• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Burma, (Samveldið Myanmar)

Umheimurin veit lítið um Myanmar (Burma), sum hevur staðið í skugganum av máttmiklu grannalondum sínum Kina, India og Tailandi. Tá ið landið fekk sjálvræði í 1948, løgdu myndugleikarnir seg eftir at føra ein politiskan og búskaparligan avbyrgingarpolitikk, sum hevur gjørt Myanmar, ið áður var so ríkt, til eitt av fátækastu londum í heiminum. Drúgvi uppreistur fjallafólksins og eirindaleyst hernaðarstyri síðan 1962 hava hildið burtur alla útlendska ávirkan. Men nógv náttúrutilfeingi er í Myanmar; har er ríkiligt av vatni, tí stóra áin Irrawaddi rennur suður ígjøgnum næstan alt landið, og lendið fram við henni er óføra fruktagott.

Rangoon, ið var høvuðsstaður landsind fram til 2005, er bygdur á víðu Irrawaddy-oyrunum og gjørdist høvuðsstaður í Myanmar í 1862, meðan landið var bretskt hjáland. Síðan tá hevur Rangoon ment seg og er vorðin týdningarmesti havnabýur og ídnaðardepil í landinum. Stórt buddatempul, nevnt Shwe Dagon, eyðkennir býin. Tað stendur á einum heyggi beint norðan fyri miðbýin. Gylta tornið er 99 m høgt.

Í hálendinum fyri norðan, vestan og eystan búgva mong fólkasløg, t.d. shan-, akha-, karen- og kachinfólkið. Hesi fólk eru meiri enn fjórðingurin av fólkinum í Myanmar. Flestu teirra búgva í smáum bygdum og liva av sviðjubúnaði. Tey vilja ikki vita av, at femmand leggja seg uppí, hvussu tey liva. Tað hevur havt við sær, at yvir 200.000 fólk (karenar og onnur fólkasløg) á hesum leiðum hava latið lív í frælsisbardaganum ímóti myanmarska stjórnarherinum.

Landøkið á markinum ímillum Myanmar, Tailand og Laos verður nevnt Gylti Tríhyrningurin. Har dyrka fólk dreymsólju, sum er ein av fáu inntøkum teirra. Úr dreymsóljuni verður gjørt opium, sum er virðismikið evni, ið linna pínu - doyvingarevni morfin verður eisini gjørt úr dreymasólju; men tað verður eisini nýtt til at gera harðvunnin drøgg, t.d. heroin. Tveir triðingar av øllum heroini í heiminum kemur úr Gylta Tríhyrningi.

Tekk er harður viður, men góður at arbeiða og tí nógv eftirspurdur og væl egnaður t.d. til hurðar og vindeygu, húsbúnað og gólv. Í tekktrænum er olja, ið stendur ímóti vatni og verjir væl fyri rusti. Um 70% av øllum tekkskógi í heiminum veksur í hálendinum í Myanmar.

Rubinar og safirar eru ímillum mongu aðalsteinarnar, sum verða vunnir út í Norðurmyanmar. Mong halda myanmarsku rubinarnar vera teir fagrastu í heiminum, tí at teir hava ein so vakran djúpreyðan lit. Í Myanmar er eisini nógv silvur, kopar, játa, blýggj, sink og tin, og har er nógv olja og gass.

Landsynningsasia - meginlandið

Hetta landøkið er norðan undan Himaleiafjøllum og tætt suður at Miðkringi. Mesta fólkið býr í áardølunum, ið skera seg ígjøgnum fruktagóða landslagið. Í teimum sjey londunum í hesum øki eru nógv fjøll, og helvtin av lendinum er skógur. Myanmar er avbyrgt, fátækt og eftirland á næstan øllum økjum. Harafturímóti eru Tailand, Malaisia og fram um øll Singapor rík lond við framkomnum ídnaði. Vjetnam, Kambodja og Laos koma nú á føtur aftur eftir drúgv og ræðulig kríggj. Londini hava monsunveðurlag, turrtíð frá november til mars og regntíð frá mai til oktober.

