• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Sambia

Sambia er stórur háslætti, har eru høg fjøll og djúpir dalar. Tá ið landið loysti frá Bretlandi í 1964, brast politiskt stríð á, og stríð kyknaði ímillum fólkasløgini í Sambia. Stríðið stóð við til 1972, tá ið Kenneth Kaunda lýsti Sambia sum einfloksríki. Í 1991 tapti Kaunda á fyrsta fólkaræðiliga valinum í 19 ár. Nú er friðarligari í Sambia enn nógvastaðni í Afrika, hóast 14 fólkasløg eru í landinum. Sambia er fjórðstørsta koparvinnuland í heiminum, og búskapurin í landinum er ógvuliga nógv ávirkaður av, hvussu gongdin í koparvinnuni er.

Miðskeiðis í Sambia eru stórar koparlindir í einum øki, sum er 320 km langt og 50 km breitt. Økið verður kallað koparbeltið. Gongd kom á koparvinnuna í 1930-árunum, og koparið hevur fíggjað stóran part av menningini í Sambia. 85% av útflutningsinntøkunum í landinum eru av hesari vinnu. Fall koparprísurin nógv á heimsmarknaðinum, hevði tað komið ógvuliga illa við búskaparliga. Eitt annað er, at koparið eisini er farið at minka.

Allan vegin fram við jarnbreytini ímillum koparbeltið og høvuðsstaðin Lusaka eru fatækrabýlingar. Alt er bráðfeingisbygging, og húsini hava hvørki vatn, ravmagn ella kloakkskipan; tí eru sjúkur elvdar av skittføri og troti vanligar. Flestu fólk, ið búgva her, arbeiða í koparvinnuni. Tilsamans búgva 42% av fólkinum í Sambia í býum, meiri enn í nøkrum øðrum landi í Afrika. Mong húski í Sambia hava búð í býum í try, fýra ættarlið, og tað er sjáldsamt í Afrika.

Sambia, ið er inni í Afrika, má flyta kopar og aðrar útflutningsvørur ígjøgnum onnur lond til havnabýir, haðan tað kann verða avskipað. Til 1960-árini var meginparturin fluttur ígjøgnum Rhodesia (nú Simbabvi), men viðurskiftini ímillum londini bæði versnaðu, og Sambia legði eina nýggja jarnbreyt gjøgum Tansania. Henda jarnbreyt er nú høvuðssútflutningsleiðin úr Sambia, og verður nevnd TanSamjarnbreytin. TanSamjarnbreytin er úr Sambia til havnabýin Dar es Salaam í grannalandinum

Zambeziá, sum er suðurmark í landinum, er umtókt ferðamannamál í Sambia. Her sigla ferðafólk váðasigling oman eftir áunum í gummibátum, har áirnar renna stríðar (siglingin verður nevnd rafting), gera útferðir at síggja dýralívið og fara at hyggja at stórslignu Viktoriufossum. Við Kariba er stór byrging um ánna; haðan fer ravmagn bæði til koparnámini í Sambia og til grannalandið Simbabvi. Í Karibavatni, sum kom, tá ið byrgingin varð løgd, fiska mong ferðafólk.

Tjóðargarðarnir, ið eru friðaðir til tess at verja dýralívið, eru meira enn triðingurin av Sambia. Landið hevur fiskiørn sum tjóðmerki, og hon er eisini á sambiska flagginum. Fiskiørnin er vanligur fuglur við stóru vøtnini, har hon veiðir fisk.

Miðafrika - Eystari partur

Høg fjøll, djúpir dalar, rivur, gosfjøll og ovurstór vøtn skera seg ígjøgnum londini norðan úr Uganda og suður í Malavi. Hetta sermerkta landslagið er partur av ovurstórari rivu í jarðarskorpuni, nevnd Stóri Rivudalur. Hægsta fjall í Afrika er Kilimanjarofjall, eitt gosfjall, sum liggur í dvala í tí partinum av Stóra Rivudali, sum er í Tansania. Annars er mesta landslagið í hesum parti í Afrika slættar grasfløtur, nevndar savanna. Dýralívið á savannuni er tiltikið, og á hvørjum ári koma mong ferðafólk úr øllum heiminum at síggja tað. Hetta er vorðin týðandi vinna hjá londum sum Kenja og Tansania. Te og kaffi eru vorðin góð inntøka hjá teimum sjey londunum, ið eru her. Námsvinna og smáir bóndagarðar hava altíð havt stóran týdning, og aðrar vinnur taka seg upp nú.

