• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Jordan

Jordan er ytst í útnyðringspartinum á arabisku hálvoynni. Jordan hevur ógvuliga lítið strandarøki, og einasti havnabýur er Al'Aqabah innast í Akabafirði. Í eystara parti í landinum er mest oyðimørk. Flestu jordanar eru muslimar og tala arabiskt. Jordan er ikki gamalt ríki - varð stovnað í 1946; men nakrir av fyrstu býum í heiminum vórðu bygdir her. Jordan, við Hussein kongi (1935-1999) á odda, átt týðandi leiklut í friðarsamráðingunum ímillum Ísrael og PLO og arabisku grannalond Ísraels.

Stórt vatntrot er í Miðeystri. Eftirlitið við Jordaná, ið er mark ímillum Jordan og Ísrael, er vorðið týðandi mál í friðarsamráðingunum ímillum tey bæði londini. Jordan, sum er rættiliga fátækt land, má fáa nógv vatn úr ánni, so at teir kunnu veita meiri vatn á búnaðarlendi og sostatt útvega sær meiri mat.

Stórur fólkavøkstur er í Jordan, har tað eru næstan líka mong palestinsk flóttafólk sum jordanar. Eitt av mest átrokandi málunum hjá stjórnini er tí at útvega hús og arbeiði og at menna skúlaverkið og heilsuverkið, tí at fólkið fjølgast so ógvuliga skjótt.

Tá ið Ísrael varð sett á stovn í 1948, vórðu tíggjutúsundtals palestinar noyddir at flyta úr landi sínum og gjørdust flóttafólk í Jordan og øðrum arabiskum londum. Nú, gott og væl 60 ár seinni, eru teir har enn. Bara í Jordan eru 1,8 milliónir palestinsk flóttafólk. Mangir palestinar eru føddir og vaksnir upp í flóttalegum, eitt nú tætt við høvuðsstað Jordans - Amman.


Petra er kendasti fornaldarbýur í Jordan. Nabatar høgdu í 4. øld f. Kr. henda stórsligna, tigulsteinsreyða býin inn í oyðimarkarklettin. Ímillum hesar ótrúligu byggingarnar eru kongliga klettagrøvin og Khazneh (skattkamarið). Fyri at sleppa inn í býin, mást tú ríða ígjøgnum eina tronga gjógv, ið er 500 metrar long.

Akabafjørður er langur fjørður norðast í Reyðahavi ímillum Saudiarabia og Sinai. Hann er 160 km langur og 27 km breiður, har hann er breiðastur. Innast í firðinum er einasti havnabýur í Jordan, Al'Aqabah; og har er einasta strandaøki, Jordan eigur. Al'Aqabah er væl umtóktur ferðamannastaður.

Miðeystur I

Ímillum Evropa og Arabianes er landøki, sum verður nevnt Miðeystur; her eru londini Ísrael, Libanon, Jordan og Sýria. Tað var her, at nakrar av fyrstu mentanum í heiminum vórðu til, og tað var eisini her, at teir tríggir heimsátrúnaðirnir - jødadómur, kristindómur og islam, kyknaðu. Veðurlagið er turt og heitt, og landslagið berligt, helst fyri eystan; men fram við Miðjarðarhavi er lendið fruktabetri. Í øldir bardust arábar, kristnir krossfarar og turkar um valdið í hesum londum, og tað er ikki meiri enn øld síðan, at grundarlag var lagt undir tey lond, sum nú eru. Kríggj og borgarastríð hava í mong ár merkt hesi lond.

Mangir gamlir muslimskir býir eru átøkir í útsjónd. Mitt í býnum er høvuðsmoskan, ið oftast er størsta hús í býnum. Við hana eru onnur týdningarmikil hús og keypbúðir. Gøturnar, sum eru úr miðbýnum og at býarmúrinum, eru krókutar og smalar og skugga væl fyri sólini og líva fyri vindi og dustroki. Fyri ikki at verða órógvaður og hava heimalívið í friði, mega úthurðarnar ikki vera beint hvør yvir av aðrari í smølum gøtum.

