• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Gana

Gana skuldi verið lutfalsliga ríkt land. Tilfeingið er nógv: gull, aluminiumsmálmur, olja. Har fruktar væl, fólkið er ungt og eitt hitt best skúlaða í Afrika. Men í mong ár hava politisku viðurskiftini verið ótrygg, lítið hevur fingist fyri útfluttu vørurnar, og fíggjarligt óskil og vanstýri hava steðgað búskaparligu menningini í Gana. Fleiri enn 50 fólkasløg eru í landinum, hvørt við sínum máli og sínum siðum. Fjølmentast er akanfólkið. Upp í akanfólkið hoyra asantear fyri sunnan, dagombanar fyri norðan og ewenar í Útsynningsgana.

Tá ið fyrstu evropearar komu til Gana í 15. øld, nevndu teir landið Gullstrondina, tí fólkið læt teimum gull í býti við vørur. Bestu gullsmiðirnir vórðu asantefólk, og bæði prestar og kongar asantefólksins gingu við tungum gullprýðum at vísa høgu tign sína. Eindarteknið, tjóðmerkið hjá asantefólkinum, var gullkrakkur, ið varð hildin at vera dottin niður av himli. Enn verður nógv gull høgt í gomlu námunum hjá asantefólkinum og flutt út.

Gana var fyrsta svarta landið í Afrika, sum sleit frá hjálandaveldi sínum í 1957. Fyrsti forsætisráðharrin var Kwame Nkrumah, ið hevði staðið á odda fyri uppreistrinum ímóti bretska hjálandaveldinum. Í fyrstuni var hann ógvuliga høgt í metum, men tá ið fór at ganga afturá búskaparliga, vendu fólk honum bakið, og í 1966 varð hann settur frá.

Í hvørjum einasta býi í Gana er lívligur marknaður, hagar fólk úr býnum og uttan um býin koma at handla. Her kanst tú keypa og selja alt møguligt, mat, dýr, byggitilfar - enntá handilstenn. Meginparturin av teimum, sum handla á marknaðinum, eru konufólk. Summi teirra vinna nógvan pening, men flestar teirra hava tað sum vinnu framíhjá.

Eitt av størstu byrgdu vøtnum í heiminum, Voltavatn, er oman fyri Akosombobyrgingina í Voltaá. Tá ið byrgingin varð løgd um ánna í 1960-árunum, vóru eini 85.000 fólk noydd at flyta av tí lendi, sum skuldi verða sett undir í vatni. Ravmagnið frá orkuverkunum verður nýtt í sethúsum og til verksmiðjur í býnum Tema. Ravmagn verður eisini selt londunum Togo og Benin.

Kakaotræið má vaksa í skugga, meðan tað er ungt og krevur nógv vatn, tá ið tað er fullvaksið. Tí veksur kakaotræið væl í skógunum í Suðurgana, har nógv avfall kemur niður. Her verða kakaotrøini sett niður ímillum banantrø, sum skugga væl fyri sólini. Sjey ár eftir tað, at kakaotræið er gróðursett, ber tað frukt. Kakao er stór vinna í Gana, og onkuntíð er kakao upp í 80% av útflutninginum í landinum um árið; men Gana er nú í harðari kapping við grannalandið Fílabeinsstrondina og lond úr Landsynningsasia um altjóða kakaomarknaðin.

Vesturafrika

Fyri øldum sínan vóru stór ríki, t.d. Ashantiríki og Maliríki, í tí øki, sum verður nevnt Vesturafrika. Søgur um nógv gull drógu evropearar higar, og í 1880-árunum var næstan alt Vesturafrika evropeiskt hjáland. Vesturafrika vann ikki sjálvræði aftur fyrr enn í 1960-árunum. Hóast nógv olja, gull, viður og annað náttúrutilfeingi er her, eru næstan øll 15 londini í Vesturafrika fátæk lond. Her búgva ógvuliga mong fólkasløg - bara í Nigeria eru fleiri enn 200 fólkasløg og ættarbólkar. Stóra fátækadømið og stríð ímillum fólkasløgini hava verið atvold til drúgvan politiskan ófrið í flestum londum í Vesturafrika.

Vesturafrika kann sigast at vera býtt sundur í ein norðara og ein sunnara part, tá ið talan erum veðurlag og landslag; sama kann verða sagt um tað átrúnaðarliga. Fyri norðan eru flestu fólk muslimar, fyri sunnan eru mong fólk kristin. Í øllum Vesturafrika eru eisini gamlir afrikanskir átrúnaðir, t.d. voodoo, sum er vanligur í Benin.

Fórt tú eina ferð norðaneftir og suður ígjøgnum hesi stóru lond, hevði tú sæð ógvuliga hugtakandi og fjølbroytt tropulandslag. Gróðurin hevur lagað seg eftir, hvussu nógv avfallið er. Suðuri við strondina regnar illa, men fyri norðan regnar lítið, og har er javnan ringur turkur. Sumstaðni er regntíð einar 4-6 mánaðir. Tað, ið eftir er av árinum, kemur ikki dropi av luftini.

Í hesum parti í Afrika eru tvey púra ólík sløg av búnaðarfólki - bøndur og flakkfólk. Bøndurnir hava bygt sær hús tætt við smáu jarðarteigar sínar, har teir dyrka grøði til seg og síni. Summir dyrka eitt sindur at selja, t.d. kakao ella oljutrø. Flakkfólkini, t.d. fulanifólkið, fara tvørtur um alt økið við fenaði sínum at fáa fenaðin á beiti. Flestu flakkfólkini búgva í turrlendinum fyri norðan, har illa ber til at dyrka jørðina.

Kornsløgini hirsa og rís verða dyrkað víða um í Vesturafrika. Hirsa er vanlig grøði í  turra lendinum fyri norðan, men rís veksur best, har avfallið er nógv, soleiðis er eisini við rótplantum sum t.d. jamsrót og maniok. Ein hin best dámdi rætturin er jarðnøtastúvningur og jollofrís, ið er senegalskur serrættur av rísi, tomat, leyki og kryddi, sum verður etin aftur við steiktum kjøti.

Maniok og jamsrót verða kókað og etin t.d. aftur við fiski, høsnarungum ella geitakjøti.

Norðari partur í Vesturafrika er í heitasta Sahara. Her veksur næstan einki. Oyðimørkin breiðir seg ella minkar eftir, hvussu turt tað er í útryðjuni í oyðimørkini. 

Karga og turra graslendið og runnalendið norðuri í útryðjuni í oyðmørkini verður nevnt Sahel - orðið merkir oyðimarkarstrond á arabiskum. Bara heilt fá trø vaksa í hesum lendi.

Longri suðuri regnar meir - her er savannan, ið eru víðar grasfløtur. Har vaksa akasiutrø, baobabtrø og onnur trø spjødd. Stórur partur í Vesturafrika er savanna.

Suðuri við strondina regnar illa; her veksur tropuskógur. Her eru mong dýr, og her vaksa nógvar plantur, men ikki í so stórum meingi sum í regnskógunum í Miðafrika.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Accra

Vídd: 238.540 km2

Fólkatal: 23.887.812

Alment mál: enskt

Átrúnaður:
afrikanskir átrúnaðir 38% islam 30% kristindómur 24% aðrir 8%

Stýrislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: (nýggjur) cedi (GHS)
- nýggjur cedi kom í gildi í 2007 og svarar til 1000 av (gamla) cedi

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017