• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Jemen

Lýðveldi Jemen varð sett á stovn í 1990, tá ið Norðurjemen og Suðurjemen løgdu saman. Jemen er í útsynningshorninum á Arabianesi. Landið er nógv fruktabetri enn hini londini har um leiðir. Í hálendinum fyri vestan er gott akurlendi, og tað regnar summarhálvárið. Við strondina og í fjøllunum fyri eystan er turt, heitt og berligt. Jemen er fátækari og minni framkomið enn grannalondini. Men í 1980 varð olja funnin har, og tað hevur bøtt um framtíðarútlitini í landinum.

Sana, høvuðsstaðurin í Jemen, var bygdur í fornøld og er gitin fyri jemensku byggifrøðilist sína. Í gamla býlinginum eru enn mong 400 ára gomul sambygd hús í trimum til fýra hæddum. Tey eru úr sólturkaðum tigulsteini, og útveggirnir eru prýddir við ljósum myndbondum. Nú verður arbeitt við at friða og varðveita henda sjáldsama býling.

Aden er ein av størstu býunum í Jemen og størsti havnabýur í landinum. Av tí at býurin er við Adenflógva, hevur hann alt síðan fornøld verið týdningarmikil havnabýur. Nú á døgum er hann ídnaðarmiðdepil, har eru oljureinsiverk og altjóða flogvøllur.

Nógvastaðni í Jemen hava teir í øldir laðað bríkar upp eftir líðunum fyri at fáa meiri dyrkilendi. Summar bríkar eru fleiri enn 1.300 ára gamlar. Meiri enn helvtin av jemenska fólkinum eru bøndur. Teir dyrka korn, t.d. hveiti og durra, aldinfruktir og dadlur, og halda seyð, geitir og neyt. Kaffi og bummull verða eisini dyrkað, mest til útflutnings.

Sagt verður, at jemenittar vóru fyrstu fólk, ið drukku kaffi, og nakrar av bestu og kendastu kaffibønunum verða dyrkaðar her. Jemen er eisini kent fyri eina plantu, sum eitur qat. Bløðini á henni verða tugd ella nýtt til te, og stimbrandi evni er í teimum. Qatgildi eru týðandi partur í jemenskari mentan.

Flestu jemenittar eru muslimskir arabar, ið hoyra til ymsar ættir. Hvør ætt velur ein høvding, "shaykh" (merkir gamal maður), og hevur egnar siðir, egin klæði og egna fólkamentan. Ættarbondini eru sterk, fólk liva í stórættum, ofta mong ættarlið saman í stórum húsum. Ættarbondini er sterkast í Norðurjemen.

Mannfólkini í ættini ganga ofta við stórum slíðraknívi hangandi við beltið.


Miðeystur I

Ímillum Evropa og Arabianes er landøki, sum verður nevnt Miðeystur; her eru londini Ísrael, Libanon, Jordan og Sýria. Tað var her, at nakrar av fyrstu mentanum í heiminum vórðu til, og tað var eisini her, at teir tríggir heimsátrúnaðirnir - jødadómur, kristindómur og islam, kyknaðu. Veðurlagið er turt og heitt, og landslagið berligt, helst fyri eystan; men fram við Miðjarðarhavi er lendið fruktabetri. Í øldir bardust arábar, kristnir krossfarar og turkar um valdið í hesum londum, og tað er ikki meiri enn øld síðan, at grundarlag var lagt undir tey lond, sum nú eru. Kríggj og borgarastríð hava í mong ár merkt hesi lond.

Mangir gamlir muslimskir býir eru átøkir í útsjónd. Mitt í býnum er høvuðsmoskan, ið oftast er størsta hús í býnum. Við hana eru onnur týdningarmikil hús og keypbúðir. Gøturnar, sum eru úr miðbýnum og at býarmúrinum, eru krókutar og smalar og skugga væl fyri sólini og líva fyri vindi og dustroki. Fyri ikki at verða órógvaður og hava heimalívið í friði, mega úthurðarnar ikki vera beint hvør yvir av aðrari í smølum gøtum.

