• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Mosambik

Tá ið Mosambik gjørdist frælst ríki í 1975, flýddu gomlu valdhavarnir, portugisar, av landinum, men áðrenn høvdu teir oyðilagt nógvar verksmiðjur og flutningskervið. Drúgv borgarakríggj, turkur og vatnflóð hava síðan verið atvold til, at landið er vorðið av fátækastu londum í heiminum. Minur frá krígnum sløðast um alt landið, og fáar brýr standa uppi. Men Mosambik skuldi havt góðar møguleikar at komið fyri seg aftur. Tilfeingið er nógv, jørðin er fruktagóð, og stórar lindir av ymsum steinsløgum eru mest sum órørdar.

Í 1975 brast borgarakrígg á ímillum kommunistisku Frelimo-stjórnina og mótstøðurørsluna Renamo, sum Suðurafrika stuðlaði. Kríggið tók 900.0000 mannalív og elvdi til stóra hungursneyð. Eftir tað at Renamo misti stuðul sín uttanlands, og Frelimo-stjórnin gjørdi av at seta í verk fólkaræðiliga fleirflokkaskipan, samdust partarnir um at binda frið og skrivaðu báðir undir friðaravtalu í 1992.

Tá ið loyst var, løgdu myndugleikarnir í Mosambik alt heilsuverkið undir ríkið og skipaðu fyri, at øll sjúkrarøkt og læknatænasta vóru ókeypis. Í drúgva borgarakrígnum vórðu flestu sjúkrahúsini og læknamiðstøðirnar á bygd oyðiløgd, og mong doyggja enn av sjúkum sum t.d. tuberklum, malariu og lungnabruna. Fleiri milliónir fólk flýddu av landinum, ella inn til býirnar. Har var tryggari. Næstan alt fólkið livir nú í størstu armóð, og helvtin av fólkinum livir av teirri matvøruhjálp, sum umheimurin sendir landinum. Hvørt ár fær Mosambik nógva neyðhjálp; mestu hjálpina senda USA og lond í Evropa.

Meiri enn 85% av fólkinum í Mosambik arbeiða í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. sukur, bummull, te, cashewnøtir og aldinfruktir á fruktagóða lendinum fram við strondini; inni í landinum dyrka teir tubbak og halda neyt. Nógvur fiskur er á landgrunninum, og rækjur, hummari og ymiskur fiskur verða flutt út og eru kærkomin inntøka hjá illa komna búskapinum.

Havnabýurin Beira við Indiahav er næststørsti býur í Mosambik og týdningarmesti havnabýur. Meginparturin av út- og innflutninginum úr grannalandinum Simbabvi fer um Beira, haðan jarnbreyt, vegur og oljuleiðingar liggja til simbabviska høvuðsstaðin Harare. Í borgarakrígnum vardu upp í 10.000 simbabviskir hermenn hesa leið, ið er sjálv lívæðrin í Simbabvi.

Chopifólkið, ið býr við strondina, ger eitt ljóðføri, nevnt mbila (flt. timbila). Timbilabólkarnir spæla undir, tá ið torgreiddi dansurin migodo verður dansaður, og yrkingar við tilburðum úr bygdalívinum verða bornar fram. Timbilatónleikurin er tjóðartónleikur í Mosambik.

Syðra Afrika

Søgan hjá teimum átta londunum, ið eru í syðra Afrika, líkist nógv. Øll hava verið undir evropeiskum hjálandastýri, og næstan øll londini máttu stríðast til tess at fáa sjálvstýri. Í flestu londunum hava verið drúgv og hørð kríggj. Nú eru øll londini fræls og fólkaræðislig, og í øllum londunum er fólkið nógv blandað, og øll hava javnbjóðis rættindi. Veðurlagið syðst í hesum londum er temprað, fyri norðan er tropiskt veðurlag. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, regnskógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll. Ovurstórur munur er eisini á vælferð og lívskorum fólksins. Í Suðurafrika ríkir ídnaðarharrar og stórbøndur; í Kalaharioyðimørk veiðifólk og savnarar.

