• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Simbabvi

Simbabvi var einaferð partur í stórum handilsveldi. Fyri mongum hundrað árum síðan fluttu miðafrikanskir keypmenn út gull og kopar til India og Kina. Miðdepil í hesum ríki var Simbabvi Mikla ("hús høvdingans"), ið var mikil granittborg, haðan Simbabvi tók sær navn sítt, tá ið landið gjørdist sjálvstøðugt í 1980. Ídnaðarmenningin og framburðurin har hava síðstu árini verið størri enn í flestu londum í Afrika, hóast drúgvur turkur og spent viðurskifti ímillum størsta fólkaslagið, shona, og minnilutan, ndebele, í seinastuni hava tálmað menningini.

Høvuðsstaðurin í Simbabvi verður kallaður "Býurin við teimum blómandi trøunum", tí at allastaðni fram við breiðu vegunum eru gróðursett trø og runnar. Áður æt býurin Salisbury, men tá ið landið tók sjálvstýri, varð navnið broytt til Harare eftir høvdinginum Neharare, sum ráddi har, áðrenn bretar komu og løgdu landið undir seg. Nú er hesin vakri, nýmótans býurin miðdepil í landinum.

Næst eftir Suðurafrika er Simbabvi tað landið í Afrika, har ídnaðurin er fjølbroyttastur. Býurin Bulawayo suðuri í landinum er vega- og jarnbreytarmiðdepil, og mesti ídnaðurin í Simbabvi er har. Har eru sementvirki, stálverk og alskyns ídnaðarvirki, ið gera skógvar, klæði, akfør, maskinur o.a. Í býnum eru nógv matvøruvirki og tubbaksvirki.

Zambesiá rennur eystur eftir á markinum ímillum Sambia og Simbabvi, stoytir hon seg brádliga niður í eina tronga gjógv, ið er 128 metrar djúp. Tjúkka támið og mikla fossadunið síggjast og hoyrast einar 40 km frá fossunum. Fólkið, ið býr við fossarnar, rópar fossarnar Mosi-oa-tunya "támið, ið dunar," men í útheiminum verða teir róptir Viktoriufossar.

Miðskeiðis í Simbabvi er jørðin fruktagóð, og har verður tubbak og onnur grøði dyrkað til útflutnings. Hóast myndugleikarnir hava broytt jarðarlóggávuna, so at jørðin verður rættvísari býtt ímillum fólkið, er besta jørðin enn í hondunum á nøkrum fáum túsund stórbóndum; teir flestu eru hvítir, og ta vánaligu jørðina mega so tær fimm milliónir svørtu bøndurnir hjálpast við. Alt jarðarbrúkið í hesum lendi er sjálvbjargnisbúnaður.

Flestu simbabviar eru shonar og búgva miðskeiðis og eystarlaga í landinum. Mangir teirra eru bøndur, men alt fleiri og fleiri gerast ídnaðarverkafólk. Mangir shonar eru kristnir, men eru eisini animistar, tað er, at teir trúgva, at ymist í náttúrini, t.d. trø og vøtn, hava sál. Shonafólkið er gitið fyri leirkeraarbeiðið sítt og vøkru høggmyndalistina.

Syðra Afrika

Søgan hjá teimum átta londunum, ið eru í syðra Afrika, líkist nógv. Øll hava verið undir evropeiskum hjálandastýri, og næstan øll londini máttu stríðast til tess at fáa sjálvstýri. Í flestu londunum hava verið drúgv og hørð kríggj. Nú eru øll londini fræls og fólkaræðislig, og í øllum londunum er fólkið nógv blandað, og øll hava javnbjóðis rættindi. Veðurlagið syðst í hesum londum er temprað, fyri norðan er tropiskt veðurlag. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, regnskógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll. Ovurstórur munur er eisini á vælferð og lívskorum fólksins. Í Suðurafrika ríkir ídnaðarharrar og stórbøndur; í Kalaharioyðimørk veiðifólk og savnarar.

