• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Makao

Makao, sum altíð hevur staðið í skugganum av nógv ríkara og størra granna sínum fyri eystan, Hongkong, er eitt lítið útnes og tvær smáar oyggjar, ið eru bundnar saman av einari brúgv og einari byrging. Makao varð latið Kina aftur í 1999. Tá ið portugisar lótu valdið frá sær - eftir at hava verið har í næstan 450 ár - var tað endin á elsta evropeiska hjálandinum í Asia. Hóast Portugal lat Makao aftur til Kina í 1999, heldur kapitalistiska skipanin fram í 50 ár.

Býarmyndin í Makao er merkt av spælihúsum og gistingarhúsum. Spælihúsini draga mong ferðafólk hagar, tí kinverjum dámar ógvuliga væl at spæla, og ikki er loyvt at spæla um pening í Hongkong. Meiri enn triðingurin av allari inntøku í Makao er av spæli.

Makao ger alskyns vøru til útflutnings, t.d. klæði og elektróniskar lutir, fýrverk, leiku og kunstblómur. Hvønn dag koma láglønt verkafólk úr Kina at arbeiða í mongu verksmiðjunum í Makao.

Eysturasia

Høvuðsríkið í Eysturasia er ovurstóra Kina, men har eru eisini stormbarda flatnalendi í Mongolia, Norðurkorea og Suðurkorea, fruktagóða oyggin Taivan og gomlu, smáu hjálondini Hongkong og Makao. Kina er av fjølbroyttastu londum. Fyri vestan hækkar oyðimarkarkenda lendið upp í djúpar dalar og høg fjøll. Tibet, sum áður var sjálvstøðugt ríki, men sum Kina hertók í 1950, verður nevnt "tekja heimsins", tí at tað liggur so høgt. Í norðara parti í Kina á markinum móti Mongolia er turra og oydna Gobioyðimørk. Í Eysturkina og Norður- og Suðurkina er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum.

Fáar áir í heiminum gera so stóran skaða sum Gulaá, ella Huang Heá. Javnan hevur hon floymt upp um áarbakkarnar og verið atvold til, at túsundtals fólk eru druknað. Tí verður hon eisini kallað "Neyð Kina". Sum hon rennur eystur ígjøgnum Miðkina, ber hon nógva fína mold, nevnd fokdust, við sær. Moldin litar ánna gula, haðan er navnið Gulaá komið.

Ein av aðalhugsjónunum í gamla kinverska átrúnaðinum, konfusianismuni - nevnd eftir kinverska heimspekinginum Kungfutzu - er trúskapur ímóti ættini og virðing fyri forfedrunum. Tí eru mangir siðir knýttir afturat siðbundnum jarðarferðum í Eysturasia. Hesir siðir skulu vissa, at tí deyða skal einki skorta hinumegin. Á gravarbakkanum ofra tey, ið varða av, mat og brenna pappírspengar og myndlar av bilum, súkklum og øðrum lutum, sum sálin skal hava við sær til himmals

Kinamúrurin, sum ringir seg ígjøgnum Norðurkina eystan úr Gulahavi og vestur til oyðimerkurnar í Miðasia, má sigast at vera eitt av undurverkunum úr fornøld. Farið varð at laða múrin í 4. øld f. Kr., men meginparturin av honum varð gjørdur í 14. øld at verja kinverskar bøndur fyri flakkfólki úr Mongolia. Múrurin er heimsins longsta bygningsverk, næstan 6.400 km langur.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Makao

Vídd: 16,4 km2

Fólkatal: 567.957

Alment mál:
kinverskt, portugisiskt

Átrúnaður: 
buddisma 45%, kristindómur 16% og aðrir 39%

Stýrirlag: 
Serstakt umsitingarøki, Kina

Gjaldoyra: 
pataca (MOP)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017