• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Tailand

Kongsríkið Tailand varð stovnsett í 13. øld, og hevur verið sjálvstøðugt ríki síðan. Tað varð einasta land á meginlandinum í Landsynningsasia, ið ikki gjørdist hjáland og kom undir bretskt ella franskt yvirræði. Nú á døgum er mikil menning og stórur búskaparvøkstur í Tailandi; ein hin týdningarmesta inntøkukeldan er ferðavinnan. Norðari, vestari og sunnari partur í landinum er mest fjallalendi og ikki nærbýlt. Um triðingurin av fólkinum býr á fruktagóðu og fjølbygdu eingjunum miðskeiðis í landinum. Fyrr var nógvur skógur í Tailandi; men vandi var fyri, at hann varð týndur, tí varð bannað at høgga skóg.

Bhumibol Adulyadej kongur hevur verið kongur síðan 1946 og er ímillum teir ríkisovastar í heiminum, sum hevur sitið longst. Hann hevur stóran týdning sum maðurin, ið savnar landið, og hevur ofta lagt upp í politiskar ósemjur til tess at fáa skil á aftur í landinum. Tailendingar hámeta kong sín. 

Einki annað land í heiminum dyrkar so nógv ananas sum Tailand. Nógv gummi og rís verður eisini útflutt. Seinastu árini hevur annar ídnaður tikið seg fram um landbúnaðin og er vorðin landsins størsta inntøka. Amerikanskar og japanskar fyritøkur hava stovnað verksmiðjur í Tailandi, ið gera framkomnar elektróniskar lutir til teldur og aðra hátøkni. Flestu verkafólk á hesum nýggju verksmiðjunum eru konufólk. Konufólk verða tikin fram um mannfólk at arbeiða í elektrónikkídnaðinum, tí at tey fáa lægri løn og eru lætthentari og fimari í fingrunum at fáast við hetta ørfína arbeiðið.

Høvuðsstaðurin, Bankok, er bygdur á Menam-oyrunum, og fyrr var mesti flutningurin eftir grivnum siglingarveitum; enn eru fáir høvuðsvegir, og almenna flutningskervið er vánaligt. Tí er javnan ruðuleiki í ferðsluni, og tað kann verða ringt at fáa skil á aftur. Eftir ein monsunstorm í 1992 liðu 11 tímar, til ferðslan gekk aftur sum vanligt. Summi, ið koyra, hava riggað sær bilin til skrivstovu við toiletti.

Høvuðsátrúnaður í Tailandi er Theravadalæran, ið er grein av buddismuni. Henda læra kom til Landsynningsásia í 12. øld, tá ið munkar úr Sri Lanka komu hagar; og eftir stuttari tíð gjørdist hon høvuðsátrúnaður í Tailandi. Theravadalæran ("læra teirra elstu") eggjar trúfeløgum sínum at halda karmalógirnar og at gera alt, ið stendur í teirra valdi at minka um líðingarnar í heiminum. Fyrr var siður, at allir ungir dreingir vóru munkar eina tíð, og enn eru mangir, ið halda henda sið.

Mongu listskrýddu buddatemplini í Tailandi hava altíð drigið ferðafólk úr øllum heiminum at koma hagar at síggja hesa vøkru byggilist. Nú koma eisini mangir útlendingar til Tailands at dusa sær á óspiltu sandstrondunum, at ganga í fjøllunum fyri norðan ella at spæla á nýggju golfvøllunum, ið mest eru bygdir at fáa ríkar japanskar keypmenn hagar.

Landsynningsasia - meginlandið

Hetta landøkið er norðan undan Himaleiafjøllum og tætt suður at Miðkringi. Mesta fólkið býr í áardølunum, ið skera seg ígjøgnum fruktagóða landslagið. Í teimum sjey londunum í hesum øki eru nógv fjøll, og helvtin av lendinum er skógur. Myanmar er avbyrgt, fátækt og eftirland á næstan øllum økjum. Harafturímóti eru Tailand, Malaisia og fram um øll Singapor rík lond við framkomnum ídnaði. Vjetnam, Kambodja og Laos koma nú á føtur aftur eftir drúgv og ræðulig kríggj. Londini hava monsunveðurlag, turrtíð frá november til mars og regntíð frá mai til oktober.

