• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Marokko

Lýggja veðurlagið, sandstrendur og stórsligin fjøll gera, at Marokko er væl umtókt ferðamannaland um veturin. Saman við landbúnaði og fosfatvinnu er ferðavinna týðandi táttur í búskapinum. Marokko gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1956, eftir at tað hevði verið undir fronskum yvirræði í 44 ár. Landið er eitt av teimum fáu arabisku londunum, sum eru kongsveldi. Meðan Hassan 2. var kongur í tíðarskeiðnum 1961-1999, vann hann sær altjóða viðurkenning sum máttmikil ríkisovasti. Síðan 1999 hevur sonur hansara Mohammed VI verið kongur. Stóru avbjóðingarnar, Marokko hevur fyri framman nú, eru islamska fundamentalisman og óvissu viðurskiftini í Vestursahara.

Vestursahara er oyðimarkarland sunnan fyri Marokko. Har búgva uml. 500.000 fólk. Áður var tað undir sponskum yvirræði. Síðan 1976 hevur Marokko kríggjast her fyri at fáa yvirvaldsrætt yvir økinum og dýru steinsløgunum í landinum. Ímóti marokkanum er Polisario, geriljadeild av oyðimarkarfólkum, ið vilja vinna Vestursahara fult frælsi.

Síðan arabisku hertøkuna í 11. øld hevur upprunafólkið, berbar, búð í bygdum høgt upp í Atlasfjøllum. Flestir teirra tóku við islamskari trúgv, men hava goymt egna mentan og egnar siðir. Berbar kalla seg sjálvar imazighen, „fólk landsins". Nú á døgum talar triði hvør marokkani berbiskt, men teir flestu duga eisini arábiskt og franskt.

Aldagamli marokkanski býurin Fez er gott dømi um ein islamskan bý. Býurin er bygdur, sum skrivað stendur í Koranini. Gøturnar eru smalar, so at tað skuggar betur fyri sólini, men tó so breiðar, at tveir klyyjaðir kamelar kunnu ganga hvør fram við øðrum. Vindeyguni í húsunum eru smá og høgt uppi, so at ikki sæst inn. Mitt í býnum stendur størsta moskan, og uttan um hana er marknaðurin, nevndur souk.

Fleiri milliónir ferðafólk koma hvørt ár til Marokko at njóta lívið á strondunum við Atlantshav og at síggja søguligu býirnar Fez og Marrakech. Fagurlittu marknaðirnir eru á tremur av marokkanskum vørum og listhandverki, t.d. leðurvørum, silvurprýðum og handvovnum teppum.

Marokkanski búskapurin hvílir á trimum grundstuðlum - ferðavinnu, landbúnaði og fosfati. Triðingurin av útflutninginum er landbúnaðarvørur. Mest verður dyrkað av korni, grønmeti, aldinfruktum og dadlum. Vatnveitingar eru lagdar til mong turr øki, so til ber at dyrka har. Marokko hevur triðstørstu fosfatvinnu í heiminum - fosfat verður nýtt í evnafrøðiídnaði og til handilstøð. Fosfatmálmurin verður knúsaður og pakkaður til útflutnings.

Útnyrðingsafrika

Í útnyrðingshorninum í Afrika eru tey fyra londini Marokko, Algeria, Tunesia og Libya. Hesi lond hava eina gamla og fjølbroytta søgu, tí at tey eru á markinum ímillum hini londini í Afrika, Vesturevropa og Miðeystur. Flestu fólk eru muslimar, tala arabiskt og eru ættað frá fólki úr Miðeystri. Frá 1530-árunum til 1830-árini vóru londini partur í Osmannaríkinum. Síðan løgdu hjálandaveldini Frakland, Spania og Italia londini undir seg, til tey fingu frælsi miðskeiðis í 20. øld. Londini í Útnyrðingsafrika eru lutfalsliga rík, tí at her er nógv olja og nógv gass.

Eitt hitt størsta vandamálið í Útnyrðingsafrika er bráði fólkavøksturin. Bara í Algeria fjølgaðist fólkið úr 12 milliónum upp í 25 frá 1966 til 1990, og úr 25 uppí 34 milliónir frá 1990 til 2010. Fleiri milliónir fólk eru flutt av bygd til býirnar at arbeiða. Hetta hevur elvt til stórt íbúðartrot inni í býunum og ovfólkaðar fátækrabýlingar í býarútryðjunum.

Meginparturin av teimum 85 milliónum fólkunum í Útnyrðingsafrika búgva í smala strandgeiranum út ímóti Miðjarðarhavi og Atlantshavi. Her er veðurlagið lýtt og slavið um veturin og heitt og turt um summarið; tí er strandalendið betur egnað til landbúnað enn lendið inni í landinum. Týdningarmesta grøðin er aldinfrukt, dadlur, oljuber, tomatir og blómur. Stóru býirnir eru eisini í lendinum.

Arabisku hertøkurnar í 7. og 11. øld hava sett sjónlig merki eftir seg í Útnyrðingsafrika. Arabar gjørdust brátt fjølmentari enn upprunafólkið, berbar, sum gjørdu uppreistur ímóti nýggju valdsharrum sínum. Arabar settu skjótt bæði mál sítt (arabiskt) og átrúnað sín (islam) í gildi í øllum fýra londunum. Hóast hesi lond seinni komu undir evropeiskt yvirvald vóru og eru tey enn partur í arabiska heiminum, tá ið talað verður um mál, mentan, átrúnað og byggilist.

Mesta øki í Útnyrðingsafrika er glóðheit oyðimørk - Sahara - sum tíverri veksur ógvuliga skjótt, tí at ov nógvur fenaður er uppiá í graslendinum í útryðjunum í oyðimørkini. Yvirskipanin ger, at lendið verður rótbitið, svarðlosnar og verður til dust og sand. Hóast hitin um dagin fer upp um 50°C, hóast náttarfrost og turk í mong ár, liva her dýr, sum hava lagað seg til hesar ómildu lívsumstøður.

Fá fólkasløg hava lagað seg til at búgva í Sahara. Eitt av hesum harðbalnu fólkasløgum eru tuaregar, sum í øldir hava livað sum flakkfólk og eru gitnir fyri at fara langar leiðir ígjøgnum oyðimørkina á marknaðirnar við salti. Reiðdýr teirra er kamelur, og av honum fær fólkið eisini mjólk, kjøt, ull og húðir. Alt fleiri tuaregar gevast nú við at liva sum flakkfólk og búseta seg í býunum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Rabat

Vídd: 698.670 km2

Fólkatal: 31.627.428   

Alment mál:
arabiskt

Átrúnaður: 
islam 99% aðrir 1%

Stýrirlag: 
kongsdømi við fólkaræðiligari stjórnarskipan

Gjaldoyra: 
marokkanskur dirham (MAD)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017