• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Kamerun

Í hesum øki, sum hevur havt stórar trupulleikar, síðan tað loysti frá hjálandaharrum sínum, hevur Kamerun gingist betur enn flestum londum her, skilagóðum stjórnarpolitikki fyri at takka. Sum í grannalondum sínum fyri sunnan, Gabon og Kongo, hevur landið vunnið nógvan pening av olju og hevur brúkt hann at menna ídnaðin. Mong fólkasløg búgva í Kamerun, og landslagið er margbroytt. Við strondina er slættlendi, og har regnar illa, norðari er hálendi og minni avfall, og norðast er ein smalur geiri heilt norður at mýrunum við Kjadvatn.

Fleiri enn 130 fólkasløg og ættarbólkar eru í Kamerun, og fáastaðni í Afrika eru so mong fólkasløg og mentanin so fjølbroytt. Fyri norðan eru muslimsk flakkfólk, t.d. fulaniar; fyri sunnan eru skógarfólk, ið trúgva á afrikanskar náttúruátrúnaðir. Flestu fólk eru trúfastir bøndur, ið halda neyt og dyrka nóg mikið til egna nýtslu.

Flestir bøndur í Kamerun velta bæði til sín sjálvs og at selja; hava tað, vit rópa sjálvbjargnisbúnað og marknaðarbúnað. Í Norðurkamerun, har lítið avfall kemur niður, er vanligt at dyrka hirsu. Hirsa, ið er korn, veksur væl, hóast jørðin ikki er so góð, og veðurlagið er rættiliga turt. Hirsa verður m.a. nýtt til at bryggja øl. Tá verður kornið turkað og malið og latið í stórar krukkur og sett at gera. Í Kamerun hava tey eisini lagt seg eftir at dyrka fjølbroytta marknaðargrøði at flyta út, t.d. kaffi, oljupálmar og bananir.

Eftir at hava staðið seg væl í kappingum um afrikameistaraheitið og í heimsmeistarakappingini, er kamerunska landsliðið í mansfótbólti vorðið eitt tað besta í Afrika. Fólkið í Kamerun er heilt burturhugað í fótbólti, og bæði í matarløtum og um kvøldið eftir arbeiðstíð spæla fólk fótbólt allastaðni, har lendið er so frægt slætt, at tey fáa spælt.

Skógarvinnan í Kamerun vindur upp á seg. Har eru stórir skógir, og landið flytur út íbinholt, mahogni og tekk. Ein meinbogi fyri skógarvinnuna er, at vegakervið er vánaligt, og í regntíðini er næstan ikki framkomandi. Mestu inntøkurnar í Kamerun eru av olju og øðrum náttúrutilfeingi, t.d. aluminiums-málmi, jarni og gulli.

Allastaðni í Kamerun hoyrir tú tónleik, sum verður leiktur á alskyns fólkatónleikaraljóðføri. Best umtókta kamerunska tónleikagreinin er makossa, sum er blandingur av rútmukendum afrikonskum tónleiki og soul-tónleiki, ið er óførur at dansa eftir. Makossa er yndistónleikur fólksins í øllum Miðafrika.

Miðafrika - vestari partur

Í Miðafrika báðumegin Miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld; síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond. Londini tóku loysing í 1960-árunum, men striltið hevur gingið at sett fólkaræðiliga stýrisskipan í gildi. Ójavnt er, hvussu londini eru fyri; í Kamerun hava politisku viðurskiftini verið trygg, men í Miðafrikalýðveldinum hava harðrend hernaðarstýri rátt, og landið er sera fátækt.

Fjølbroytta landslagið er alt eftir, hvussu veðurlagið er. Við Miðkring vaksa stórir og tættir regnskógir, tí at har er veðurlagið heitt og slavið, og nógv regn er alt árið. Longri burturi frá Miðkringi eru regntíð og turrtíð, og her eru savanna og spjaddur runnavøkstur. Norðast í Miðafrika, í Kjad, er glóðheit sandoyðimørk.

