• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Guinea Bissau

Guinea Bissau er slætt land við stórum mýrum og er innibyrgt ímillum Senegal og Guinea. Landið hevur verið portugisiskt hjáland - og gjørdist sjálvstøðugt í 1974. Landið er ógvuliga fátækt, og búskapurin er nógv bundin at menningarhjálp úr útheiminum. Mong fólkasløg búgva í landinum, fjølmentast er balantefólkið, sum býr úti við strondina. Flestu fólk liva av landbúnaði. Kokosnøtir, bummull, jarðnøtir og cashewnøtir er høvuðsgrøði. Skógarvinnan og fiskiskapur eru eisini týdningarmikil vinna.

Sum í grannalondunum eru strendurnar í Guinea Bissau fagrar og dragandi. Fram við strendurnar eru mangrovumýrar, ovurstór runudíki, ósar og áir, ið skera seg sum ovurstórar villiniborgir inn í landið. Nógvur fiskur er fram við landi, og fiskiskapur hevur stóran týdning fyri fólkið, sum býr úti við strendurnar.

Jarðnøtur vaksa, sum navnið sigur, niðri í jørðini eins og epli. Nøtirnar verða tiknar upp og lagdar at torna, áðrenn bjølgurin og skalið verða brotin uttanav. Nakað av nøtum verður selt á bygdamarknaðunum, men meginparturin verður gjørdur til jarðnøtaolju (nýtt í matvøruídnaði) og jarðnøtamjøl (nýtt sum ráevni í jarðnøtasmøri).

Vesturafrika

Fyri øldum sínan vóru stór ríki, t.d. Ashantiríki og Maliríki, í tí øki, sum verður nevnt Vesturafrika. Søgur um nógv gull drógu evropearar higar, og í 1880-árunum var næstan alt Vesturafrika evropeiskt hjáland. Vesturafrika vann ikki sjálvræði aftur fyrr enn í 1960-árunum. Hóast nógv olja, gull, viður og annað náttúrutilfeingi er her, eru næstan øll 15 londini í Vesturafrika fátæk lond. Her búgva ógvuliga mong fólkasløg - bara í Nigeria eru fleiri enn 200 fólkasløg og ættarbólkar. Stóra fátækadømið og stríð ímillum fólkasløgini hava verið atvold til drúgvan politiskan ófrið í flestum londum í Vesturafrika.

Vesturafrika kann sigast at vera býtt sundur í ein norðara og ein sunnara part, tá ið talan erum veðurlag og landslag; sama kann verða sagt um tað átrúnaðarliga. Fyri norðan eru flestu fólk muslimar, fyri sunnan eru mong fólk kristin. Í øllum Vesturafrika eru eisini gamlir afrikanskir átrúnaðir, t.d. voodoo, sum er vanligur í Benin.

Fórt tú eina ferð norðaneftir og suður ígjøgnum hesi stóru lond, hevði tú sæð ógvuliga hugtakandi og fjølbroytt tropulandslag. Gróðurin hevur lagað seg eftir, hvussu nógv avfallið er. Suðuri við strondina regnar illa, men fyri norðan regnar lítið, og har er javnan ringur turkur. Sumstaðni er regntíð einar 4-6 mánaðir. Tað, ið eftir er av árinum, kemur ikki dropi av luftini.

Í hesum parti í Afrika eru tvey púra ólík sløg av búnaðarfólki - bøndur og flakkfólk. Bøndurnir hava bygt sær hús tætt við smáu jarðarteigar sínar, har teir dyrka grøði til seg og síni. Summir dyrka eitt sindur at selja, t.d. kakao ella oljutrø. Flakkfólkini, t.d. fulanifólkið, fara tvørtur um alt økið við fenaði sínum at fáa fenaðin á beiti. Flestu flakkfólkini búgva í turrlendinum fyri norðan, har illa ber til at dyrka jørðina.

Kornsløgini hirsa og rís verða dyrkað víða um í Vesturafrika. Hirsa er vanlig grøði í  turra lendinum fyri norðan, men rís veksur best, har avfallið er nógv, soleiðis er eisini við rótplantum sum t.d. jamsrót og maniok. Ein hin best dámdi rætturin er jarðnøtastúvningur og jollofrís, ið er senegalskur serrættur av rísi, tomat, leyki og kryddi, sum verður etin aftur við steiktum kjøti.

Maniok og jamsrót verða kókað og etin t.d. aftur við fiski, høsnarungum ella geitakjøti.

Norðari partur í Vesturafrika er í heitasta Sahara. Her veksur næstan einki. Oyðimørkin breiðir seg ella minkar eftir, hvussu turt tað er í útryðjuni í oyðimørkini. 

Karga og turra graslendið og runnalendið norðuri í útryðjuni í oyðmørkini verður nevnt Sahel - orðið merkir oyðimarkarstrond á arabiskum. Bara heilt fá trø vaksa í hesum lendi.

Longri suðuri regnar meir - her er savannan, ið eru víðar grasfløtur. Har vaksa akasiutrø, baobabtrø og onnur trø spjødd. Stórur partur í Vesturafrika er savanna.

Suðuri við strondina regnar illa; her veksur tropuskógur. Her eru mong dýr, og her vaksa nógvar plantur, men ikki í so stórum meingi sum í regnskógunum í Miðafrika.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Bissau

Vídd: 36.120 km2

Fólkatal: 1.533.964

Alment mál:
portugisiskt

Átrúnaður: 
afrikanskir átrúnaðir 54% islam 38% kristindómur 8% 

Stýrirlag: 
lýðveldi, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
CFA frankur (XOF)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017