Ein fjallaryggur norðan úr Libanon og suður ígjøgnum Ísrael skilur strandalendið frá oyðimørkunum eystanfyri. Slættlendið undir fjøllunum í Libanon er fruktagóð kornjørð. Fjallatindarnir eru kavataktir næstan alt árið, og higar koma mong ítróttarfólk at aka á skíðum.

Á markinum ímillum Ísrael og Jordan er stórt vatn, ið eitur Deyðahav. Hetta er lægsti staður í heiminum -395 m niðan sjóvar. Deyðahav er saltasta vatn í heiminum, og nógvastaðni standa saltstólpar upp úr vatninum. Eingin fiskur fær verið har; av tí er navnið komið. Runan fram við strondini skal verða ógvuliga góð fyri húðina.
 
Tríggir heimsátrúnaðir hava djúpar røtur í Miðeystri. Jødadómurin og kristindómurin tóku seg upp her, og islam kom tíðliga higar úr Saudiarabia, ið er tætt við. Jerusalem er tískil halgur býur hjá trimum átrúnaðum. Halga Klettamoska hjá muslimum og halgi Grátimúrurin hjá jødum eru bæði á Tempultorginum.

Miðeystur II

Hetta landøkið fer inn í Útsynningsasia. Meginparturin av lendinum er turr oyðimørk og berligt fjallalendi. Fyrst í 20. øld var nógv olja funnin við Persaflógva. Nú á døgum er olja høvuðsinntøka hjá mongum londum í hesum øki. Økið hevur eisini djúpar søguligar røtur, tí at tað varð her, at heimsins fyrstu býir vórðu bygdir, og her tók ein av størstu átrúnaðum í heiminum seg upp - islam. Meginparturin av fólkinum í hesum londum eru muslimar, og høvuðsmálið er arabiskt - heilaga mál muslimanna. Mong kríggj og hart stríð hava verið í hesum londum seinastu árini.

Meiri enn 65% av allari olju, vit nú vita um, er í londunum við Persaflógva, og hiðani kemur triðingurin av allari olju, sum heimurin framleiðir um dagin. Hesi lond eru vorðin ovurrík, og ríkidømið hevur havt við sær stórar samfelagsligar broytingar og menning í ídnaðinum. Oljan hevur eisini gjørt, at hesi lond hava fingið stóran altjóða týdning, alstóra ávirkan á heimsbúskapin og politisku viðurskiftini í heiminum.

Í Miðeystri eru nakrir av teimum býum í heiminum, sum vaksa skjótast. Atvoldin er ovurstóra ríkidømi, ið oljuvinnan hevur við sær, og av fólkavøkstrinum, sum stendst av hesi vinnu. Býirnir verða oftast bygdir sum nútímans býir í Vesturheiminum, við høgum íbúðarhúsum og skrivstovuhúsum av glasi, stáli og betongi.

Mong lond í Miðeystri eru rættiliga ung ríki, sett á stovn fyrst í 20. øld, tá ið vesturlendskir valdsharrar býttu tey sínámillum. Hetta marknabýtið, ofta bara teknað á kortið, hevur verið atvold til drúgvt marknastríð, helst ímillum Irak og tey seks grannalondini.

Islam varð til í Miðeystri í 6. øld e. Kr. og er enn størsti átrúnaður her. Muslimar trúgva á ein gud, Allah, og á Muhammed, profet hansara. Muhammed varð føddur í Mekka í tí, sum nú er Saudiarabia. Heilaga bókin hjá muslimum eitur Koranin; í henni stendur læra Allah, soleiðis sum eingilin Gabriel opinberaði hana fyri Muhammedi. Nú á døgum eru fleiri enn ein milliard muslimar um allan heimin.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Sana

Vídd: 527.970 km2

Fólkatal: 22.858.238

Alment mál: arabiskt

Átrúnaður: islam 97% aðrir 3%

Stýrirlag: fólkaræði fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: jemenskur riyal (YER)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017