• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Nigeria

Í Nigeria eru fleiri enn 250 fólkasløg. Fjølmentastu fólkasløgini eru hausa-fulani fyri norðan, yoruba fyri vestan og ibo fyri eystan. Nigeria kundi verið ríkt, tí at har eru nógv olja, gass og steinsløg, og har er nógv góð landbúnaðarjørð. Knappliga 150 milliónir fólk búgva í Nigeria, meiri enn í nøkrum øðrum landi í Afrika; sum heild er fólkið betur útbúgvið enn nógvastaðni í heimspartinum. Men eitt hernaðarkvett fyri og annað eftir og stríð ímillum fólkasløgini birtu í borgarakríggj í 1967. Nú stríðist Nigeria við at gjalda aftur ovurstóru uttanlandsskuld sína og at menna og nútímansgera ídnaðin og landbúnaðin.

Býurin Lagos er á eini oyggj beint úti fyri strondina í útsynningspartinum í Nigeria. Fyrstu fólk, ið búsettu seg í oynni, vóru yorubar, ið komu higar í 15. øld. Býurin vaks skjótt og gjørdist stórur handilsstaður, tá ið evropearar komu til Afrika. Tá ið Nigeria loysti í 1960, gjørdist Lagos høvuðsstaður í landinum; í 1992 gjørdist Abuja, inni í landinum, høvuðsstaður. Men enn er Lagos størsti býur.

Oljuvinnan í Nigeria tók seg upp í 1956, og 20 ár var oljan høvuðsstuðulin undir øllum búskapinum í landinum. Nú eru 98% av útflutninginum olja og gass. Oljan í Nigeria er rein og góð, og tí er hon væl egnað at gera til brennievni í flogførum. Men tað er ógvuliga svikaligt, at búskapurin í einum landi hevur bara ein rávøra at líta á. Tá ið oljuprísurin fall í 1980-árunum kom Nigeria í svára búskaparkreppu. Nú verður roynt at menna annan ídnað, so at landið hevur fleiri stuðlar at standa á búskaparliga.

Í 1990-árunum vóru lagdar inn stórar gróðrarlundir nógvastaðni í Nigeria, har ymisk grøði, mest ætlað til útflutnings, verður dyrkað. Her verður arbeitt við maskinum og dyrkað verða t.d. bummull, kaffi, sukur, kakao og oljupálmar. Nigeria er tað land í heiminum, sum ger mestu pálmaoljuna. Pálmaoljan verður nýtt til margarin, matolju, sápu, kertiljós og máling.

Í Nigeria eru mangir átrúnaðir. Í norðara parti í landinum eru flestu fólk muslimar; tað vóru arabiskir keypmenn úr Norðurafrika, ið bóru trúnna hagar við sær í 11. øld. Átrúnaðarligar høgtíðir eru vanligar - t.d. sallahskrúðgongan, ið siður er at ganga, tá ið islamski føstumánaðurin, ramadan, er úti. Fimm hundrað ár seinni høvdu keypmenn úr Evropa kristindómin við sær, tá ið teir komu til Suðurnigeria. Afrikanskir átrúnaðir eru eisini vanligir í Nigeria.

Flestir bøndur í Nigeria eiga smáar ognargarðar. Teir velta jørðina við hakkara, træplógvi og øðrum einføldum amboðum. Til egna nýtslu verða velt maniok, rís, jamsrót og mais. Kakao, pálmaolja, gummi og jarðnøtir verða dyrkað til útflutnings. Hóast myndugleikarnir í Nigeria hava lagt stóran dent á búnaðin í lundunum, verður enn mesta grøðin, ið verður flutt út, dyrkað á smáu ognargørðunum.

Flestir nigerianar liva alt lív sítt í heimbygdini, hóast teir fara í býin at arbeiða og læra eitt skifti í lívinum. Fólkið á bygd livir mest av jørðini, men har eru eisini smiðir, snikkarar og fólk, ið duga á at skyna heimaráðum. Bygdarfólkini eru mest sum sjálvbjargin: tey dyrka næstan alt, tey eta, byggja sjálv hús síni, veva og virka klæði og gera leiríløt at matgera í. Tað, tey ikki gera sjálv, verður keypt fyri peningin, tey fáa fyri tær vørur, sum tey selja á bygdarmarknaðinum.

Mong ung fólk fara til stórbýirnar at læra ella arbeiða og senda foreldrum og systkjum pening, tá ið landbúnaðurin gevur ov lítið av sær. Peningurin verður ofta nýttur at keypa mat ella skúlabøkur fyri til eitt barn, sum gongur í skúla. Tá ið tey ungu eru liðug at læra, ella tey hava lagt nóg mikið av peningi til síðis, fara tey heim aftur í heimbygdina.