Miðafrika - Eystari partur

Høg fjøll, djúpir dalar, rivur, gosfjøll og ovurstór vøtn skera seg ígjøgnum londini norðan úr Uganda og suður í Malavi. Hetta sermerkta landslagið er partur av ovurstórari rivu í jarðarskorpuni, nevnd Stóri Rivudalur. Hægsta fjall í Afrika er Kilimanjarofjall, eitt gosfjall, sum liggur í dvala í tí partinum av Stóra Rivudali, sum er í Tansania. Annars er mesta landslagið í hesum parti í Afrika slættar grasfløtur, nevndar savanna. Dýralívið á savannuni er tiltikið, og á hvørjum ári koma mong ferðafólk úr øllum heiminum at síggja tað. Hetta er vorðin týðandi vinna hjá londum sum Kenja og Tansania. Te og kaffi eru vorðin góð inntøka hjá teimum sjey londunum, ið eru her. Námsvinna og smáir bóndagarðar hava altíð havt stóran týdning, og aðrar vinnur taka seg upp nú.

Á savannuni veksur gult, sítt gras, onkustaðni 4 metrar høgt. Har regnar bara stutta tíð á árinum, og tí vaksa grasrøturnar ógvuliga djúpt niður í jørðina, at tær kunnu taka vætu úr jørðini í turrtíðini. Bløðini á akasiutrænum, sum er leyvtræ, eru næstan sum nálirnar á nálatrøum, so vatnið guvar ikki burtur. Baobabtræið goymir vatn í uppbólgnaða buli sínum. At verja landslagið og stórbæra dýralívið eru stór øki á savannuni friðað. Tvey av hesum stóru friðingarøkjum eru tjóðgarðarnir Serengeti í Tansania og Masai Mara í Kenja.
 
Stórir flokkar av giraffum, fílum, antilopum og sebrum reika um á savnnuni eftir beiti og vatni. Í hølunum á teimum eru altíð ránsdýr, gepardar, leyvur, leopardar, sum bíða eftir at taka tey veikastu dýrini burturúr. Skamt haðan bíða rægammar og sjakalar til reiðar at fáa sær ein bita av rænum.

Flestir bøndur her á leiðini royna bara at føða seg og húski sítt, annaðhvørt velta teir ymsa grøði ella halda teir neyt. Í hálendinum, har veðurlagið er vátt, men ikki so heitt, er fruktagóð gosøskujørð, og her eiga búnaðarfyritøkur stórar lundir, har tær dyrka te og kaffi til útflutnings. Sum fólkið er fjølgað, eru mangir garðar so smábýttir, at bøndurnir hava verið noyddir at velta niðan í brøttu líðirnar; tað ger, at í nógvum avfalli loypur oman, og soleiðis er nógv lendið oyðilagt.

Te verður gjørt av blaðnum á terunninum. Hentararnir mega skotra seg fram ímillum tøttu runnarnar, at henta nýsprotnu bløðini; tí eru teir í gummisvintu.

Stóri Rivudalur er 7.000 km norðan úr Sýria í Asia og suður í Mosambik. Í nógvar milliónir ár hava rørslur ímillum tvær plátur í jarðarskorpuni skapað hetta stórsligna landslagið. Sumstaðni hava rørslurnar gjørt djúpar dalar við brøttum líðum, sum t.d. Maulíðirnar í Kenja. Aðrastaðni hava gosfjøll og rivugos gjørt stórar háslættar. Athiháslættarnir í Kenja vórðu soleiðis til.

Suður ígjøgnum allan Stóra Rivudal eru mong ovurstór vøtn; har er nógvur fiskur. Mong fólk liva her av fiskiskapi, mest verður fiskað í Albertsvatni, Malavivatni og Taganganyikavatni. Vanligasti reiðskapurin eru smá gørn, nót, rúsa og skutil.

Á láglendinum í eystara parti í Miðafrika, har avfallið er so lítið, at illa ber til at dyrka jørðina, liva flakkfólk, sum fara um hetta víðføra lendið eftir beiti og vatni við neyta-, seyða- og geitafylgjum sínum; summi teirra hava eisini kamelar og asnar. Í lendinum sunnan fyri Nairobi tætt við markið ímillum Kenja og Tansania halda masaiarnir til. Teir eru flakkfólk og halda sebuneyt. Høvuðskostur teirra er mjólkin undan kúnum og blóð. Blóðið tappa teir av neytunum við æðralating.

Masaikrígsmenninir og masaikonurnar ganga við stórum prýðum, vanligu prýðini eru perlukragar, stórir oyrnaríngar og kopararmbond. Flestu masaimannfólkini hava fleiri enn eina konu. Hvør kona hevur sini egnu hús og býr har saman við børnunum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Yaoundé

Vídd: 475.440 km2

Fólkatal: 18.879.301

Alment mál: franskt og enskt

Átrúnaður:
afrikanskir átrúnaðir 25% islam 22% kristindómur 53%   

Stýrislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: CFA frankur (XOF)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017