• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Hongkong

Hongkong er ikki sjálvstøðugt ríki, stendur undir Kina, men hevur egna stýrisskipan til 2047.

Hóast Hongkong bara er heilt lítið landøki - eitt nes við fjøllum og útifyri 230 grýtutar oyggjar - í Landsynningsasia, búgva góðar 7 milliónir fólk har (2010). Hongkong er ein av týdningarmestu fíggjarmiðdeplum í heiminum og ógvuliga ríkt. Í 1898 samdust Kina og Bretland um, at Bretland skuldi leiga The New Territories of Hongkong í 99 ár. 1. juli í 1997 kom Hongkong aftur undir Kina, men fyrrverandi bretska hjálandið skal hava egna styrisskipan í 50 ár.

Mong fólk í Hongkong búgva ikki uppi á landi, men í báti. Heil húski búgva samanstúgvað í djunkum og sampanum, tey liva av fiskiskapi. Har eru eisini flótandi skúlar, handlar og matstovur; læknar, tannlæknar og hárfríðkanarfólk fara til arbeiðis við báti. Túsundtals fólk búgva enn soleiðis, men hesin lívsháttur er nú í vanda fyri at fara í søguna. Atvoldin er, at stór nýmótans fiskiskip koma í staðin fyri gomlu bátarnar, og útróðrarmenninir verða noyddir at fáa sær arbeiði uppi á landi.

Mong háhús eru í Hongkong, og á handilsgøtuni mitt í miðbýnum stendur stórsligna háhúsið hjá Hongkong Shanghai Banka. Húsið varð liðugt bygt í 1985 og er eitt verkfrøðiligt meistaraverk. Tá ið húsið varð bygt, ráðførdu byggifrøðingarnir seg alla tíðina við serfrøðingar í feng shui, aldagomlu kinversku fólkatrúnni um vatnsins og vindsins megi. Hetta varð gjørt til tess at vissa øllum teimum mongu fólkunum, ið skuldu vera í húsinum, góða heilsu, hepni og ljósa framtíð.

Fyrr var nógvur ídnaður í Hongkong. Nógv varð gjørt av klæðum, leikum og elektróniskum vørum. Nú er næstan allur ídnaður fluttur norður um markið til Kina, har lønarlagið er nógv lægri. Allarflestu fólk í Hongkong starvast í tænastuvinnuni.

Eysturasia

Høvuðsríkið í Eysturasia er ovurstóra Kina, men har eru eisini stormbarda flatnalendi í Mongolia, Norðurkorea og Suðurkorea, fruktagóða oyggin Taivan og gomlu, smáu hjálondini Hongkong og Makao. Kina er av fjølbroyttastu londum. Fyri vestan hækkar oyðimarkarkenda lendið upp í djúpar dalar og høg fjøll. Tibet, sum áður var sjálvstøðugt ríki, men sum Kina hertók í 1950, verður nevnt "tekja heimsins", tí at tað liggur so høgt. Í norðara parti í Kina á markinum móti Mongolia er turra og oydna Gobioyðimørk. Í Eysturkina og Norður- og Suðurkina er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum.

Fáar áir í heiminum gera so stóran skaða sum Gulaá, ella Huang Heá. Javnan hevur hon floymt upp um áarbakkarnar og verið atvold til, at túsundtals fólk eru druknað. Tí verður hon eisini kallað "Neyð Kina". Sum hon rennur eystur ígjøgnum Miðkina, ber hon nógva fína mold, nevnd fokdust, við sær. Moldin litar ánna gula, haðan er navnið Gulaá komið.

Ein av aðalhugsjónunum í gamla kinverska átrúnaðinum, konfusianismuni - nevnd eftir kinverska heimspekinginum Kungfutzu - er trúskapur ímóti ættini og virðing fyri forfedrunum. Tí eru mangir siðir knýttir afturat siðbundnum jarðarferðum í Eysturasia. Hesir siðir skulu vissa, at tí deyða skal einki skorta hinumegin. Á gravarbakkanum ofra tey, ið varða av, mat og brenna pappírspengar og myndlar av bilum, súkklum og øðrum lutum, sum sálin skal hava við sær til himmals

Kinamúrurin, sum ringir seg ígjøgnum Norðurkina eystan úr Gulahavi og vestur til oyðimerkurnar í Miðasia, má sigast at vera eitt av undurverkunum úr fornøld. Farið varð at laða múrin í 4. øld f. Kr., men meginparturin av honum varð gjørdur í 14. øld at verja kinverskar bøndur fyri flakkfólki úr Mongolia. Múrurin er heimsins longsta bygningsverk, næstan 6.400 km langur.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Victoria (partur av stór Hongkong)

Vídd: 1.054 km2

Fólkatal: 7.089.705

Alment mál:
enskt, kanton kinverskt

Átrúnaður: 
buddisma og taoisma 74%, 
kristindómur 9% og aðrir 17%

Stýrirlag: 
Serstakt umsitingarøki, Kina

Gjaldoyra: 
Hongkong dollari (HKD)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017