• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Suðurkorea

Sum í Norðurkorea er størri parturin av Suðurkorea fjallalendi og skógur. Men borið saman við Norðurkorea blómar búskapurin, og landið hevur víðfevnt handilssamstarv við onnur lond, mest Japan og USA. Eftir at landið fekk sjálvstyrið í 1948, gjørdi Norðurkorea innrás í landið. Tá ið koreakríggið (1950-53) var av, lógu býir og verksmiðjur í Suðurkorea í skeljasori, og túsundtals flóttafólk vóru komin suður um markið úr Norðurkorea. Tjúgu ár seinni var Suðurkorea komið fyri seg aftur búskaparliga. Nýggjar verksmiðjur fóru at gera dygdarvørur til útflutnings, og nýggir stórbýir vórðu bygdir. Nú á døgum hevur Suðurkorea væl lært arbeiðsfólk, sum ger hátøkniligar ídnaðarvørur.

Eftir miklu oyðileggingarnar í koreakrígnum mátti Suðurkorea endurreisa og menna ídnaðin heilt av nýggjum. Landið legði seg eftir at gera og flyta út lidnar vørur. Stórar ídnaðarsamtøkur, chaebol, vórðu settar á stovn at gera klæði, skógvar, skip, bilar - og seinni - teldur og sjónbandaspælarar. Stór jarn- og stálverk vórðu bygd til tess at útvega ídnaðinum rávøru. Suðurkoreanski búskapurin er ímillum teirra, sum hava eina ta mestu framgongdina í heiminum.

Fleiri enn 10 milliónir fólk búgva í høvuðsstaðnum Seoul. Meginparturin av hesum nýmótans býi er bygdur síðan koreakríggið. Stóra fólkaflytingin av bygd til býin hevur gjørt, at har er mest sum ovfólkað og øgilig ferðsla. At fáa bøtt um hetta hevur Seoul eitt víðfevnt og væl skipað samferðslukervi, har bussar, tok, ferjur og flogfør flyta fólk eftir somu ferðaætlan.

Mangir átrúnaðir eru í Suðurkorea. Um helvtin av fólkinum er buddistar, hin er kristin ella konfusianistar. Mong fólk á bygd trúgva enn á andamanan - at til er ósjónligur andaheimur síð um síð við sjónliga mannaheimin. Tá ið andarnir geva seg í hóslag við menniskjuni, er andamanarin millumgongumaður ímillum hesar heimar.

Mótsett landbúnaðarskipanini í Norðurkorea eru flestu garðarnir í Suðurkorea smáir ognargarðar. Rís er høvuðssgrøði, men teir dyrka eisini bygg, hveiti, frukt, grønmeti og kryddurtir. Suðurkorea er fjallaland, so mesti landbúnaðurin er í áardølunum og láglendinum við strondina.

Koreanskur dansur er høgt í metum í Norður- og Suðurkorea. Dansararnir eru í serligum búnum, hanbok. Endamálið við koreanskum dansi er at fáa fram serligt huglag heldur enn at siga eina søgu.

Í Norður- og Suðurkorea verður øll máltíðin sett á borðið í einum, ístaðin fyri at bera rættirnar á borðið hvør eftir annan. Rís er altíð høvuðsrættur, ofta saman við rugi og brúnum bønum; afturvið verður etið grønmeti, frukt og kjøt. Veitsludagar eta tey vanliga guvukókaðar rískøkur.

Ginsengrót verður dyrkað bæði í Norður- og Suðurkorea. Hon er góð fyri heilsuna og stimbrar kroppin. Tá ið røturnar eru vaskaðar, guvukókaðar og turkaðar, verða tær malnar og gjørdar til tablettir, salvu og annað.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Seoul

Vídd: 99.020 km2

Fólkatal: 48.636.068 

Alment mál:
koreanskt

Átrúnaður: 
kristindómur 49%, buddisma 47%, konfusiansma 3%, aðrir 1%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
suðurkoreanskur won (KRW)

Tjóðsangur (Aegukga (The Patriotic Song))

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017