Politikkurin í Suðurafrika hevur ávirkað alt syðra Afrika. Frá 1948 førdu myndugleikarnir rasuskilnaðarpolitikk, nevndur apartheid-politikkur. Suðurafrika royndi at steðga menningini í grannalondunum, ið vóru ímóti apartheid. Landið stuðlaði uppreistrarliðum, sum bardust ímóti stjórnini í Angola og Mosambik og hjálpti teimum, ið vórðu ímóti, at tey svørtu fingu politiska valdið í Simbabvi og Namibia. Tá ið apartheidpolitikkurin varð tikin av í 1994, batnaðu viðurskiftini ímillum Suðurafrika og grannalondini. Til 1994 vóru javnan mótmælisgongur í øllum Suðurafrika ímóti hvíta apartheidstýrinum í Pretoria.
 
Okavangooyrarnar eru ikki sum aðrar oyrar, ið leggjast við havið ella vøtn, men renna út í oyðimørk. Áin vellir upp í Angola og rennur í landsynning ígjøgnum Namibia, til hon ger oyrarnar í Kalaharioyðimørk í Botsvana. Stóru mýrarnar og áirnar eru stívliga 22.000 km2 í vídd og tilhaldsstaður hjá sonnum dýra- og plantumeingi. Fólkið, ið býr við oyrarnar, siglir í oyrunum í holaðum kanoum, nevndar mokoro.

Landslagið í syðra Afrika er fjølbroytt. Fyri vestan og miðskeiðis í londunum eru turrar oyðimerkur; fyri norðan er tropiskur regnskógur; og víða um miðskeiðis og serliga fyri eystan eru víðar grasfløtur við stórum dýrameingi. Her eru t.d. heimsins minsta antilopa, dik-dik, og størsta dýr uppi á landi, afrikanski fílurin. At verja hótt dýr eru stór øki løgd av sum friðingarøki og tjóðgarðar. Cape Town á Høvdanesi í Suðurafrika er undir stórsligna Taffelfjallinum. Á Høvdanesi vaksa mangar plantur og blómur, sum ikki vaksa aðrastaðni í heiminum. Ferðafólk úr øllum heiminum koma til syðra Afrika at síggja sjáldsama dýrameingið og fagra, stórsligna landslagið.

Í syðra Afrika eru ógvuliga nógv steinsløg. Meginparturin av øllum gulli, diamantum, urani og kopari kemur hiðan, og hetta hevur broytt korini hjá fólki og búskapin í londunum nógv. Í Botsvana eru steinsløg høvuðsstuðulin undir búskapinum; næstan 80% av øllum inntøkunum í landinum eru frá diamantvinnuni. Suðurafrika er tað landið í heiminum, ið høggur mest gull, og í Namibia eru størstu urannám í heiminum. Kol er týdningarmesta brennievni í syðra Afrika. Í Suðurafrika, Simbabvi, Botsvana og Mosambik er ógvliga nógv kol.

Í øllum syðra Afrika fara fólk av bygd til býirnar at fáa arbeiði. Í Johannesburg í Suðurafrika búgva nú fleiri enn 9 milliónir fólk, og hann er næst størsti býur í Afrika. Keiro er størstur. Í høvuðsstaðnum í Mosambik, Maputo, varð fólkið tvífaldað frá 1975 til 1983; nú býr hálv onnur millión fólk í býnum.

Í Afrika hevur verið vanligt, at konufólkið hevur havt ábyrgd av at hildið hús, umframt at dyrka jørðina. Mong mannfólk í Afrika eru heiman upp í eitt og tvey ár í senn og arbeiða í námum og í býunum, tí eru næstan bara konufólk eftir í bygdunum. Tey fáa tí alt meiri ábyrgd av húsi og heimi.

Sanfólkið í Kalaharioyðimørk er eitt av fáu fólkunum í Afrika, ið liva sum veiðifólk og savnarar. Tey búgva og arbeiða saman í smáum samfeløgum við føstum ættarbondum. Í øldir hava tey farið úr einum staði í annan í oyðimørkini og tikið skordýr og henta plantur at eta og við eiturørvum veitt smá dýr. Nú gevast mong við gamla lívsháttinum og búgva fast í bygdum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Maputo

Vídd: 801.590 km2

Fólkatal: 22.061.451

Alment mál:
portugisiskt

Átrúnaður:
kristindómur 30%, afrikanskir átrúnaðir 60%, islam10%

Stýrislag:
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: nýggjur metical (MZN)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017