• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Indonesia

Í Indonesia er alt stórt. Tað er størsta oyggjahav í heiminum - 17.508 oyggjar, av teimum eru um 1.500 bygdar. Landið er 5.100 km langt eystur og vestur, havið er 8 milliónir km2 í vídd, og har eru tríggjar klokkutíðir. Í landinum eru 362 fólkasløg, ið tala fleiri enn 250 mál og bygdamál. Meiri enn 180 mió. indonesarar eru muslimar, tí er Indonesia fjølmentasta muslimska landið í heiminum. Landið er ógvuliga fjølbroytt, og her eru stórir mótsetningar: nýmótans stórbýir og verksmiðjur, og fólk, ið enn liva soleiðis, sum tey hava livað í øldir.

Í mong hundrað ár fingu evropearar meginpartin av kryddevnunum, teir nýttu, av Molukkoyggjum eystarlaga í Indonesia, til dømis nelik, muskatnøt og kanel. Meðan Indonesia var niðurlendskt hjáland, hevði niðurlendska Eysturindiafelagið einkarrætt til allan kryddhandil og vann sær øgiligt ríkidømi. Indonesia gjørdist frælst ríki í 1949.

Høvuðsstaðurin í Indonesia, Jakarta, við knappliga 9 mió. fólkum, er størsti býur í Landsynningsasia. Í fyrstuni var hann lítil handilsbýur við munnan á Ciliwungá, haðan kryddevni vóru avskipað til Eysturasia. Í 1618 gjørdu niðurlendingar Jayakarta, sum býurin tá æt, til høvuðsstað í eysturindiska ríki sínum. Teir broyttu býarnavnið til Batavia, lótu grava siglingarveitir og bygdu hús fram við teimum, so at býurin skuldi minna um Amsterdam.

Knappliga 230 milliónir fólk búgva í Indonesia, 60% av teimum í oynni Java, hóast oyggin ikki er meiri enn 7% av víddini í landinum. Nógvar aðrar stórar oyggjar eru, men mangar teirra eru ógvuliga strálbygdar. Í 1950-árunum fóru myndugleikarnir at flyta fólk úr Java til aðrar oyggjar. Eini 6 milliónir fólk eru flutt soleiðis, hóast upprunafólkið í oyggjunum hevur mælt ímóti hesum búsetingarpolitikki.

Miðskeiðis í Java stendur eitt byggilistarligt undurverk. Ovurstóra buddatemplið Borobodur, ið merkir "kleystrið á heygnum", varð bygt frá ár 778 til ár 856 e. Kr. Templið er bygt í tíggju stigum, nakað sum trappupýramida, ið skal ímynda stigini í andaligu ferð Budda úr fávitsku, ígjøgnum upplýsing og vísdóm til nirvana, æviga sælu.

Fólkið í Java hevur funnið upp torføra og margbroytta batikklitingarháttin. Voks verður brætt á tann partin av klæðinum, ið ikki skal verða litaður. Klæðið verður so litað fyrstu ferð, hongt at torna og so smurt við voksi aðrastaðni, áðrenn tað aftur verður litað við einum øðrum liti. Eftir at klæðið er smurt við voksi og litað mangar ferðir, er tað liðugt.

Farið varð at bora eftir olju í Sumatra í 1871, og alt síðan tá hevur oljan stýrt búskapinum í Indonesia. Í 1981 var 80% av útflutninginum í landinum olja, men oljuútflutningurin er ikki so stórur longur, tí at oljan er farin at minka.

Til tess at hava breiðari grundarlag undir búskapinum, er Indonesia nú farið at vinna út nógva gassið. Mesta gassið verður flutt út flótandi í trýsttangum.

Bali verður av mongum sagdur at vera vakrasti staður í heiminum. Alskyns plantur og trø hylja lendið, sum eitt grønt teppi, og um alla oynna eru sandstrendur. Nógv ferðafólk kemur hagar at njóta landslagið og at síggja sjónleikarar og dansarar føra fram elligamlar leikir og dansir. Flestu balinesar eru hinduar, og skrúðgongur, har konufólk fara í templið við offurgávum, eru partur av gerandisdegnum.

Á verkmiðjunum í Indonesia verða gjørdar alskyns ídnaðarvørur og elektróniskir lutir. Meiri enn helvtin av fólkinum arbeiðir kortini í landbúnaðinum. Fyrr var Indonesia tað land í heiminum, sum flutti inn mesta rísið; men seinastu nógvu árini hava teir dyrkað so nógv rís, at landið nú er sjálvbjargið, hóast fólkið alsamt fjølgast.

Bugiar í Suðursulawesi eru góðir sjómenn og gitnir fyri sítt skipasmíð. Aður í tíðini var tað kent sjórænarafólk, ið øll ræddust. Bugiar smíðaðu sær góðar træbátar og fóru í grannaoyggjarnar at ræna. Hildið verður, at ensku orðini "bogyman" og "bugbear", ið merkja spøkilsi ella ræðumynd, eru komin av orðinum bugi.

