• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Norðurkorea

Norðurkorea er kargt land við høgum berligum fjøllum. Kaldur vindur úr Miðasia ger, at vetrarnir eru strangir, og kavin liggur í nógvar mánaðir langt út á várið. Politiskt er Norðurkorea líka ómilt. Kommunistastjórnin stýrir fólkinum við harðari hond. Sambandið við umheimin er ógvuliga avmarkað, og øll útlendsk bløð eru bannað; men heilsu- og skúlaverkið eru góð. Nógv náttúrutilfeingið er í landinum, og ídnaðurin er skipaður soleiðis, at Norðurkorea er sjálvbjargið ídnaðarliga. Landið hevur eisini ógvuliga sterkan her. Men misvøkstur og vanstýri seinastu árini hava gjørt, at eini 3 mió. fólk eru deyð í hungri.

Síðan kommunistarnir tóku ræðið, eru tíggjutúsundtals smáir ognargarðar lagdir niður, og 3.800 ríkisriknir stórgarðar komnir í staðin. Garðarnir verða riknir soleiðis, at mong húski arbeiða í felag til tess, at landið skal verða sjálvhjálpið við mati. Av tí at stórur partur av Norðurkorea er fjallalendi, og tað stendur á at úvega nóg mikið av mati, verður hvør einasti jarðarteigur veltur við framkomnum landbúnaðarmaskinum, taðaður við handilstøðum og vætaður við vatnveitingum.

Tá ið annar heimsbardagi endaði, hersettu sovjetsk og amerikonsk herlið Korea. Í 1948 varð landið býtt í tvey. Kommunistisk stjórn, ið Sovjetsamveldið stuðlaði, tók valdið í Norðurkorea, og fólkaræðilig stjórn, ið USA stuðlaði, tók við í Suðurkorea. Enn eru ógvuliga spent viðurskifti millum londini, og markið landanna millum er eitt tað best varda mark í heiminum.

Fáir ríkisovastar hava sitið við valdinum so leingi sum Kim IL Sung, ið ráddi frá 1948, til hann doyði í 1994. Hann læt fólkið fáa ta mynd av sær, at hann var landsfaðir og evsti verji verkafólksins. Myndir og standmyndir av honum eru um alt landið. Meðan hann ráddi, avbyrgdi Norðurkorea seg alt meira frá umheiminum bæði politiskt og búskaparliga. Sonurin, Kim Jong IL, tók við eftir hann.

Í Norður- og Suðurkorea verður øll máltíðin sett á borðið í einum, ístaðin fyri at bera rættirnar á borðið hvør eftir annan. Rís er altíð høvuðsrættur, ofta saman við rugi og brúnum bønum; afturvið verður etið grønmeti, frukt og kjøt. Veitsludagar eta tey vanliga guvukókaðar rískøkur.

Ginsengrót verður dyrkað bæði í Norður- og Suðurkorea. Hon er góð fyri heilsuna og stimbrar kroppin. Tá ið røturnar eru vaskaðar, guvukókaðar og turkaðar, verða tær malnar og gjørdar til tablettir, salvu og annað.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Pyongyang

Vídd: 120.540 km2

Fólkatal: 22.757.275 

Alment mál:
koreanskt

Átrúnaður: 
buddisma, konfusisma, chondogyo, nøkur kristin (*Í Norðurkorea er einki trúðarfrælsi)

Stýrirlag: 
einflokkaskipan

Gjaldoyra: 
norðurkoreanskur won (KPW)

Tjóðsangur (Aegukka) (The Patriotic Song))

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017