Tá ið regntíðin kemur í mai, hátíðarhalda fólk í Laos og Landnyrðingstailandi bun bang fai, rakettveitsluna. Tey gera stórar rakettir úr stál- ella plastrørum og fylla tær við einum 500 kg av krúti. Rakettirnar verða skotnar upp í luftina at fáa regngudin, Vassakarn, at lata tað regna. 

Alt síðan fornøld hava fólk búð í dølunum fram við stóru áunum Irrawaddy, Mekong og Salween, mest tí at rís veksur so óføra væl á hesum leiðum. Allir stórir býir í Landsynningsasia eru við eina á. Í dølunum velta bøndurnir hvønn jarðarteig og laða bríkar í brøttu líðunum, har dyrka teir rís og aðra grøði. Úr áunum veita og bera teir vatn á akrarnar. Í regntíðini fara áirnar upp um áarbakkan, og markirnar standa undir í vatni. Áirnar bera runu við sær úr hálendinum og oman á slætt. Runan, sum áirnar bera við sær oman úr hálendinum, taðar ógvuliga væl.

Mekongoyrarnar syðst í Vjetnam eru eitt av størstu ríslendunum í heiminum, og har verður meginparturin av tí rísi dyrkaður, ið ger Vjetnam til sættstørsta rísútflutningsland í heiminum. Bøndurnir á oyrunum dyrka eisini frukt og veiða nógvan fisk í mórutu áunum.

Mótsett áardølunum, har ógviliga nærbýlt er, býr lítið fólk í hálendinum, har nógvur skógur veksur. Fólkið har livir av at dyrka jørðina og at veiða og henta frukt í skógunum. Hesin gamli lívsháttur er nú í vanda at doyggja burtur, tí at fólkið í londunum fjølgast skjótt, og tí at skógarvinnufyritøkur høgga skógin niður.

Í hálendinum, har jørðin er nógv, men fá eru at dyrka hana, nýta bøndurnir ein avgamlan dyrkingarhátt, nevndur sviðjubúnaður. Teir rudda og svíðja av eitt stykki í skóginum og velta í tí nøkur ár og flyta síðan úr stað, rudda so eitt annað stykki og lata tað gamla liggja sum opinekru. Jørðin verður ongantíð fullkomiliga púrgað, og skógurin veksur upp aftur.

Tailand er tað landið í heiminum, ið dyrkar mest ananas, men henda frukt verður eisini dyrkað nógva aðra staðni í Landsynningsasia.

Í einari vjetnamskari frumsøgn verður sagt frá einum ovurstórum dreka, ið stoytti seg niður úr luftini og sorlaði kálksteinsstrondina í túsundtals stykki, áðrenn hann hvarv niður í dýpið. Soleiðis vórðu oyggjarnar og drangarnir í Ha Long-flógvanum til; navnið merkir "har drekin stoytti seg í havið". Stórsligna landslagið hevur veitt mongum listafólkum íblástur.

Snarpa velbrúna svalan ger sær reiður undir loftinum í hellum víða um í Landsynningsasia. Tað er bæði óráðtøkið og vandamikið, tá ið ungir menn fara upp í veikum stigum at taka niður reiðrini, sum eru bót í svalareiðursúpan. Reiðrini eru klínd saman av fuglaráka, men verða sum nudlur, tá ið tey verða latin í kókandi vatn.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Naypyidaw

Vídd: 676.550 km2

Fólkatal: 53.414.374 

Alment mál:
burmesiskt

Átrúnaður: 
buddisma 89%, islam 4%, kristindómur 4%, animisma 1%, aðrir 2%

Stýrirlag: 
hernaðarstýri

Gjaldoyra: 
kyat (MMK)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017