Dajakar, upprunafólkið í Borneo, eru dugnaligir smiðir. Teir byggja góð langhús á steyrum. Fleiri húski, upp í fimmti, búgva í einum langhúsum, og hvørt húski hevur egnan køk og egið sovikamar. Fundir verða hildnir í ganginum, sum er opin úr galvi í galv. Rís, fiskur og annar matur verður turkaður á opna svalanum framman fyri húsini.

Fólkið í eystasta landslutinum í Indonesia, Irian Jaya í oynni Nýguinea, er skylt við døkkholdaða fólkið í Kyrrahavsoyggjum og ikki við fólkið í Landsynningsasia, ið er ljósari í holdinum. Daniar eru eitt av mongu fólkasløgunum, ið heldur til í hesum fjarskotna og avbyrgda lendi. Teir eru bøndur, men arbeiðslag og lívsháttur teirra er mestsum óbroyttur í túsundtals ár.

Oyggjarnar í Landsynningsasia

Hesin partur í Landsynningsasia er óføra vítt hav við túsundtals oyggjum ímillum landsynningsasiameginlandið og Avstralia. Her eru fyra lond: eystari partur í Malaisia, Brunei, Indonesia og Filipsoyggjar. Fáastaðni í heiminum eru so mong gosfjøll sum her, og váta monsunveðurlagið ger, at summi øki eru ímillum tey vátastu í heiminum. Dýralívið og plantulívið eru ógvuliga fjølbroytt, tí at lívilíkindi og gróðrarlíkindi hjá dýrum og plantum broytast úr oyggj í oyggj. Her eru eisini mong fólkasløg. Bara í Indonesia verða talað fleiri enn 250 mál.

Í hesum parti í Asia hevur báturin altíð verið álitið til ferðafólkaflutnings og farmaflutnings. Serliga nýta tey smáar, grunnar bátar ið eru lættir at stýra og sigla í smølu sundunum ímillum oyggjarnar, har nógvastaðni er grunt.

Á hvørjum ári eru einar 20 tropiskar melduródnir, nevndar týfonir, í Filipsoyggjum. Odnirnar eru harðar, og vindferðin kemur upp í einar 100 km/t; og øgiligur uppgangur. Mong fólk umkomast, og túsundtals hús verða tikin av grundum. Ringast statt er altíð á láglendinum, men fólk mega vera har, tí at lítið er av dyrkilendi aðrastaðni. Jørðin í láglendinum er eisini bílig at keypa.

Gos og jarðskjálvti eru náttúrumáttir, sum fólk hava lært at liva við í hesum londum. Atvoldin er meginlandarákið, ið er í jarðarskorpuni. Meginparturin av oyggjunum í Landsynningsasia eru á markinum ímillum plátur, sum ganga niðureftir, tað, jarðfrøðin nevnir niðurbrotsøki. Hóast øgiliga skaðan, eitt gos ger, vágar fólkið sær at dyrka í líðunum á gosfjøllum, tí at gosøskan ger, at jørðin har fruktar avbera væl.

Í 1850-árunum gjørdi bretski náttúrugranskarin Alfred Russel Wallace kanningarferð í oyggjunum í Landsynningsasia. Hann gáaði eftir, at flestu dýr á landi í oynni Bali vóru ættað úr Asia, men at dýrini á grannaoynni Lombok vóru ættað úr Kyrrhavsoyggjum og Avstralia. "Wallacelinjan" er hugsað marknalinja ígjøgnum Indonesia og mark ímillum dýr úr Asia og dýr úr Kyrrahavsoyggjum og Avstralia.

Náttúran í hesum landøki er so ymisk úr oyggj í oyggj, og lívið hevur ment seg og greinað seg so ymiskliga, at dýr og plantur eru púra ólík enntá í oyggjum, sum heilt stutt er ímillum. Tað hevur við sær, at ongastaðni í heiminum eru so mong plantu-og dýrasløg sum í hesum regnskógum. Tí er so ógvuliga umráðandi, at skógirnir verða friðaðir og ikki týndir.

Sjáldsama plantan, Rafflesiablóman, ið veksur djúpt inni í regnskógunum, er kallað upp eftir Stamford Raffles, ið var bretskur landshøvdingur í økinum í 19. øld. Hon hevur heimsins størstu blómu: slakan metur í tvørmáti. Rafflesia er eisini gitin fyri sín rama royk, ið dregur at sær flugur og onnur skordýr.

Rís er høvuðsføði hjá meginpartinum av fólkinum í hesum londum, og mesta rísið verður dyrkað á markum, ið eru settar undir í vatni. Í rísmarkunum og fram við teimum dyrka bøndurnir alskyns frukt og grønmeti og ala fisk, skeljadýr, krabbar og froskar. Tað, teir dyrka og ala, verður bæði havt til egna nýtslu og selt; dýrini og planturnar taða vatnið, og fiskur, skeldýr og froskar eta skaðadýrini, sum liva í vatninum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Jakarta

Vídd: 1.1904.570km2

Fólkatal: 242.968.342  

Alment mál:
bahasa indonesiskt

Átrúnaður: 
islam 87%, kristindómur 9%, aðrir 4%

Stýrirlag: 
lýðveldi við forseta

Gjaldoyra: 
rupiah (IDR)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017