Tá ið regntíðin kemur í mai, hátíðarhalda fólk í Laos og Landnyrðingstailandi bun bang fai, rakettveitsluna. Tey gera stórar rakettir úr stál- ella plastrørum og fylla tær við einum 500 kg av krúti. Rakettirnar verða skotnar upp í luftina at fáa regngudin, Vassakarn, at lata tað regna. 

Alt síðan fornøld hava fólk búð í dølunum fram við stóru áunum Irrawaddy, Mekong og Salween, mest tí at rís veksur so óføra væl á hesum leiðum. Allir stórir býir í Landsynningsasia eru við eina á. Í dølunum velta bøndurnir hvønn jarðarteig og laða bríkar í brøttu líðunum, har dyrka teir rís og aðra grøði. Úr áunum veita og bera teir vatn á akrarnar. Í regntíðini fara áirnar upp um áarbakkan, og markirnar standa undir í vatni. Áirnar bera runu við sær úr hálendinum og oman á slætt. Runan, sum áirnar bera við sær oman úr hálendinum, taðar ógvuliga væl.

Mekongoyrarnar syðst í Vjetnam eru eitt av størstu ríslendunum í heiminum, og har verður meginparturin av tí rísi dyrkaður, ið ger Vjetnam til sættstørsta rísútflutningsland í heiminum. Bøndurnir á oyrunum dyrka eisini frukt og veiða nógvan fisk í mórutu áunum.

Mótsett áardølunum, har ógviliga nærbýlt er, býr lítið fólk í hálendinum, har nógvur skógur veksur. Fólkið har livir av at dyrka jørðina og at veiða og henta frukt í skógunum. Hesin gamli lívsháttur er nú í vanda at doyggja burtur, tí at fólkið í londunum fjølgast skjótt, og tí at skógarvinnufyritøkur høgga skógin niður.

Í hálendinum, har jørðin er nógv, men fá eru at dyrka hana, nýta bøndurnir ein avgamlan dyrkingarhátt, nevndur sviðjubúnaður. Teir rudda og svíðja av eitt stykki í skóginum og velta í tí nøkur ár og flyta síðan úr stað, rudda so eitt annað stykki og lata tað gamla liggja sum opinekru. Jørðin verður ongantíð fullkomiliga púrgað, og skógurin veksur upp aftur.

Tailand er tað landið í heiminum, ið dyrkar mest ananas, men henda frukt verður eisini dyrkað nógva aðra staðni í Landsynningsasia.

Í einari vjetnamskari frumsøgn verður sagt frá einum ovurstórum dreka, ið stoytti seg niður úr luftini og sorlaði kálksteinsstrondina í túsundtals stykki, áðrenn hann hvarv niður í dýpið. Soleiðis vórðu oyggjarnar og drangarnir í Ha Long-flógvanum til; navnið merkir "har drekin stoytti seg í havið". Stórsligna landslagið hevur veitt mongum listafólkum íblástur.

Snarpa velbrúna svalan ger sær reiður undir loftinum í hellum víða um í Landsynningsasia. Tað er bæði óráðtøkið og vandamikið, tá ið ungir menn fara upp í veikum stigum at taka niður reiðrini, sum eru bót í svalareiðursúpan. Reiðrini eru klínd saman av fuglaráka, men verða sum nudlur, tá ið tey verða latin í kókandi vatn.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
Trairanga (Thong Trairong), "Tricolour flag"

Høvuðsstaður:
Bankok

Vídd: 513.120 km2

Fólkatal: 66.404.688  

Alment mál:
tailendskt

Átrúnaður: 
buddisma 95%, islam 4% aðrir 1%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
baht (THB)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017