• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Ísrael

Ísrael er langt, smalt land á eysturstrondini við Miðjarðarhav. Landslagið er skiftandi, fruktagóðir dalar, turrar oyðimerkur, fjøll, vøtn og áir. Ídnaðurin í landinum er fjølbroyttur, og landbúnaðurin er framkomin. Ísraelska ríkið var sett á stovn í 1948, til tess at jødar um allan heimin skuldu eiga eitt heimland. Fyri tað æt landið Palestina. Stórur partur av arabiska fólkinum varð noyddur at fara úr Ísrael og mátti liva sum flóttafólk í Jordan og Libanon. Tí er mikil og áhaldandi fíggindaskapur ímillum Ísraelsmenn, palestinar og arabisku grannalondini.

Jerúsalem er heilagur býur hjá jødum, kristnum og muslimum. Innan fyri gamla býarmúrin er mesti halgidómur jødanna - Grátimúrurin, sum er tað einasta, ið er eftir av templi Sálamons. Tætt við Grátimúrin er Tempulfjallið, haðan islamiski profeturin Muhammed fór til himmals. Heilagasti staðurin hjá teimum kristnu er kirkjan á heilagu grøvini, har Jesus varð gravsettur, og haðan hann reis upp frá deyðum.

Fyri tað, at Ísraelska ríkið varð sett á stovn, búðu jødar spjaddir um allan heim. Mangan vóru teir fyri herviligum atsóknum. Í øðrum heimsbardaga (1939-45) tyndu tysku nasistarnir einar 6 milliónir jødar. Eftir annan heimsbardaga fluttu tíggjutúsundtals jødar úr øllum heiminum til Ísraels, heimlandið hjá forfedrum sínum.

Í 1948 stovnaðu jødar egið ríkið - Ísrael — í Palestina, ið varð heimland hjá palestinsku arabunum. Alt fyri eitt brast kríggj á ímillum jødar og arabar; jødar vunnu, og mangir palestinskir arabar vórðu riknir frá húsi og heimi. Mangir teirra búsettu seg í arabisku landslutunum Vestan Jordaná - á Vestara Áarbakka - og í Gazageira. Í 1967 hersetti Ísrael eisini hesi øki.


Næstan helvtin av matinum í Ísrael kemur úr stórum samyrkisbúgvum - kibbutzum - har mong húski búgva og starva saman. Tey býta alt gerandisarbeiði sínámillum, t.d. reingerð, matgerð og búnaðararbeiði. Soleiðis hava Ísraelsmenn lagt inn stórt oyðimarkarlendi, sum verður vætað við teldustyrdum vatnveitingum

Jødadómurin er ein av elstu átrúnaðum í heiminum. Jødar trúgva á ein gud og halda tað, sum Tora lærir teir. Tora eru fyrstu fimm bøkurnar - Mósebøkurnar - í Bíbliuni. Tá ið jødisk mannfólk biðja, eru teir í bønarsjáli og bønarreim við hylki á, har stinga teir ørindi úr Toru í. Leygardagur er hvíludagur jødanna, teir nevna hann sabbat.

Av tí at støðugt stríð hevur staðið ímillum Ísrael og palestinar, og landið ofta hevur kríggjast við grannalond síni, eru herur og hertænasta natúrligur partur í lívi Ísraelsmanna. 18 ára gomul mega bæði dreingir og gentur gera hertænastu í nøkur ár. Genturnar fáa somu hervenjing sum dreingirnir, men sleppa undan at fara á vígvøllin í bardaga.

Ísraelsmenn brýna nógvar diamantar, og fjórðingurin av útflutningsinntøkum landsins eru frá diamanthandli. Óbrýndu diamantarnir verða innfluttir og síðan skildir, brýndir og blankaðir.

Miðeystur I

Ímillum Evropa og Arabianes er landøki, sum verður nevnt Miðeystur; her eru londini Ísrael, Libanon, Jordan og Sýria. Tað var her, at nakrar av fyrstu mentanum í heiminum vórðu til, og tað var eisini her, at teir tríggir heimsátrúnaðirnir - jødadómur, kristindómur og islam, kyknaðu. Veðurlagið er turt og heitt, og landslagið berligt, helst fyri eystan; men fram við Miðjarðarhavi er lendið fruktabetri. Í øldir bardust arábar, kristnir krossfarar og turkar um valdið í hesum londum, og tað er ikki meiri enn øld síðan, at grundarlag var lagt undir tey lond, sum nú eru. Kríggj og borgarastríð hava í mong ár merkt hesi lond.

