• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Tansania

Tansania var til sum ríki, tá ið Tanganyika og oyggin Zansibar løgdu saman. Til fyri stuttum var Tansania undir sosialististiskum stjórnarvaldi, ið t.d. eggjaði fólki at gera samvinnufeløg og at arbeiða saman í stórum ríkisriknum gróðrarlundum. Hóast summar av hesum verkætlanum eydnaðust væl, er Tansania nógv fátækari enn grannalandið Kenja og er gott dømi um, hvussu búsetingin er í einum fátækum landbúnaðarlandi - næstan alt fólkið býr á bygd. Um 120 fólkasløg búgva í landinum, tey flestu tala swahili, ið nú á døgum verður nýtt sum felagsmál mangastaðni í Mið- og Eysturafrika.

Hóast Tansania hevur fingið nýggjan høvuðsstað, Dodoma, er gamli høvuðsstaðurin, Dar es Salaam, enn størsti býur og havnabýur. Hann er eisini høvuðsstøð við endan á Tan Samjarnbreytini, haðan vørur og ráevni úr Sambia verða flutt til strondina at flyta út. Navnið Dar es Salaam merkir "friðarhavnin". Býurin er ikki so ovurstórur, har eru fá háhús; flestu hús í býnum hava reyða tigulsteinstekju.
 
Fyrr búði fólkið í landinum spjatt í mongum smáum bygdum. Í 1970 skipaði stjórnin fyri eini verkætlan, ið hevði til endamáls at fáa fólkið at flyta saman í stórar bygdir, so at eini 250 húski fóru at verða í hvørjari bygd. At savnað fólkið meiri hevði við sær, at lættari og bíligari varð at útvega bygdunum skúlar, vatn og annað og at býta út handilstøð og sáðkorn. Nú á døgum búgva tríggir fjórðingar av fólkinum í Tansania á bygd, fleiri enn nakra aðrastaðni í Afrika.
 
Í fleiri milliónir ár hevur áin matað seg niður í Serengetislættan og grivið djúpa og breiða gjógv, við høgum svøðum. Her í Olduvaigjógv hava fornfrøðingar funnið steinrunnar leivdir eftir fornsøgulig menniskju, ið livdu fyri 2 mió. árum síðan. Eisini hava teir funnið fótaspor av trimum frummenniskjum - tveimum vaksnum og einum barni - ið gingu eftir grótbræðing, meðan hon kólnaði, fyri 3,5 mió. árum síðan.

Ein hin tydningarmesta grøðin í Tansania er sissal; plantan hevur stór bløð, sum mest verða gjørd til togverk, men eisini til mottur, bustir, hattar og kurvar. Sissaltog er gott um borð á skipi, tí at tað rotnar ikki í sjógvi. Men framtíðarútlitini fyri hesari vinnu eru ikki góð, tí at nógv, sum varð gjørt av sissali, er nú úr manngjørdum tilfari. Tá ið ytstu bløðini á sissalplantuni er fullvaksin, verða tey skorin tætt inni við bulin. Bløðini verða vanliga álað sundur í rullu. Tá ið plantumergurín er reinsaður burturúr, eru hvítu álirnar, ið kunnu verða ein metur langar, eftir. Álirnar verða vaskaðar og hongdar at turka.
 
Tætt við strondina í Tansania er oyggin Zansibar, og á vestaru síðu í oynni er havnabýurin Zanzibar, sum var arabiskur handilsstaður í 18. og 19. øld. Mangir trælir vórðu avskipaðir hiðani til arabisku londini. Týdningarmesta grøðin í oynni, kryddnelikur, varð eisini avskipaður hiðani. Kryddnelikur kom ikki í oynna fyrr enn í 1818; kortini dyrkar einki annað land meiri kryddnelik enn Zansibar.

Miðafrika - Eystari partur

Høg fjøll, djúpir dalar, rivur, gosfjøll og ovurstór vøtn skera seg ígjøgnum londini norðan úr Uganda og suður í Malavi. Hetta sermerkta landslagið er partur av ovurstórari rivu í jarðarskorpuni, nevnd Stóri Rivudalur. Hægsta fjall í Afrika er Kilimanjarofjall, eitt gosfjall, sum liggur í dvala í tí partinum av Stóra Rivudali, sum er í Tansania. Annars er mesta landslagið í hesum parti í Afrika slættar grasfløtur, nevndar savanna. Dýralívið á savannuni er tiltikið, og á hvørjum ári koma mong ferðafólk úr øllum heiminum at síggja tað. Hetta er vorðin týðandi vinna hjá londum sum Kenja og Tansania. Te og kaffi eru vorðin góð inntøka hjá teimum sjey londunum, ið eru her. Námsvinna og smáir bóndagarðar hava altíð havt stóran týdning, og aðrar vinnur taka seg upp nú.