Ein fjallaryggur norðan úr Libanon og suður ígjøgnum Ísrael skilur strandalendið frá oyðimørkunum eystanfyri. Slættlendið undir fjøllunum í Libanon er fruktagóð kornjørð. Fjallatindarnir eru kavataktir næstan alt árið, og higar koma mong ítróttarfólk at aka á skíðum.

Á markinum ímillum Ísrael og Jordan er stórt vatn, ið eitur Deyðahav. Hetta er lægsti staður í heiminum -395 m niðan sjóvar. Deyðahav er saltasta vatn í heiminum, og nógvastaðni standa saltstólpar upp úr vatninum. Eingin fiskur fær verið har; av tí er navnið komið. Runan fram við strondini skal verða ógvuliga góð fyri húðina.
 
Tríggir heimsátrúnaðir hava djúpar røtur í Miðeystri. Jødadómurin og kristindómurin tóku seg upp her, og islam kom tíðliga higar úr Saudiarabia, ið er tætt við. Jerusalem er tískil halgur býur hjá trimum átrúnaðum. Halga Klettamoska hjá muslimum og halgi Grátimúrurin hjá jødum eru bæði á Tempultorginum.

Miðeystur II

Hetta landøkið fer inn í Útsynningsasia. Meginparturin av lendinum er turr oyðimørk og berligt fjallalendi. Fyrst í 20. øld var nógv olja funnin við Persaflógva. Nú á døgum er olja høvuðsinntøka hjá mongum londum í hesum øki. Økið hevur eisini djúpar søguligar røtur, tí at tað varð her, at heimsins fyrstu býir vórðu bygdir, og her tók ein av størstu átrúnaðum í heiminum seg upp - islam. Meginparturin av fólkinum í hesum londum eru muslimar, og høvuðsmálið er arabiskt - heilaga mál muslimanna. Mong kríggj og hart stríð hava verið í hesum londum seinastu árini.

Meiri enn 65% av allari olju, vit nú vita um, er í londunum við Persaflógva, og hiðani kemur triðingurin av allari olju, sum heimurin framleiðir um dagin. Hesi lond eru vorðin ovurrík, og ríkidømið hevur havt við sær stórar samfelagsligar broytingar og menning í ídnaðinum. Oljan hevur eisini gjørt, at hesi lond hava fingið stóran altjóða týdning, alstóra ávirkan á heimsbúskapin og politisku viðurskiftini í heiminum.

Í Miðeystri eru nakrir av teimum býum í heiminum, sum vaksa skjótast. Atvoldin er ovurstóra ríkidømi, ið oljuvinnan hevur við sær, og av fólkavøkstrinum, sum stendst av hesi vinnu. Býirnir verða oftast bygdir sum nútímans býir í Vesturheiminum, við høgum íbúðarhúsum og skrivstovuhúsum av glasi, stáli og betongi.

Mong lond í Miðeystri eru rættiliga ung ríki, sett á stovn fyrst í 20. øld, tá ið vesturlendskir valdsharrar býttu tey sínámillum. Hetta marknabýtið, ofta bara teknað á kortið, hevur verið atvold til drúgvt marknastríð, helst ímillum Irak og tey seks grannalondini.

Islam varð til í Miðeystri í 6. øld e. Kr. og er enn størsti átrúnaður her. Muslimar trúgva á ein gud, Allah, og á Muhammed, profet hansara. Muhammed varð føddur í Mekka í tí, sum nú er Saudiarabia. Heilaga bókin hjá muslimum eitur Koranin; í henni stendur læra Allah, soleiðis sum eingilin Gabriel opinberaði hana fyri Muhammedi. Nú á døgum eru fleiri enn ein milliard muslimar um allan heimin.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Amman

Vídd: 89.342 km2

Fólkatal: 5.924.000

Alment mál: arabiskt

Átrúnaður:
islam 93% aðrir 7%

Stýrirlag: kongsdømi
við fólkaræðisligari
stýrisskipan

Gjaldoyra: jordanskur dinarur (JOD)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017