• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Singapor

Beint suður úr Malakkanesi eystast í Malakkafirði er lítla oyggjaríkið Singapor, sum er ímillum fjølbygdastu lond í heiminum. Singapor var fyrstan tíð keypsstaður á siglingarleiðini ímillum India og Kina. Bretin Stamford Raffles, ið starvaðist í bretska eysturindiafelagnum grundaði býin í 1819. Landið hevur havt miklan búskaparvøkstur, tað er ríkt og er ein av stóru fíggjarmiðdeplunum í heiminum. Um 25% av inntøkum landsins koma frá bankum og gjaldoyra- og virðisbrævamarknaðinum í Singaporbýi.

Triðja hvønn minutt siglir eitt skip inn í havnina ella út úr havnini í Singapor, sum er skundmesta havn í heiminum. Tangabátar koma av Persaflógva fullfermdir við ráolju, sum verður gjørd til bensin og aðrar oljuúrdráttir, ið síðan verða fluttir til aðrar havnabýir í øllum Landsynningsásia.

Nýmótnas háhús eyðkenna Singaporbý. Bygt verður uppeftir, tí at so lítið lendi er at byggja á.

Tríggir fjórðingar av fólkinum í Singapor eru kinverjar; hini eru maleiar ella ættað frá fólkið úr India. Flestu fólk hava góð lívskor, tí at Singapor er ríkt land. Men myndugleikarnir halda gjølla eyga við øllum viðurskiftum; teir stýra fjølmiðlunum, eiga sjónvarps- og útvarpsstøðir og hava avmarkað rættindini hjá fólki at eiga bil, fyri at sleppa undan ferðsluruðuleika. Fólk verða revsað, tveita tey rusk á gøtuna, eta í niðanjarðartokbreytini ella tyggja tyggigummi á almennum støðum.

Landsynningsasia - meginlandið

Hetta landøkið er norðan undan Himaleiafjøllum og tætt suður at Miðkringi. Mesta fólkið býr í áardølunum, ið skera seg ígjøgnum fruktagóða landslagið. Í teimum sjey londunum í hesum øki eru nógv fjøll, og helvtin av lendinum er skógur. Myanmar er avbyrgt, fátækt og eftirland á næstan øllum økjum. Harafturímóti eru Tailand, Malaisia og fram um øll Singapor rík lond við framkomnum ídnaði. Vjetnam, Kambodja og Laos koma nú á føtur aftur eftir drúgv og ræðulig kríggj. Londini hava monsunveðurlag, turrtíð frá november til mars og regntíð frá mai til oktober.

Tá ið regntíðin kemur í mai, hátíðarhalda fólk í Laos og Landnyrðingstailandi bun bang fai, rakettveitsluna. Tey gera stórar rakettir úr stál- ella plastrørum og fylla tær við einum 500 kg av krúti. Rakettirnar verða skotnar upp í luftina at fáa regngudin, Vassakarn, at lata tað regna. 

Alt síðan fornøld hava fólk búð í dølunum fram við stóru áunum Irrawaddy, Mekong og Salween, mest tí at rís veksur so óføra væl á hesum leiðum. Allir stórir býir í Landsynningsasia eru við eina á. Í dølunum velta bøndurnir hvønn jarðarteig og laða bríkar í brøttu líðunum, har dyrka teir rís og aðra grøði. Úr áunum veita og bera teir vatn á akrarnar. Í regntíðini fara áirnar upp um áarbakkan, og markirnar standa undir í vatni. Áirnar bera runu við sær úr hálendinum og oman á slætt. Runan, sum áirnar bera við sær oman úr hálendinum, taðar ógvuliga væl.

Mekongoyrarnar syðst í Vjetnam eru eitt av størstu ríslendunum í heiminum, og har verður meginparturin av tí rísi dyrkaður, ið ger Vjetnam til sættstørsta rísútflutningsland í heiminum. Bøndurnir á oyrunum dyrka eisini frukt og veiða nógvan fisk í mórutu áunum.

Mótsett áardølunum, har ógviliga nærbýlt er, býr lítið fólk í hálendinum, har nógvur skógur veksur. Fólkið har livir av at dyrka jørðina og at veiða og henta frukt í skógunum. Hesin gamli lívsháttur er nú í vanda at doyggja burtur, tí at fólkið í londunum fjølgast skjótt, og tí at skógarvinnufyritøkur høgga skógin niður.

Í hálendinum, har jørðin er nógv, men fá eru at dyrka hana, nýta bøndurnir ein avgamlan dyrkingarhátt, nevndur sviðjubúnaður. Teir rudda og svíðja av eitt stykki í skóginum og velta í tí nøkur ár og flyta síðan úr stað, rudda so eitt annað stykki og lata tað gamla liggja sum opinekru. Jørðin verður ongantíð fullkomiliga púrgað, og skógurin veksur upp aftur.

Tailand er tað landið í heiminum, ið dyrkar mest ananas, men henda frukt verður eisini dyrkað nógva aðra staðni í Landsynningsasia.

Í einari vjetnamskari frumsøgn verður sagt frá einum ovurstórum dreka, ið stoytti seg niður úr luftini og sorlaði kálksteinsstrondina í túsundtals stykki, áðrenn hann hvarv niður í dýpið. Soleiðis vórðu oyggjarnar og drangarnir í Ha Long-flógvanum til; navnið merkir "har drekin stoytti seg í havið". Stórsligna landslagið hevur veitt mongum listafólkum íblástur.

Snarpa velbrúna svalan ger sær reiður undir loftinum í hellum víða um í Landsynningsasia. Tað er bæði óráðtøkið og vandamikið, tá ið ungir menn fara upp í veikum stigum at taka niður reiðrini, sum eru bót í svalareiðursúpan. Reiðrini eru klínd saman av fuglaráka, men verða sum nudlur, tá ið tey verða latin í kókandi vatn.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
Singapore

Høvuðsstaður
Singasporbýur

Vídd: 620km2

Fólkatal: 4.701.069  

Alment mál:
maleisiskt, kinverskt, tamilskt og enskt

Átrúnaður: 
buddisma/taoisma 53%, islam 16%, hinduisma 4%, kristindómur 1%, aðrir 2%

Stýrirlag: 
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
Singapordollari (SGD)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017