• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Barain

Barain er lítið oyggjaland í Persaflógva. Av tí at har regnar so lítið, ber bara til at dyrka, um vatn verður veitt á markirnar. Barain var fyrsta oljulandið á Arabianesi. Nú eru oljukeldurnar skjótt tómar.

Nú ið oljan er um at vera uppi, hevur perluveiða tikið seg upp aftur. Perlutíðin er frá juni til september. Perlukavararnir kava niður á botn við søkki uppi á sær; útgerð teirra er annars bara ein nasaklemma, knívur og kurv at leggja skeljarnar í. Dýrastu perlurnar eru fannhvítar og bera á ljósareytt.

Fast vegasamband - brýr og byrgingar -er ímillum høvuðsoynna Barain og grannaoyggjarnar Al Muharraq og Sitrah. Fast vegasamband er eisini inn á meginlandið til Saudiarabia, ið Barain hevur tætt samband við. Oyggin Barain er bara 48 km long, hinar oyggjarnar eru upp aftur smærri.

Miðeystur

Hetta landøkið fer inn í Útsynningsasia. Meginparturin av lendinum er turr oyðimørk og berligt fjallalendi. Fyrst í 20. øld var nógv olja funnin við Persaflógva. Nú á døgum er olja høvuðsinntøka hjá mongum londum í hesum øki. Økið hevur eisini djúpar søguligar røtur, tí at tað varð her, at heimsins fyrstu býir vórðu bygdir, og her tók ein av størstu átrúnaðum í heiminum seg upp - islam. Meginparturin av fólkinum í hesum londum eru muslimar, og høvuðsmálið er arabiskt - heilaga mál muslimanna. Mong kríggj og hart stríð hava verið í hesum londum seinastu árini.

Meiri enn 65% av allari olju, vit nú vita um, er í londunum við Persaflógva, og hiðani kemur triðingurin av allari olju, sum heimurin framleiðir um dagin. Hesi lond eru vorðin ovurrík, og ríkidømið hevur havt við sær stórar samfelagsligar broytingar og menning í ídnaðinum. Oljan hevur eisini gjørt, at hesi lond hava fingið stóran altjóða týdning, alstóra ávirkan á heimsbúskapin og politisku viðurskiftini í heiminum.

Tá ið fruktagóða lendið fram við Evfrat og Tigris er frá og lendið við strendurnar og kring grønurnar, er meginparturin av Miðeystri heit og turr oyðimørk. Ein teirra er Rub al Kali (Tómi Fjórðingurin), sum er ovurstór sandoyðimørk í Saudiarabia. Stórir partar av oyðimørkunum eru púra óbygdir, tí at har er einki vatn.

Seinastu árini hevur javnan verið kríggj ímillum lond við Persaflógva, og hundraðtúsundtals fólk hava latið lív. Í 1980 elvdi gamla marknaósemjan ímillum Iran og Irak til víðfevnt kríggj, sum vardi líka til 1988. Í 1990 hertók Irak Kuvait, men í Flógvakrígnum fyrst í 1991 rak altjóða herlið við USA á odda irakar úr aftur Kuvait.

Mong lond í Miðeystri eru rættiliga ung ríki, sett á stovn fyrst í 20. øld, tá ið vesturlendskir valdsharrar býttu tey sínámillum. Hetta marknabýtið, ofta bara teknað á kortið, hevur verið atvold til drúgvt marknastríð, helst ímillum Irak og tey seks grannalondini.

Islam varð til í Miðeystri í 6. øld e. Kr. og er enn størsti átrúnaður her. Muslimar trúgva á ein gud, Allah, og á Muhammed, profet hansara. Muhammed varð føddur í Mekka í tí, sum nú er Saudiarabia. Heilaga bókin hjá muslimum eitur Koranin; í henni stendur læra Allah, soleiðis sum eingilin Gabriel opinberaði hana fyri Muhammedi. Nú á døgum eru fleiri enn ein milliard muslimar um allan heimin.

Í Miðeystri eru nakrir av teimum býum í heiminum, sum vaksa skjótast. Atvoldin er ovurstóra ríkidømi, ið oljuvinnan hevur við sær, og av fólkavøkstrinum, sum stendst av hesi vinnu. Býirnir verða oftast bygdir sum nútímans býir í Vesturheiminum, við høgum íbúðarhúsum og skrivstovuhúsum av glasi, stáli og betongi.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Manama

Vídd: 680 km2

Fólkatal: 728.709

Alment mál: arabiskt

Átrúnaður: islam 85% kristindómur 7% aðrir 8%

Stýrirlag: kongligt einaveldi

Gjaldoyra: barainskur dinarur (BHD)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017