Á savannuni veksur gult, sítt gras, onkustaðni 4 metrar høgt. Har regnar bara stutta tíð á árinum, og tí vaksa grasrøturnar ógvuliga djúpt niður í jørðina, at tær kunnu taka vætu úr jørðini í turrtíðini. Bløðini á akasiutrænum, sum er leyvtræ, eru næstan sum nálirnar á nálatrøum, so vatnið guvar ikki burtur. Baobabtræið goymir vatn í uppbólgnaða buli sínum. At verja landslagið og stórbæra dýralívið eru stór øki á savannuni friðað. Tvey av hesum stóru friðingarøkjum eru tjóðgarðarnir Serengeti í Tansania og Masai Mara í Kenja.
 
Stórir flokkar av giraffum, fílum, antilopum og sebrum reika um á savnnuni eftir beiti og vatni. Í hølunum á teimum eru altíð ránsdýr, gepardar, leyvur, leopardar, sum bíða eftir at taka tey veikastu dýrini burturúr. Skamt haðan bíða rægammar og sjakalar til reiðar at fáa sær ein bita av rænum.

Flestir bøndur her á leiðini royna bara at føða seg og húski sítt, annaðhvørt velta teir ymsa grøði ella halda teir neyt. Í hálendinum, har veðurlagið er vátt, men ikki so heitt, er fruktagóð gosøskujørð, og her eiga búnaðarfyritøkur stórar lundir, har tær dyrka te og kaffi til útflutnings. Sum fólkið er fjølgað, eru mangir garðar so smábýttir, at bøndurnir hava verið noyddir at velta niðan í brøttu líðirnar; tað ger, at í nógvum avfalli loypur oman, og soleiðis er nógv lendið oyðilagt.

Te verður gjørt av blaðnum á terunninum. Hentararnir mega skotra seg fram ímillum tøttu runnarnar, at henta nýsprotnu bløðini; tí eru teir í gummisvintu.

Stóri Rivudalur er 7.000 km norðan úr Sýria í Asia og suður í Mosambik. Í nógvar milliónir ár hava rørslur ímillum tvær plátur í jarðarskorpuni skapað hetta stórsligna landslagið. Sumstaðni hava rørslurnar gjørt djúpar dalar við brøttum líðum, sum t.d. Maulíðirnar í Kenja. Aðrastaðni hava gosfjøll og rivugos gjørt stórar háslættar. Athiháslættarnir í Kenja vórðu soleiðis til.

Suður ígjøgnum allan Stóra Rivudal eru mong ovurstór vøtn; har er nógvur fiskur. Mong fólk liva her av fiskiskapi, mest verður fiskað í Albertsvatni, Malavivatni og Taganganyikavatni. Vanligasti reiðskapurin eru smá gørn, nót, rúsa og skutil.

Á láglendinum í eystara parti í Miðafrika, har avfallið er so lítið, at illa ber til at dyrka jørðina, liva flakkfólk, sum fara um hetta víðføra lendið eftir beiti og vatni við neyta-, seyða- og geitafylgjum sínum; summi teirra hava eisini kamelar og asnar. Í lendinum sunnan fyri Nairobi tætt við markið ímillum Kenja og Tansania halda masaiarnir til. Teir eru flakkfólk og halda sebuneyt. Høvuðskostur teirra er mjólkin undan kúnum og blóð. Blóðið tappa teir av neytunum við æðralating.

Masaikrígsmenninir og masaikonurnar ganga við stórum prýðum, vanligu prýðini eru perlukragar, stórir oyrnaríngar og kopararmbond. Flestu masaimannfólkini hava fleiri enn eina konu. Hvør kona hevur sini egnu hús og býr har saman við børnunum.

Miðafrika - vestari partur

Í Miðafrika báðumegin Miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld; síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond. Londini tóku loysing í 1960-árunum, men striltið hevur gingið at sett fólkaræðiliga stýrisskipan í gildi. Ójavnt er, hvussu londini eru fyri; í Kamerun hava politisku viðurskiftini verið trygg, men í Miðafrikalýðveldinum hava harðrend hernaðarstýri rátt, og landið er sera fátækt.

Fjølbroytta landslagið er alt eftir, hvussu veðurlagið er. Við Miðkring vaksa stórir og tættir regnskógir, tí at har er veðurlagið heitt og slavið, og nógv regn er alt árið. Longri burturi frá Miðkringi eru regntíð og turrtíð, og her eru savanna og spjaddur runnavøkstur. Norðast í Miðafrika, í Kjad, er glóðheit sandoyðimørk.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Lusaka

Vídd: 752.610 km2

Fólkatal: 13.460.305

Alment mál:
enskt, bemba og nyanja

Átrúnaður:
kristindómur 50-75% hinduisma og islam 24-49% og afrikanskir átrúnaðir 1%

Stýrislag:
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: sambiskur kwacha (ZMK)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017