• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Svasiland

Kongsveldið Svasiland hevur nógv samband við máttmikla grannalandið; tað fær alla orkuveiting sína úr Suðurafrikalýðveldinum, og suðurafrikanarar eiga stóran part av ídnaðinum. Týdningarmesta útflutningsvøran er sukurrør, men landið flytur eisini út við, kol og asbest. Kongurin í Svasilandi hevur stórt vald; hann er ríkisovasti og velur flestu tinglimirnar. Sum dømi um, hvussu nógv vald, hann hevur, er kongsheiti hansara, Ngwenyama, sum merkir leyva.

Syðra Afrika

Søgan hjá teimum átta londunum, ið eru í syðra Afrika, líkist nógv. Øll hava verið undir evropeiskum hjálandastýri, og næstan øll londini máttu stríðast til tess at fáa sjálvstýri. Í flestu londunum hava verið drúgv og hørð kríggj. Nú eru øll londini fræls og fólkaræðislig, og í øllum londunum er fólkið nógv blandað, og øll hava javnbjóðis rættindi. Veðurlagið syðst í hesum londum er temprað, fyri norðan er tropiskt veðurlag. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, regnskógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll. Ovurstórur munur er eisini á vælferð og lívskorum fólksins. Í Suðurafrika ríkir ídnaðarharrar og stórbøndur; í Kalaharioyðimørk veiðifólk og savnarar.

Politikkurin í Suðurafrika hevur ávirkað alt syðra Afrika. Frá 1948 førdu myndugleikarnir rasuskilnaðarpolitikk, nevndur apartheid-politikkur. Suðurafrika royndi at steðga menningini í grannalondunum, ið vóru ímóti apartheid. Landið stuðlaði uppreistrarliðum, sum bardust ímóti stjórnini í Angola og Mosambik og hjálpti teimum, ið vórðu ímóti, at tey svørtu fingu politiska valdið í Simbabvi og Namibia. Tá ið apartheidpolitikkurin varð tikin av í 1994, batnaðu viðurskiftini ímillum Suðurafrika og grannalondini. Til 1994 vóru javnan mótmælisgongur í øllum Suðurafrika ímóti hvíta apartheidstýrinum í Pretoria.
 
Okavangooyrarnar eru ikki sum aðrar oyrar, ið leggjast við havið ella vøtn, men renna út í oyðimørk. Áin vellir upp í Angola og rennur í landsynning ígjøgnum Namibia, til hon ger oyrarnar í Kalaharioyðimørk í Botsvana. Stóru mýrarnar og áirnar eru stívliga 22.000 km2 í vídd og tilhaldsstaður hjá sonnum dýra- og plantumeingi. Fólkið, ið býr við oyrarnar, siglir í oyrunum í holaðum kanoum, nevndar mokoro.

Landslagið í syðra Afrika er fjølbroytt. Fyri vestan og miðskeiðis í londunum eru turrar oyðimerkur; fyri norðan er tropiskur regnskógur; og víða um miðskeiðis og serliga fyri eystan eru víðar grasfløtur við stórum dýrameingi. Her eru t.d. heimsins minsta antilopa, dik-dik, og størsta dýr uppi á landi, afrikanski fílurin. At verja hótt dýr eru stór øki løgd av sum friðingarøki og tjóðgarðar. Cape Town á Høvdanesi í Suðurafrika er undir stórsligna Taffelfjallinum. Á Høvdanesi vaksa mangar plantur og blómur, sum ikki vaksa aðrastaðni í heiminum. Ferðafólk úr øllum heiminum koma til syðra Afrika at síggja sjáldsama dýrameingið og fagra, stórsligna landslagið.

Í syðra Afrika eru ógvuliga nógv steinsløg. Meginparturin av øllum gulli, diamantum, urani og kopari kemur hiðan, og hetta hevur broytt korini hjá fólki og búskapin í londunum nógv. Í Botsvana eru steinsløg høvuðsstuðulin undir búskapinum; næstan 80% av øllum inntøkunum í landinum eru frá diamantvinnuni. Suðurafrika er tað landið í heiminum, ið høggur mest gull, og í Namibia eru størstu urannám í heiminum. Kol er týdningarmesta brennievni í syðra Afrika. Í Suðurafrika, Simbabvi, Botsvana og Mosambik er ógvliga nógv kol.

Í øllum syðra Afrika fara fólk av bygd til býirnar at fáa arbeiði. Í Johannesburg í Suðurafrika búgva nú fleiri enn 9 milliónir fólk, og hann er næst størsti býur í Afrika. Keiro er størstur. Í høvuðsstaðnum í Mosambik, Maputo, varð fólkið tvífaldað frá 1975 til 1983; nú býr hálv onnur millión fólk í býnum.

Í Afrika hevur verið vanligt, at konufólkið hevur havt ábyrgd av at hildið hús, umframt at dyrka jørðina. Mong mannfólk í Afrika eru heiman upp í eitt og tvey ár í senn og arbeiða í námum og í býunum, tí eru næstan bara konufólk eftir í bygdunum. Tey fáa tí alt meiri ábyrgd av húsi og heimi.

Sanfólkið í Kalaharioyðimørk er eitt av fáu fólkunum í Afrika, ið liva sum veiðifólk og savnarar. Tey búgva og arbeiða saman í smáum samfeløgum við føstum ættarbondum. Í øldir hava tey farið úr einum staði í annan í oyðimørkini og tikið skordýr og henta plantur at eta og við eiturørvum veitt smá dýr. Nú gevast mong við gamla lívsháttinum og búgva fast í bygdum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaðir
Mbabane

Lobamba

Vídd: 17.360 km2

Fólkatal: 1.354.051

Alment mál:
siswati, enskt

Átrúnaður:
kristindómur 60%, afrikanskir átrúnaðir 40%

Stýrislag:
kongaligt einaveldi

Gjaldoyra: lilangeni (SLZ)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017