Politikkurin í Suðurafrika hevur ávirkað alt syðra Afrika. Frá 1948 førdu myndugleikarnir rasuskilnaðarpolitikk, nevndur apartheid-politikkur. Suðurafrika royndi at steðga menningini í grannalondunum, ið vóru ímóti apartheid. Landið stuðlaði uppreistrarliðum, sum bardust ímóti stjórnini í Angola og Mosambik og hjálpti teimum, ið vórðu ímóti, at tey svørtu fingu politiska valdið í Simbabvi og Namibia. Tá ið apartheidpolitikkurin varð tikin av í 1994, batnaðu viðurskiftini ímillum Suðurafrika og grannalondini. Til 1994 vóru javnan mótmælisgongur í øllum Suðurafrika ímóti hvíta apartheidstýrinum í Pretoria.
 
Okavangooyrarnar eru ikki sum aðrar oyrar, ið leggjast við havið ella vøtn, men renna út í oyðimørk. Áin vellir upp í Angola og rennur í landsynning ígjøgnum Namibia, til hon ger oyrarnar í Kalaharioyðimørk í Botsvana. Stóru mýrarnar og áirnar eru stívliga 22.000 km2 í vídd og tilhaldsstaður hjá sonnum dýra- og plantumeingi. Fólkið, ið býr við oyrarnar, siglir í oyrunum í holaðum kanoum, nevndar mokoro.

Landslagið í syðra Afrika er fjølbroytt. Fyri vestan og miðskeiðis í londunum eru turrar oyðimerkur; fyri norðan er tropiskur regnskógur; og víða um miðskeiðis og serliga fyri eystan eru víðar grasfløtur við stórum dýrameingi. Her eru t.d. heimsins minsta antilopa, dik-dik, og størsta dýr uppi á landi, afrikanski fílurin. At verja hótt dýr eru stór øki løgd av sum friðingarøki og tjóðgarðar. Cape Town á Høvdanesi í Suðurafrika er undir stórsligna Taffelfjallinum. Á Høvdanesi vaksa mangar plantur og blómur, sum ikki vaksa aðrastaðni í heiminum. Ferðafólk úr øllum heiminum koma til syðra Afrika at síggja sjáldsama dýrameingið og fagra, stórsligna landslagið.

Í syðra Afrika eru ógvuliga nógv steinsløg. Meginparturin av øllum gulli, diamantum, urani og kopari kemur hiðan, og hetta hevur broytt korini hjá fólki og búskapin í londunum nógv. Í Botsvana eru steinsløg høvuðsstuðulin undir búskapinum; næstan 80% av øllum inntøkunum í landinum eru frá diamantvinnuni. Suðurafrika er tað landið í heiminum, ið høggur mest gull, og í Namibia eru størstu urannám í heiminum. Kol er týdningarmesta brennievni í syðra Afrika. Í Suðurafrika, Simbabvi, Botsvana og Mosambik er ógvliga nógv kol.

Í øllum syðra Afrika fara fólk av bygd til býirnar at fáa arbeiði. Í Johannesburg í Suðurafrika búgva nú fleiri enn 9 milliónir fólk, og hann er næst størsti býur í Afrika. Keiro er størstur. Í høvuðsstaðnum í Mosambik, Maputo, varð fólkið tvífaldað frá 1975 til 1983; nú býr hálv onnur millión fólk í býnum.

Í Afrika hevur verið vanligt, at konufólkið hevur havt ábyrgd av at hildið hús, umframt at dyrka jørðina. Mong mannfólk í Afrika eru heiman upp í eitt og tvey ár í senn og arbeiða í námum og í býunum, tí eru næstan bara konufólk eftir í bygdunum. Tey fáa tí alt meiri ábyrgd av húsi og heimi.

Sanfólkið í Kalaharioyðimørk er eitt av fáu fólkunum í Afrika, ið liva sum veiðifólk og savnarar. Tey búgva og arbeiða saman í smáum samfeløgum við føstum ættarbondum. Í øldir hava tey farið úr einum staði í annan í oyðimørkini og tikið skordýr og henta plantur at eta og við eiturørvum veitt smá dýr. Nú gevast mong við gamla lívsháttinum og búgva fast í bygdum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Harare

Vídd: 390.580 km2

Fólkatal: 11.651.858

Alment mál:
enskt

Átrúnaður:
synkretisma (blandingur av kristidómi og afrikonskum átrúnaðum) 50%, kristindómur 25%, afrikanskir átrúnaðir 24%, aðrir 1%

Stýrislag:
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: simbabviskur dollari (ZWR)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017