Á savannuni veksur gult, sítt gras, onkustaðni 4 metrar høgt. Har regnar bara stutta tíð á árinum, og tí vaksa grasrøturnar ógvuliga djúpt niður í jørðina, at tær kunnu taka vætu úr jørðini í turrtíðini. Bløðini á akasiutrænum, sum er leyvtræ, eru næstan sum nálirnar á nálatrøum, so vatnið guvar ikki burtur. Baobabtræið goymir vatn í uppbólgnaða buli sínum. At verja landslagið og stórbæra dýralívið eru stór øki á savannuni friðað. Tvey av hesum stóru friðingarøkjum eru tjóðgarðarnir Serengeti í Tansania og Masai Mara í Kenja.
 
Stórir flokkar av giraffum, fílum, antilopum og sebrum reika um á savnnuni eftir beiti og vatni. Í hølunum á teimum eru altíð ránsdýr, gepardar, leyvur, leopardar, sum bíða eftir at taka tey veikastu dýrini burturúr. Skamt haðan bíða rægammar og sjakalar til reiðar at fáa sær ein bita av rænum.

Flestir bøndur her á leiðini royna bara at føða seg og húski sítt, annaðhvørt velta teir ymsa grøði ella halda teir neyt. Í hálendinum, har veðurlagið er vátt, men ikki so heitt, er fruktagóð gosøskujørð, og her eiga búnaðarfyritøkur stórar lundir, har tær dyrka te og kaffi til útflutnings. Sum fólkið er fjølgað, eru mangir garðar so smábýttir, at bøndurnir hava verið noyddir at velta niðan í brøttu líðirnar; tað ger, at í nógvum avfalli loypur oman, og soleiðis er nógv lendið oyðilagt.

Te verður gjørt av blaðnum á terunninum. Hentararnir mega skotra seg fram ímillum tøttu runnarnar, at henta nýsprotnu bløðini; tí eru teir í gummisvintu.

Stóri Rivudalur er 7.000 km norðan úr Sýria í Asia og suður í Mosambik. Í nógvar milliónir ár hava rørslur ímillum tvær plátur í jarðarskorpuni skapað hetta stórsligna landslagið. Sumstaðni hava rørslurnar gjørt djúpar dalar við brøttum líðum, sum t.d. Maulíðirnar í Kenja. Aðrastaðni hava gosfjøll og rivugos gjørt stórar háslættar. Athiháslættarnir í Kenja vórðu soleiðis til.

Suður ígjøgnum allan Stóra Rivudal eru mong ovurstór vøtn; har er nógvur fiskur. Mong fólk liva her av fiskiskapi, mest verður fiskað í Albertsvatni, Malavivatni og Taganganyikavatni. Vanligasti reiðskapurin eru smá gørn, nót, rúsa og skutil.

Á láglendinum í eystara parti í Miðafrika, har avfallið er so lítið, at illa ber til at dyrka jørðina, liva flakkfólk, sum fara um hetta víðføra lendið eftir beiti og vatni við neyta-, seyða- og geitafylgjum sínum; summi teirra hava eisini kamelar og asnar. Í lendinum sunnan fyri Nairobi tætt við markið ímillum Kenja og Tansania halda masaiarnir til. Teir eru flakkfólk og halda sebuneyt. Høvuðskostur teirra er mjólkin undan kúnum og blóð. Blóðið tappa teir av neytunum við æðralating.

Masaikrígsmenninir og masaikonurnar ganga við stórum prýðum, vanligu prýðini eru perlukragar, stórir oyrnaríngar og kopararmbond. Flestu masaimannfólkini hava fleiri enn eina konu. Hvør kona hevur sini egnu hús og býr har saman við børnunum.

Miðafrika - vestari partur

Í Miðafrika báðumegin Miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld; síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond. Londini tóku loysing í 1960-árunum, men striltið hevur gingið at sett fólkaræðiliga stýrisskipan í gildi. Ójavnt er, hvussu londini eru fyri; í Kamerun hava politisku viðurskiftini verið trygg, men í Miðafrikalýðveldinum hava harðrend hernaðarstýri rátt, og landið er sera fátækt.

Fjølbroytta landslagið er alt eftir, hvussu veðurlagið er. Við Miðkring vaksa stórir og tættir regnskógir, tí at har er veðurlagið heitt og slavið, og nógv regn er alt árið. Longri burturi frá Miðkringi eru regntíð og turrtíð, og her eru savanna og spjaddur runnavøkstur. Norðast í Miðafrika, í Kjad, er glóðheit sandoyðimørk.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Dodoma

Vídd: 945.090 km2

Fólkatal: 41.892.895

Alment mál:
swahili og enskt

Átrúnaður:
Á meginlandinum: kristindómur 30% afrikanskir átrúnaðir 35% islam 35%
Á Sansibar eru yvir 99% muslimar

Stýrislag:
einflokkaskipan

Gjaldoyra: tansanskur skillingur (TZS)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017