátt, og landið er sera fátækt.

Fjølbroytta landslagið er alt eftir, hvussu veðurlagið er. Við Miðkring vaksa stórir og tættir regnskógir, tí at har er veðurlagið heitt og slavið, og nógv regn er alt árið. Longri burturi frá Miðkringi eru regntíð og turrtíð, og her eru savanna og spjaddur runnavøkstur. Norðast í Miðafrika, í Kjad, er glóðheit sandoyðimørk.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Malabo

Vídd: 28.050 km2

Fólkatal: 633.441

Alment mál: spanskt

Átrúnaður:
kristindómur 90% aðrir 10%

Stýrislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: CFA frankur (XOF)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017