• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Tunesia

Tunesia er ímillum Algeria og Libya og er minsta land í Útnyrðingsafrika. Síðan fornøld hevur Tunesia havt tætt samband við Evropa. Tað var miðdepil í stórveldinum Karthago í 4. øld f. Kr. og gjørdist seinni partur í máttmikla Rómverjaríkinum. Í 7.øld e. Kr. gjørdu muslimskir arabar innrás í Tunesia, og fyrst í 1880-árunum tóku franskar herdeildir landið. Tunesia gjørdist frælst ríki í 1956. Síðan tá hevur landið fingið nýggja styrisskipan, og fleirflokkatingræði er sett í gildi.

Til stóra prísfallið var á olju í 1980-árunum, vóru olja og gass nógv størsta inntøkukelda hjá Tunesia. Nú eru klæði og landbúnaðarvørur eisini vorðin tyðandi táttur í búskapinum. Tunesia er ímillum tey lond í heiminum, sum gera mest av kalsium-fosfati, ið verður nýtt í evnafrøðiídnaði og til handilsstøð. Mesti ídnaðurin er í høvuðsstaðnum Tunis og uttan um hann.

Tunesisk matgerð er ávirkað av arabiskum, turkiskum og fronskum matsiðum. Tjóðarrættur er couscous, ið er blandingur av semuljagrýnum, kjøti og grønmeti. Sterkt kryddaðir gryturættir, tajines, kókaðir í leirgrýtu, er eisini væl dámdur matur. Omaná eta tunesar frukt, dadlur fyltar við mandludeiggi ella baklava, ið er nøtar- og hunangskøka. Vanligasti drykkur er sterkt, svart kaffi ella myntte. Siður er, at eftir arbeiðstíð fara mong mannfólk á kaffistovu at hitta vinir og drekka kaffi.

Lýggir vetrar og mangir søguligir staðir lokka á hvørjum ári mong ferðafólk til Tunesia. Til 1976 var ferðavinnan tann vinnugrein, ið gav landinum mest av fremmandum gjaldoyra. Fyrst í 1980-árunum kom stígur í ferðavinnuna, men nú gongur framá aftur, og næstan 4 milliónir fólk koma hagar um árið. Landsmyndugleikarnir hava stuðlað at byggja út frítíðarstaðir og gistingarhús, tí vinnan veksur so skjótt. Mangir túsund tunesar starvast í ferðavinnuni.
Flestu ferðafólk koma úr grannalondunum, Libya og Algeria, og úr Evropa. Bíligir flogferðaseðlar og longsulin eftir fremmandum frítíðarstaðum hava gjørt, at nógvir evropearar fara til Tunesia at ferðast.

Lívligastu býarpartarnir í einum tunesiskum býi eru marknaðirnir, nevndir souk. Teir eru sum villiniborg av smølum, krókutum gøtum, har ið ýður í keypmonnum og handverkarum, sum selja vørur sínar. Her ber til at keypa alskyns lutir, ið eyðkenna tunesiska list og handverk, t.d. koparketlar, teppi, leðurvørur, prýði og baldýrað klæði. Í øðrum búðum selja tey fisk, kjøt, frukt og grønmeti.

Um tveir triðingar av landinum eru búnaðarlendi, men lítið avfall ger, at nógvastaðni hevur verið neyðugt at leggja vatnveitingar. Mest verður dyrkað av hveiti og byggi, aldinfruktum, vínberum, fikum, dadlum og oljuberum. Tunesia er ímillum tey lond í heiminum, sum gera mest av olivinolju. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna landbúnaðin, má landið flyta inn týðandi matvørur.

Í 2011 byrjaði arabiska várið í Tunesia.

Útnyrðingsafrika

Í útnyrðingshorninum í Afrika eru tey fyra londini Marokko, Algeria, Tunesia og Libya. Hesi lond hava eina gamla og fjølbroytta søgu, tí at tey eru á markinum ímillum hini londini í Afrika, Vesturevropa og Miðeystur. Flestu fólk eru muslimar, tala arabiskt og eru ættað frá fólki úr Miðeystri. Frá 1530-árunum til 1830-árini vóru londini partur í Osmannaríkinum. Síðan løgdu hjálandaveldini Frakland, Spania og Italia londini undir seg, til tey fingu frælsi miðskeiðis í 20. øld. Londini í Útnyrðingsafrika eru lutfalsliga rík, tí at her er nógv olja og nógv gass.

Eitt hitt størsta vandamálið í Útnyrðingsafrika er bráði fólkavøksturin. Bara í Algeria fjølgaðist fólkið úr 12 milliónum upp í 25 frá 1966 til 1990, og úr 25 uppí 34 milliónir frá 1990 til 2010. Fleiri milliónir fólk eru flutt av bygd til býirnar at arbeiða. Hetta hevur elvt til stórt íbúðartrot inni í býunum og ovfólkaðar fátækrabýlingar í býarútryðjunum.

Meginparturin av teimum 85 milliónum fólkunum í Útnyrðingsafrika búgva í smala strandgeiranum út ímóti Miðjarðarhavi og Atlantshavi. Her er veðurlagið lýtt og slavið um veturin og heitt og turt um summarið; tí er strandalendið betur egnað til landbúnað enn lendið inni í landinum. Týdningarmesta grøðin er aldinfrukt, dadlur, oljuber, tomatir og blómur. Stóru býirnir eru eisini í lendinum.

Arabisku hertøkurnar í 7. og 11. øld hava sett sjónlig merki eftir seg í Útnyrðingsafrika. Arabar gjørdust brátt fjølmentari enn upprunafólkið, berbar, sum gjørdu uppreistur ímóti nýggju valdsharrum sínum. Arabar settu skjótt bæði mál sítt (arabiskt) og átrúnað sín (islam) í gildi í øllum fýra londunum. Hóast hesi lond seinni komu undir evropeiskt yvirvald vóru og eru tey enn partur í arabiska heiminum, tá ið talað verður um mál, mentan, átrúnað og byggilist.

Mesta øki í Útnyrðingsafrika er glóðheit oyðimørk - Sahara - sum tíverri veksur ógvuliga skjótt, tí at ov nógvur fenaður er uppiá í graslendinum í útryðjunum í oyðimørkini. Yvirskipanin ger, at lendið verður rótbitið, svarðlosnar og verður til dust og sand. Hóast hitin um dagin fer upp um 50°C, hóast náttarfrost og turk í mong ár, liva her dýr, sum hava lagað seg til hesar ómildu lívsumstøður.

Fá fólkasløg hava lagað seg til at búgva í Sahara. Eitt av hesum harðbalnu fólkasløgum eru tuaregar, sum í øldir hava livað sum flakkfólk og eru gitnir fyri at fara langar leiðir ígjøgnum oyðimørkina á marknaðirnar við salti. Reiðdýr teirra er kamelur, og av honum fær fólkið eisini mjólk, kjøt, ull og húðir. Alt fleiri tuaregar gevast nú við at liva sum flakkfólk og búseta seg í býunum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Tunis

Vídd: 163.610 km2

Fólkatal: 10.589.025   

Alment mál:
arabiskt

Átrúnaður: 
islam 98% kristindómur 1% aðrir 1%

Stýrirlag: 
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
tunesiskur dinarur (TND)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017