• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Kuvait

Kuvait er innast í Persaflógva. Landið er lítið, og meginparturin er oyðimørk. Stórar oljukeldur hava gjørt Kuvait oyurríkt, og oljuídnaður er høvuðsvinna. Í 1990 tók Irak Kuvait. Innrásin var atvold til Flógvakríggið, tá ið altjóða herlið við USA á odda róku irakar norður um aftur markið.
 
Áðrenn olja varð funnin í Kuvait í 1940 árunum, var landið fátækt og lítið framkomið. Men stóri oljuútflutningurin hevur gjørt tað til eitt av ríkastu londum í heiminum. Lívskorini eru góð fólkið rindar ikki skatt, og skúlagongd, sjúkraviðgerð og mangar aðrar samfelagsveitingar eru ókeypis. Ovurstóra ríkidømið í Kuvait sæst eisini aftur í t.d. dýrum bilum og stórslignum byggingum, sum vatntornunum í høvuðsstaðnum.

Irakska innrásin var sonn vanlukka fyri Kuvait. Tá ið irakar tóku seg aftur, settu teir eld á nógvar oljubrunnar, og fekk hetta álvarsligar avleiðingar fyri alt har um vegir og búskap landsins. Nógv olja rann í havið, og fuglar og sjódýr doyðu. Nógv spreingievni og óbrostnar minur lógu eftir í oyðimørkini. Enn er ikki liðugt at rudda upp eftir flógvakríggið.

Miðeystur I

Ímillum Evropa og Arabianes er landøki, sum verður nevnt Miðeystur; her eru londini Ísrael, Libanon, Jordan og Sýria. Tað var her, at nakrar av fyrstu mentanum í heiminum vórðu til, og tað var eisini her, at teir tríggir heimsátrúnaðirnir - jødadómur, kristindómur og islam, kyknaðu. Veðurlagið er turt og heitt, og landslagið berligt, helst fyri eystan; men fram við Miðjarðarhavi er lendið fruktabetri. Í øldir bardust arábar, kristnir krossfarar og turkar um valdið í hesum londum, og tað er ikki meiri enn øld síðan, at grundarlag var lagt undir tey lond, sum nú eru. Kríggj og borgarastríð hava í mong ár merkt hesi lond.

Mangir gamlir muslimskir býir eru átøkir í útsjónd. Mitt í býnum er høvuðsmoskan, ið oftast er størsta hús í býnum. Við hana eru onnur týdningarmikil hús og keypbúðir. Gøturnar, sum eru úr miðbýnum og at býarmúrinum, eru krókutar og smalar og skugga væl fyri sólini og líva fyri vindi og dustroki. Fyri ikki at verða órógvaður og hava heimalívið í friði, mega úthurðarnar ikki vera beint hvør yvir av aðrari í smølum gøtum.

Ein fjallaryggur norðan úr Libanon og suður ígjøgnum Ísrael skilur strandalendið frá oyðimørkunum eystanfyri. Slættlendið undir fjøllunum í Libanon er fruktagóð kornjørð. Fjallatindarnir eru kavataktir næstan alt árið, og higar koma mong ítróttarfólk at aka á skíðum.

Á markinum ímillum Ísrael og Jordan er stórt vatn, ið eitur Deyðahav. Hetta er lægsti staður í heiminum -395 m niðan sjóvar. Deyðahav er saltasta vatn í heiminum, og nógvastaðni standa saltstólpar upp úr vatninum. Eingin fiskur fær verið har; av tí er navnið komið. Runan fram við strondini skal verða ógvuliga góð fyri húðina.
 
Tríggir heimsátrúnaðir hava djúpar røtur í Miðeystri. Jødadómurin og kristindómurin tóku seg upp her, og islam kom tíðliga higar úr Saudiarabia, ið er tætt við. Jerusalem er tískil halgur býur hjá trimum átrúnaðum. Halga Klettamoska hjá muslimum og halgi Grátimúrurin hjá jødum eru bæði á Tempultorginum.

Miðeystur II

Hetta landøkið fer inn í Útsynningsasia. Meginparturin av lendinum er turr oyðimørk og berligt fjallalendi. Fyrst í 20. øld var nógv olja funnin við Persaflógva. Nú á døgum er olja høvuðsinntøka hjá mongum londum í hesum øki. Økið hevur eisini djúpar søguligar røtur, tí at tað varð her, at heimsins fyrstu býir vórðu bygdir, og her tók ein av størstu átrúnaðum í heiminum seg upp - islam. Meginparturin av fólkinum í hesum londum eru muslimar, og høvuðsmálið er arabiskt - heilaga mál muslimanna. Mong kríggj og hart stríð hava verið í hesum londum seinastu árini.

Meiri enn 65% av allari olju, vit nú vita um, er í londunum við Persaflógva, og hiðani kemur triðingurin av allari olju, sum heimurin framleiðir um dagin. Hesi lond eru vorðin ovurrík, og ríkidømið hevur havt við sær stórar samfelagsligar broytingar og menning í ídnaðinum. Oljan hevur eisini gjørt, at hesi lond hava fingið stóran altjóða týdning, alstóra ávirkan á heimsbúskapin og politisku viðurskiftini í heiminum.

Í Miðeystri eru nakrir av teimum býum í heiminum, sum vaksa skjótast. Atvoldin er ovurstóra ríkidømi, ið oljuvinnan hevur við sær, og av fólkavøkstrinum, sum stendst av hesi vinnu. Býirnir verða oftast bygdir sum nútímans býir í Vesturheiminum, við høgum íbúðarhúsum og skrivstovuhúsum av glasi, stáli og betongi.

Mong lond í Miðeystri eru rættiliga ung ríki, sett á stovn fyrst í 20. øld, tá ið vesturlendskir valdsharrar býttu tey sínámillum. Hetta marknabýtið, ofta bara teknað á kortið, hevur verið atvold til drúgvt marknastríð, helst ímillum Irak og tey seks grannalondini.

Islam varð til í Miðeystri í 6. øld e. Kr. og er enn størsti átrúnaður her. Muslimar trúgva á ein gud, Allah, og á Muhammed, profet hansara. Muhammed varð føddur í Mekka í tí, sum nú er Saudiarabia. Heilaga bókin hjá muslimum eitur Koranin; í henni stendur læra Allah, soleiðis sum eingilin Gabriel opinberaði hana fyri Muhammedi. Nú á døgum eru fleiri enn ein milliard muslimar um allan heimin.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Kuvaitbýur

Vídd: 17.820 km2

Fólkatal: 2.692.526

Alment mál: arabiskt

Átrúnaður: islam 85% aðrir 15%

Stýrirlag: kongligt einaveldi við tingi

Gjaldoyra: kuvaitiskur dinarur (KWD)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017