Yourubafólkið Útsynningsnigeria dugir væl at lita klæði, ið tey prýða við fjølbroyttum mynstrum. Tey nýta litevni úr náttúruni. Klæðini verða vanliga litað í stórum leirkørum. Hausafólkið í Kano í Norðurnigeria hevur grivið og stoypt stórar litingarbrunnar niður í jørðina at lita í.

 

Vesturafrika

Fyri øldum sínan vóru stór ríki, t.d. Ashantiríki og Maliríki, í tí øki, sum verður nevnt Vesturafrika. Søgur um nógv gull drógu evropearar higar, og í 1880-árunum var næstan alt Vesturafrika evropeiskt hjáland. Vesturafrika vann ikki sjálvræði aftur fyrr enn í 1960-árunum. Hóast nógv olja, gull, viður og annað náttúrutilfeingi er her, eru næstan øll 15 londini í Vesturafrika fátæk lond. Her búgva ógvuliga mong fólkasløg - bara í Nigeria eru fleiri enn 200 fólkasløg og ættarbólkar. Stóra fátækadømið og stríð ímillum fólkasløgini hava verið atvold til drúgvan politiskan ófrið í flestum londum í Vesturafrika.

Vesturafrika kann sigast at vera býtt sundur í ein norðara og ein sunnara part, tá ið talan erum veðurlag og landslag; sama kann verða sagt um tað átrúnaðarliga. Fyri norðan eru flestu fólk muslimar, fyri sunnan eru mong fólk kristin. Í øllum Vesturafrika eru eisini gamlir afrikanskir átrúnaðir, t.d. voodoo, sum er vanligur í Benin.

Fórt tú eina ferð norðaneftir og suður ígjøgnum hesi stóru lond, hevði tú sæð ógvuliga hugtakandi og fjølbroytt tropulandslag. Gróðurin hevur lagað seg eftir, hvussu nógv avfallið er. Suðuri við strondina regnar illa, men fyri norðan regnar lítið, og har er javnan ringur turkur. Sumstaðni er regntíð einar 4-6 mánaðir. Tað, ið eftir er av árinum, kemur ikki dropi av luftini.

Í hesum parti í Afrika eru tvey púra ólík sløg av búnaðarfólki - bøndur og flakkfólk. Bøndurnir hava bygt sær hús tætt við smáu jarðarteigar sínar, har teir dyrka grøði til seg og síni. Summir dyrka eitt sindur at selja, t.d. kakao ella oljutrø. Flakkfólkini, t.d. fulanifólkið, fara tvørtur um alt økið við fenaði sínum at fáa fenaðin á beiti. Flestu flakkfólkini búgva í turrlendinum fyri norðan, har illa ber til at dyrka jørðina.

Kornsløgini hirsa og rís verða dyrkað víða um í Vesturafrika. Hirsa er vanlig grøði í  turra lendinum fyri norðan, men rís veksur best, har avfallið er nógv, soleiðis er eisini við rótplantum sum t.d. jamsrót og maniok. Ein hin best dámdi rætturin er jarðnøtastúvningur og jollofrís, ið er senegalskur serrættur av rísi, tomat, leyki og kryddi, sum verður etin aftur við steiktum kjøti.

Maniok og jamsrót verða kókað og etin t.d. aftur við fiski, høsnarungum ella geitakjøti.

Norðari partur í Vesturafrika er í heitasta Sahara. Her veksur næstan einki. Oyðimørkin breiðir seg ella minkar eftir, hvussu turt tað er í útryðjuni í oyðimørkini. 

Karga og turra graslendið og runnalendið norðuri í útryðjuni í oyðmørkini verður nevnt Sahel - orðið merkir oyðimarkarstrond á arabiskum. Bara heilt fá trø vaksa í hesum lendi.

Longri suðuri regnar meir - her er savannan, ið eru víðar grasfløtur. Har vaksa akasiutrø, baobabtrø og onnur trø spjødd. Stórur partur í Vesturafrika er savanna.

Suðuri við strondina regnar illa; her veksur tropuskógur. Her eru mong dýr, og her vaksa nógvar plantur, men ikki í so stórum meingi sum í regnskógunum í Miðafrika.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Abuja

Vídd: 923.770 km2

Fólkatal: 149.229.090

Alment mál: enskt

Átrúnaður:
islam 50% kristindómur 40% afrikanskir átrúnaðir 10%  

Stýrislag: lýðveldi

Gjaldoyra: naira (NGN)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017