• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Eritrea

Eftir frælsiskríggj í 20 ár loysti fjallalandið Eritrea frá Etiopia í 1991. Eritreiski frælsisherurin (EPUF) rak seinastu etiopisku herdeildirnar av landinum og fór so at gera landinum eina stjórnarskipan. Fólkið í Eritrea roynir nú at fáa á føtur aftur búskapin og alt annað, sum varð oyðilagt í krígnum.

Landnyrðingsafrika

Í Landnyðringsafrika eru londini Egyptaland og Sudan, bæði oyðimarkarlond, sum fáa vatn úr Nilá, og Hornið í Afrika, nevnt soleiðis, tí at tað líkist einum dýrahorni. Her eru londini Somalia, Djibuti, Etiopia og Eritrea, øll fýra av fátækastu londum í heiminum. Landamørkini ímillum londini eru sett í 20. øld og fylgja teimum mørkum, sum gomlu hjálandaveldini settu. Mong fólk í hesum londum eru flakkfólk, liva av fenaði og geva sær als ikki far um landamørkini, tá ið tey fara sínar longu leiðir at leita eftir beiti til dýr síni.

Arbeiðshátturin í landbúnaðinum í hesum londum er fyri tað mesta gamal og amboðini einføld, t.d. er enn vanligt at nýta hakkara og akurknív. Træplógvið, ið neyt draga, er lætt og kann verða borið ímillum spjøddu akrarnar. Men plógvið vendir bara tí ovastu moldini, so at tøðini fara ikki djúpt niður. Eftir fáum árum er jørðin útarmað

Seinastu árini hevur kríggj verið í Somalia, Sudan, Etiopia og Eritrea. Eritrea sleit frá Etiopia eftir 20 ára borgarakríggj. Túsundtals eritreisk konufólk bardust saman við monnunum í frælsiskrígnum ímóti Etiopia, mong teirra vóru yvirmenn í herínum. Somalia er syndrað av kríggi ímillum ættir, sum hava stríðst sínámillum um valdið. Í Sudan kríggjast arabiskir muslimar fyri norðan og afrikonsk fólk fyri sunnan, ið ikki eru muslimar.

Longsta á í heiminum, Nilá, rennur úr Viktoriuvatni í Kenja og norður ígjøgnum Sahara og út í Miðjarðarhav. Hon rennur ígjøgnum Etiopia, Sudan og Egyptaland. Úr ánni fæst drekkivatn, vatn á akurlendið og fiskur. Áin er eisini væl umtókt ímillum ferðafólk. Tey sigla niðan eftir ánni í ferðamannaskipum ella seglbátum, nevndir felucca, at síggja mongu fornminnini í Egyptalandi.

Hvíta Nilá og Bláa Nilá renna saman við Kartoum í Sudan og verða Nilá. Hvíta Nilá bugar seg møk norður ígjøgnum Sudd, ið er ovurstórt sevmýrílendi í Sudan, og har er satt fuglameingi, t.d. storkur, hegri og pelikanur. Bláa Nilá rennur úr Tanavatni. Hon rennur ígjøgnum Etiopiahálendið, har mangar áir renna í Bláu Nilá úr fjøllunum.

Á markinum ímillum Sudan og Egyptaland rennur Nilá í Nasservatn, sum er ímillum størstu byrgdu vøtn íheiminum. Nasservatn varð til, tá ið Aswanbyrgingin við norðurendan á vatnnum varð bygd. Norðan fyrí Aswanbyrgingina rennur Nilá ígjøgnum oyðimørk, men lendið báðumegin ánna er dyrkað.

Stórir landspartar í Landnyrðingsafrika hava verið meint raktir av turki og hungursneyð seinastu árini. Í 1984-85 var ræðulig hungursneyð í Etiopia. Hon stóðst av, at turkur, kríggj og bráður fólkavøkstur komu í einum. Stórt hjálpartiltak varð sett í verk, og ein av høvuðsstuðlunum var vælgerðarfelagsskapurin Band Aid, sum popp-stjørnur stovnaðu.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Asmara

Vídd: 121.140 km2

Fólkatal: 5.647.168

Alment mál:
tigrinja, arabiskt

Átrúnaður: 
islam 45% kristindómur 45%aðrir 10%

Stýrirlag: 
skiftisstjórn

Gjaldoyra: 
nakfa (ERN)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017