Mangir gamlir muslimskir býir eru átøkir í útsjónd. Mitt í býnum er høvuðsmoskan, ið oftast er størsta hús í býnum. Við hana eru onnur týdningarmikil hús og keypbúðir. Gøturnar, sum eru úr miðbýnum og at býarmúrinum, eru krókutar og smalar og skugga væl fyri sólini og líva fyri vindi og dustroki. Fyri ikki at verða órógvaður og hava heimalívið í friði, mega úthurðarnar ikki vera beint hvør yvir av aðrari í smølum gøtum.

Ein fjallaryggur norðan úr Libanon og suður ígjøgnum Ísrael skilur strandalendið frá oyðimørkunum eystanfyri. Slættlendið undir fjøllunum í Libanon er fruktagóð kornjørð. Fjallatindarnir eru kavataktir næstan alt árið, og higar koma mong ítróttarfólk at aka á skíðum.

Á markinum ímillum Ísrael og Jordan er stórt vatn, ið eitur Deyðahav. Hetta er lægsti staður í heiminum -395 m niðan sjóvar. Deyðahav er saltasta vatn í heiminum, og nógvastaðni standa saltstólpar upp úr vatninum. Eingin fiskur fær verið har; av tí er navnið komið. Runan fram við strondini skal verða ógvuliga góð fyri húðina.
 
Tríggir heimsátrúnaðir hava djúpar røtur í Miðeystri. Jødadómurin og kristindómurin tóku seg upp her, og islam kom tíðliga higar úr Saudiarabia, ið er tætt við. Jerusalem er tískil halgur býur hjá trimum átrúnaðum. Halga Klettamoska hjá muslimum og halgi Grátimúrurin hjá jødum eru bæði á Tempultorginum.

Miðeystur II

Hetta landøkið fer inn í Útsynningsasia. Meginparturin av lendinum er turr oyðimørk og berligt fjallalendi. Fyrst í 20. øld var nógv olja funnin við Persaflógva. Nú á døgum er olja høvuðsinntøka hjá mongum londum í hesum øki. Økið hevur eisini djúpar søguligar røtur, tí at tað varð her, at heimsins fyrstu býir vórðu bygdir, og her tók ein av størstu átrúnaðum í heiminum seg upp - islam. Meginparturin av fólkinum í hesum londum eru muslimar, og høvuðsmálið er arabiskt - heilaga mál muslimanna. Mong kríggj og hart stríð hava verið í hesum londum seinastu árini.

Meiri enn 65% av allari olju, vit nú vita um, er í londunum við Persaflógva, og hiðani kemur triðingurin av allari olju, sum heimurin framleiðir um dagin. Hesi lond eru vorðin ovurrík, og ríkidømið hevur havt við sær stórar samfelagsligar broytingar og menning í ídnaðinum. Oljan hevur eisini gjørt, at hesi lond hava fingið stóran altjóða týdning, alstóra ávirkan á heimsbúskapin og politisku viðurskiftini í heiminum.

Í Miðeystri eru nakrir av teimum býum í heiminum, sum vaksa skjótast. Atvoldin er ovurstóra ríkidømi, ið oljuvinnan hevur við sær, og av fólkavøkstrinum, sum stendst av hesi vinnu. Býirnir verða oftast bygdir sum nútímans býir í Vesturheiminum, við høgum íbúðarhúsum og skrivstovuhúsum av glasi, stáli og betongi.

Mong lond í Miðeystri eru rættiliga ung ríki, sett á stovn fyrst í 20. øld, tá ið vesturlendskir valdsharrar býttu tey sínámillum. Hetta marknabýtið, ofta bara teknað á kortið, hevur verið atvold til drúgvt marknastríð, helst ímillum Irak og tey seks grannalondini.

Islam varð til í Miðeystri í 6. øld e. Kr. og er enn størsti átrúnaður her. Muslimar trúgva á ein gud, Allah, og á Muhammed, profet hansara. Muhammed varð føddur í Mekka í tí, sum nú er Saudiarabia. Heilaga bókin hjá muslimum eitur Koranin; í henni stendur læra Allah, soleiðis sum eingilin Gabriel opinberaði hana fyri Muhammedi. Nú á døgum eru fleiri enn ein milliard muslimar um allan heimin.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Jerúsalem

Vídd: 20.700 km2

Fólkatal: 6.928.000

Alment mál: hebreiskt og arábiskt

Átrúnaður: Jødadómur 82% islam 14% og kristindómur 2% aðrir 2%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: shekel (ILS)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017