• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Kirgisia

Meira enn helvtin av Kirgisia er 2.500 m oman sjóvar, og tí verður landið stundum eisini kallað miðasiatiska Sveis. Snjótaktu Tien Shan-fjøllini mynda landslagið; men djúpu áardalarnir eru fruktagóðir og grønir. Flestu fólk eru bøndur. Húsdýrahald er meginvinna í landbúnaðinum, tí har er so lítið dyrkilendi.

Meiri enn helmingurin av fólkinum í Kirgisia er kirgisar, ættaðir úr Mongolia. Mong eru flakkfólk og gitin fyri at vera kring á rossabaki. Størsti útlendski minnilutin eru russar, ið mest búgva í býunum, og sum til 1991 stýrdu øllum handli og ídnaði í landinum. Nú kirgisar eru vorðnir meiri tjóðskaparsinnaðir, eru mangir russar farnir heim aftur til Russlands.

Mong steinsløg eru í Kirgisia . Gull og kyksilvur verða høgd til útflutnings, men kolið, oljuna og gassið nýta teir sjálvir. Góðir møguleikar eru at vinna ravmagnsorku burtur úr stríðu áunum, ið renna oman úr høgu fjøllunum, og nakrar vatnorkubyggingar eru gjørdar.

Miðasia

Miðasia er langt burtur frá heimshøvunum. Vindurin er turrur, og har er lítið avfall, so nógvastaðni er lendið kargt og berligt. Av tí at ógvuliga turt er bæði vetur og summar, eru skerpingur og turkur stórir trupulleikar hjá bóndunum. Fyri norðan eru víðar grasfløtur, nevndar steppur. Miðskeiðis eru tvær stórar oyðimerkur, Kyzilkum (Reyðisandur) og Karakum (Svartisandur). Fyri sunnan eru langir, høgir kavataktir fjallaryggir, sum ganga suður at Himaleia. Alt Miðasia, tá ið Afganistan er frá, var partur í gamla Sovjetsamveldinum. Ídnaðarmenning og felagslandbúnaður hava elvt til stórar broytingar í hesum londum. Í gomlum døgum vóru bara flakkfólk her

Í 1991 fell kommunistastýrið í Sovjetsamveldinum, og londini í Miðasia fingu sjálvræði. Tá ið londini vóru uppi í Sovjetsamveldinum, ið varð miðstýrt úr Moskva í Russlandi, búsettu mangir russar seg her, og russiskt trokaði burtur málini í hesum londum. Nú stríðist fólkið at vinna rættindini aftur og at menna mentan og samleika.

Nógv olja og nógv gass eru í norðaru londunum í Miðasia. Kasakstan er farið at pumpa olju upp úr einum av heimsins størstu oljukeldum í Kaspiskahavi. Turkmenistan er farið at vinna út gass úr ovurstórum gassøki uppi á landi. Peningatrot og ov lítil yrkislærd arbeiðsmegi hava við sær, at seint gongur at menna oljuvinnuna.

Aralvatn, sum einaferð varð fjórðstørsta vatn í heiminum, er í ferð við at torna upp. Náttúruvanlukkan stendst av, at áirnar Amu-Darja og Syr-Darja, sum renna í Aralvatn, verða veittar á dyrkilendi. Stórt øki liggur nú turt og er púra ónýtiligt, tí tað er hult í sanddusti og salti, sum rýkur í vindi og ger stóran skaða.

Kaspiskahav er størsta vatn í heiminum, tað er 371.000 km2 í vídd, og fimm lond eru uttan um tað. Vatnið er í støðugari minking, og fjarar samstundis. Har er nógvur fiskur, m.a. styrja, ið er dýrur fiskur, tí í kvennfiskinum eru nógv rogn - russiskur kaviarur. Fiskastovnarnir eru hóttir av ovveiðu og nógvu dálkingini, m.a. av oljuvinnuni í Baku.

Mong fólkasløg búgva í Miðasia. Upprunaligu fólkasløgini eru kashakar, turkmenar og usbekar, sum eru turkisk fólkasløg, og tadsjikar og afganar, ið eru eysturiransk fólkasløg. Øll hava tey sínar sermerktu húgvur, ofta vovnar úr silki og prýddar við mátaðum mynstrum.

Mong fólk í Miðasia eru flakkfólk og fara víða um við fenaði sínum eftir beitilendi. Flakkfólkini búgva í tjøldum og eiga fáar ognarlutir, tí at tey javnan skulu flyta. Tey lívbjarga sær við at halda dýr sum kamelar, seyð og geitir, og soleiðis fáa tey mjólk, kjøt og ull. Sumt verður selt, men meginpartin hava tey eftir sjálv. Flakkfólkini eru alsamt á ferð og steðga bara á í býum, tá ið tey skulu keypa og selja.

Islam er størsti átrúnaður í Miðasia. Hann kom higar fyrst í 8. øld. Tá ið Miðasia stóð undir Sovjetsamveldinum, var átrúnaðurin hildin niðri, og muslimskir brúdleypssiðir vórðu bannlýstir. Fólkið helt tó alla tíðina fast um átrúnað sín og dýrkaði hann í loyndum; og tá ið kommunisman fall, blómaði átrúnaðurin upp aftur.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Bisjkek

Vídd: 198.500 km2

Fólkatal: 5.431.747

Alment mál: kirgisikst

Átrúnaður: islam 75% russiskt ortodoksur kristindómur 20% aðrir 5%

Stýrirlag: fólkaræði

Gjaldoyra: kirgisiskur som (KGS)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017